Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 246 · jólini 2009 14 VIKUSKIFTI Matur til jólaborðið NæMiNgar á HúsarHaldsskúla hava gjørt Mat, koNfekt og pyNt til sítt egNa jólaborðHald. vit løgdu leiðiNa fraM við, tóku MyNdir og fiNgu uppskriftir lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein 21 næmingar ganga í løtuni á Húsarhaldsskúla í Klaksvík, og tey hava rættiliga roynt seg í jólamánaðinum. - Desember er ein serligur mánaði, og vit gera nógv burtur úr mati og pynti í sambandi við jólini. Næmingarnir gera allan matin og pyntið til okkara jólaborðhald, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti, sum er leiðari fyri Húsarhaldsskúla Føroya. Farna vikuskiftið var jólaborðhaldið hjá næmingunum, og vit løgdu leiðina fram við og fingu myndir av mati og konfekt, og vit fingu eisini nakrar av uppskriftunum, sum næmingarnir hava brúka. myndir: Anton HøjgAArd