Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 246 • 23. des. 2009 2. partur Kongavitjan Anna mintist kongavitjanina í 1907, tá ið Fríðrikur 8. kom inn í Føroyum á veg til Íslands. Anna var tá bert seks ára gomul, men hon mintist væl, at hon og systkinbarnið Billa úr Fuglafirði fóru út á Skansan at eygleiða hesa stóru hending. Anna gjørdi tá tað mistak, sum fleiri børn hava gjørt aftaná hana. Hon helt nevniliga amtmannin vera kongin. Hansara búni var jú so nógv flottari enn tann hjá konginum, so her var lætt at fara skeivur. Kongabrúgvin, sum upprunaliga var gjørd til konga­ vitjanina í 1874, var gjørd størri í sambandi við hesa kongavitjan. Við á ferðini var eisini statsminist­ arin J.C. Christensen og 40 ríkisdagslimir Kongur var í Føroyum í tríggjar dagar og vitjaði hann eisini Nólsoy, Klaksvík og Tvøroyri. Petra í Horni visti frá ver­ mammu síni eina skemtiliga søgu frá hesi kongavitjan. Beint við amtmansborgina var ein stórur køstur við loki á. Fyri betri at síggja kongin, tá ið hann kom framvið, vóru fleiri fólk farin uppá lokið á køstinum. Tey hava verið fleiri enn gott var, tí knappliga fer lokið undan við teimum avleiðing­ um, sum hetta mátti fáa! Tríggir dagar við Smirli frá Gjógv til Havnar Í fyrra partinum varð greitt frá, tá ið Anna fór at ferðast til Kollafjarðar við árabáti. Hon hevði eina aðra søgu um, hvussu ferðingarmøguleikarnir vóru tá. Hon átti ein mammubeiggja, Dánjal, sum búði við Gjógv. Einaferð fara Anna og mostir hennara, Súsanna, sum tænti hjá apotekaranum, Jóhannes Djurhuus, til Gjáar at ferðast. Norður eftir fara tær við “Ruth” til Oyrar. Haðani verður gingið til Gjáar. Á ferðini eru tær í fylgi við eini skipsmanning, sum skuldi sama veg. Heim aftur skuldu tær fara eitt fríggjakvøld við “Smirli”. Tað bar ikki til at leggja at, so tær vórðu førdar umborð við báti. Men tað var einki, sum æt at fara beinleiðis til Havnar. Nú gekk rutan til Eiðis og síðan til Víkar. Tað var nógv frakt, so alt tók sína tíð. Tað bøtti heldur ikki um, at veðrið var ringt. Anna mintist, at tey tosaðu um, at veðrið var so ringt, at skrúvan javnan kom upp úr sjónum. Av Vík var farið til Klaksvíkar, hagar tey komu mánamorgun, og loksins varð kósin sett móti Havnini, hagar tær komu eftir ferð í tríggjar dagar. Tað tók tískil nógv longri úr Gjógv til Havnar, enn tað í dag tekur til Danmarkar við “Norrønu”. Jógvan Næssaa, pápi Hjørdis Háberg, var kokkur. Hann syrgdi í hvussu er fyri, at tað fekst nóg mikið at eta á ferðini. Útferð við Tom Annars kundi familjan eisini loyva sær eitt sindur av luksus tá á døgum. Einaferð leigaðu tey Tom, sum jú var ein kendur fergumaður, á útferð norður til Kollafjarðar. Við vóru mamman, systrarnar, Sanna í Gong, sum var systkinabarn ommuna, hon búði í Danmark, og frøken Nørholt, sum var ein kunningi úr Danmark. Tom bíðaði eftir teimum og so aftur til Havnar. Hendan útferðin kostaði, sum Anna minnist, 20 kr. Í 1920 byrjaðu fergumenninir at fáa sær motorfergur. Lias í Rættará bygdi tvær og Laurits í Mortanstovu eina. Eftir at van­ liga ferguvirkið fyri ein stóran part var søga, vórðu fergurnar dúgliga leigaðar til bæði gagns­ og stuttleikaferðir. Annars hava sovæl Mourentius við Stein sum Petur Háberg skrivað áhugaverdar frásagnir um fergutrafikkin í Havn. Strikaði seg úr Avhaldsfelagnum ein dag Pápi Onnu og Marthu, Jákup, hevði eina greiða støðu móti rúsdrekka. Jákup var alt sítt lív ein trúfastur limur í Havnar Avhaldsfelag, tó við undantak av einum degi! Tað sigst, at hann vildi fegin skeinkja til brúðleypið hjá sær. So hann meldaði seg úr Avhaldsfelagnum dagin fyri og inn aftur dagin eftir brúðleypið! Avhaldshúsið, nærinds núverandi Hotel Hafnia, var ein miðdepil fyri nógv mentunarligt virksemi í Havnini. Millum annað var jólatræ á hvørjum ári.. Undir 1. heimsbardaga bar tó ikki til at útvega jólatræ. Hetta mátti so smíðast av tilfari, sum kundi útvegast, og tað varð pyntað við mosa. Til hesi jólahald stákaðust tey í fleiri vikur frammanundan at klippa jólapynt, og tað sum hoyrir til. Aftaná jólahaldið fingu tey pyntið heim við sær. Dreingirnir fingu vanliga fløggini og genturnar tær kliptu rósurnar saman við onkrum tinganest. Tey høvdu eisini jólatræ heima, men hetta máttu tey ikki sleppa at síggja, fyrr enn pápin var liðugur at pynta træið. Træið var tí innilæst í stovuni. Annars plagdu tey eisini at hava samanskotsgildi í Avhaldshúsinum, eins og her var bókasavn, so avhaldsfelagið hevði eitt sera fjølbroytt virksemi. Bergtóra hjá Onnu minnist, at presturin Absalon Joensen Tvær systrar í Havn í eini øld: Jól í avhaldinum Systrarnar Anna Askham og Martha Matras kunnu sigast at vera ein ímynd av 100 ára søguni hjá Havnini, sum so nógv er gjørt burturúr í ár. Tær tilsamans upplivdu og mintust øll hesi 100 árini. Nú jólini aftur standa fyri framman kann vera áhugavert eisini at greiða frá teirra jólahaldi í Avhaldinum Anna og Martha fáa eitt prát á ellisheiminum Kongavitjan í 1907 ➘ Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo