Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 246 - 23. desember 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Andlát og jarðarferðir Kistan við Petur Jacobsen, Tórshavn, vanliga Petur hjá Sjeddik, fer úr Landssjúkrahúskapellinum 1. jóladag klokkan 19. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju annan jóladag klokkan 13.30 og ikki sum áður lýst kl. 13. Andlát og jarðarferðir 18. november fingu Annika av Kák Bech og Mads Gregers Haarløv, ein son. Hann eitur Asmus Bech Haarløv. Tey búgva í Danmark. 29. november fingu Beinta av Kák Bech og Pontus Elofsson, eina dóttur. Hon eitur Mischa av Kák Bech Elofsson. Tey búgva í Danmark 16. desember fingu Maiken Streymoy og Jákup Martin á Válinum, Vestmanna, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3600 gr. 18. desember fingu Jeanne og Mikkjal Holm, Nólsoy, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3350 gr. 18. desember Vilhelmina Olsen, Argir og Kennet Djur­ huus, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3500 gr. 19. desember fingu Anette Kjeldsen og Otto Evald Johannesen, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon vigaði 3089 gr. og var 49 cm long 19. desember fingu Sóleyð P. Hansen og Regin Kristensen, Kollafjørður, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3720 gr. 20. desember fingu Anja Andreasen og Bjørn Kallsoy, Tórshavn, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 2660 gr. 21. desember fingu Ruth J. Eyvindsson og Adrian Ó. Johannessen, ein son. Hann var 54 cm langur og 3900 gr. Føðingar 17. desember fingu Jensy Justinussen og Bjørn Andreasen, Walvis Bay, Namibia, eina dóttur. Hon vigaði 4250 gr og var 54 cm lang. Hon eitur Bianca Rose. Lena Weihe 103 ár Lena Weihe er født på Selatrað 26. desember 1906 hvor hun idag fremdeles har et eget hus stående i god behold. Selv så bor hun på Ellis- og røktarheiminum i Runavik hvor hun trives godt og lar sitt trivelige vesen lyse opp i det daglige. Lena har alltid vært meget glad i at reise. Ofte har hun kommet på besøk til familie i Danmark og Norge. Sverige og Russland har hun også besøkt. Det har hele tiden vært tydelig at Lena ble »livet opp« av og reise. Og dette har holdt henne ung i sinn. Lena er så avgjort yngre i sinn enn den faktiske alder. Årsaken til at hun alltid har vært så populær er ikke lett at sige. Muligens det er at Lena har »det spesielle« som vi kaller KARISMA. Jeg har tidligere fremhevet – og vil gjøre det igjen – at Lena er »famil- iens flaggskip«. Hun har en utstråling som gjør at ingen i familien kan ta fra henne denne »tittel«. Lena har vært – og er – fortsatt en meget bestemt dame med egne meninger. Etter min mening er dette en av årsakene til at hun er så godt likt. Lena er en dame man ikke kan stille seg likegyldig til. Enten liker man henne – eller ikke. Hennes per- sonlighet kombinert med den karisma hun utstråler gjør at de aller fleste liker henne. Det er noe eget ved henne som gjør henne spesiell. Vi i Norge ønsker deg alt godt på dagen. Du er familiens fyrlykt! Kjell Weihe Dagurin 23. desember. Tollaksmessa. Dagurin hevur navn eftir íslendska prestinum Tollaki, sum gjørdist prestur í Skálholti. Hann stóð í hørðum stríði við mætar høvdingar í Íslandi, men eftir deyða hansara í 1193 var tað skjótt, at hann varð mettur sum mikið halgimenni. Dagurin verður nú á døgum mest róptur lítli jólaaftan. Norrøna navnið Tollakur merkir Tórs stríð ella leikur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Ein heilsan til pápa á 70 ára degnum Mánadagin tann 28. desember fyllir pápi 70 ár. Pápi er føddur og uppvaksin í Leirvík og hevur búð her í bygdini alt sítt lív, burtursæð frá teimum árunum hann gekk á skúla í Havn. Pápi er Leirvíkingur við stórum L. Heimbygdin hevur altíð staðið honum nær, og hann hevur altíð verið sera glaður fyri Leirvík og alt sum hoyrir henni til. Pápi fór, sum so nógvir aðrir ungir føroyingar tá í tíðini, til skips sum 14­ ára gamal, og hevur verið sjómaður alt sítt lív. Hansara lívsstarv bleiv at verða skipari á vaktarskipinum Tjaldrinum. Har hann var skipari, frá tí at Tjaldrið kom til Føroyar í 1976 og til nú fyri einum mánað síðani, altso í næstan 34 ár. Hetta er lang tíð, og sigast má, at honum hevur dámt hetta starv sera væl, og hevur hann gingið upp í tað við lív og sál. Eg veit eisini frá øðrum, hvussu nógv hann er avhildin bæði millum teir hann hevur siglt saman við, og teimum hann annars er komin í samband við gjøgnum sítt arbeiðið, og tað eru ikki so fá. Umframt at hava verið skipari á Tjaldrinum øll hesi árini, hevur pápi eisini verið virkin í kommunalpolit­ ikki. Hann sat í bygdaráðum í Leirvík frá 1974 og heilt til 1992 harav 8 ár sum borgarstjóri. Í gjøgnum hesi árini fór stór broyting fram í Leirvík. Honum dámdi sera væl hetta arbeiðið, og legði eisini sera nógva orku í tað, og sigast má at nógv kom burturúr. Tað sum altíð hevur eyðkent pápa er, at hann er altíð positivur og í góðum lag. Hetta hava vit sum standa honum nær notið gott av. Minnist aftur á so mangar góðar løtur vit syskini hava havt saman við pápa og mammu, og hvussu gott vit altíð hava havt tað. Vit kunnu av sonnum siga, at vit hava havt verðins bestu foreldur, og at vit hava havt besta uppvøkstur nakar kann ynskja sær. Nú tá vit eru blivin eldi og sjálvi hava fingið børn, er stuttligt at síggja hvussu góð abbabørnini eru við abba sín. Hann er teirra eitt og alt. Hann er altíð tann tey spyrja fyrst eftir, ja tey “forguda” hann og hann tey, einki er ómøguligt og einki er nóg gott fyri abbabørnini, tað munnu verða fá, sum eiga ein tílíkan abba sum okkara børn. Pápi hevur eitt ótrúligt tol serliga tá tá kemur til børn. Tað vísir seg eisini, at øll børn eru góð við pápa. Eg kann ikki lata verða við at siga frá, nú einum kvøldi vit sótu og prátaðu um, at nú fór pápi at fylla 70 ár og bleiv pensioner­ aður. Tá segði eitt av abbabørninum, at hon gleddi seg til at abbi fór at gevast at sigla við Tjaldrinum, tí so var hann altíð heima, og so kundi hon altíð fara inn til hann. Eg haldi at hetta vísir, hvussu glað tey eru fyri abba sín, og hvussu nógv tey halda av honum. Eg og pápi hava altíð staðið hvørjum øðrum sera nær, eg havi altíð kunna spurt hann um alt, og hava altíð fingið svar uppá mínar spurningar. Hann hevur mangan verið góður at hava havt til ráðgeva. Havi eg havt brúk fyri eini hjálpandi hond, er hann altíð klárur. Eg havi eisini altíð fingið fullan stuðul frá bæði mammu og pápa, til tað sum eg havi gjørt, og tað eri eg sera takksamur fyri. Eg og pápi hava nógv felags áhugamál, og hava tað altíð gott og stuttlig saman. Stutt sagt, so kann eg siga, at tú pápi er mín allar størsta fyrimynd, og eg vildi ynkst, at øll høvdu ein so góðan pápa sum eg. Pápi, nú tú fyllir sjeyti, vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum og alt tað besta framyvir. Vit gleða okkum til føðingardagin, sum verður hildin tann 27. desember í Bovling í Leirvík. Heilsan Erik Eyðbjørn Lervig 70 ár