Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 23. desember 2009 35 Advent kemur av tí latínska orðinum, adventus, ið merkir koma, ella hann kemur. Tá ið onkur kemur t. d. á gátt, sum tú ikki væntaði at koma, verður sagt: “Deyðin vardi meg, men at síggja teg, tað vardi meg ikki!” Hetta er ein løgin sam­ an bering við deyðan og tann, sum kemur við sítt fríska lív inn um dyrnar. Ja, er tað ein, sum liggur og dregur, so vita vit, hvønn veg tað ber, men ofta siga vit, tá ið ein doyr brád liga: “Tað vardi meg ikki.” Pride Ein týsdag upp undir jól 1960, sum var ein illveðursdagur, varð bankað upp á dyrnar hjá okkum á Bakkanum í Fugla­ firði. Tað var nógvur vindur av norði við kava og ringum kava­ ælingi. Pride – Britton´s Pride, silgdi hvønn týsdag leiðina norð urum, men hendan óveð­ ursdag kom hann bert til Fugla fjarðar, tí veðrið var so ófantaligt, at tað var ikki klív­ andi norðurum. Bilurin hjá Pól Andrias Vørðhamar – tann grái Chevroletturin, var á kaiini og tók ímóti vøru, sum varð skipað upp. Torstein Elia­ sen og Poul Andrias Vørðhamar plagdu at vera teir, sum lossaðu og fingu vøruna til sættis. Sum sagt, gingu nøkur frek æl, og meðan ælini gingu, sást ikki húsanna millum. Lætt var at fáa góðsi upp og til høldar, men okkurt ferðafólk, sum var komið upp í árini, var kanska verri at fáa upp á land og so undir tak. Tað var eingin neyð við teimum ungu, men ein gom ul kona var við, sum skuldi til Oyndarfjarðar, og henni máttu teir góðu menn royna at fáa upp á kaikantin og so til onkran, sum búði næst við. Hendan týsdag, sum her verð ur hugsað um, varð pikkað upp á dyrnar hjá okkum á Bakkanum (dygst við kaiina). Tá ið hurðin varð latin upp, stóðu Torstein og Poul Andrias á trappusteininum við einari gamlari damu millum sín. Teir brosaðu um andlitið, stóðu og hildu fast um gomlu damuna, teir høvdu millum sín. Hon var væl fjøggað, undir hatti, tveim um turrikløðum, annað um hattin, hitt um hálsin og brillum. Hon var ikki stór, men heldur lá á vøkstri og hevði “repað seglini”. “Nú mást tú halda mær til góðar, Hanna lukka, ja ikki røkki eg longur í hesum høg­ ættarveðrinum. Eg veit, at hækk ingarættirnar kunnu ikki brúkast norðanfyri, og ikki rann tað mær til hugs, at Pride ikki fór norðurum í dag.” Tá segði móðir: ” Deyðin vardi meg, men at síggja tyg­ um í dag í hesum illveðrinum, vardi meg ikkI! Verði tygum hjartaliga vælkomin innum!” Henrietta og Høgne Marius Hetta var Henrietta Høgnesen úr Oyndarfirði, sum var komin á gátt eins og ein øskulittur vetrarfuglur í myrkabrúnum búna. Henda sjón rennur fram fyri meg mangan, og hoyrdist henda sjaldsama poetiska rødd in undan hattinum, turri­ klæðunum og teimum døgg­ vátu brillunum, sum skygdu í glámlýsinum , íð trein dansin á trappusteininum. Fyligisneytar hennara, Poul Andrias og Tor­ stein, gjørdu skjótt av og settu kuffertið, sum hon hevði við sær, innum, ynsktu gleðilig jól og søgdu farvæl. Henrietta brosaði um alt andlitið, hugdi fram fyri seg og til síðurnar. “Takk fyri, Hanna lukka, kanska skuldi eg sagt við Høgna Marius ella Óla á Lakj­ uni, at eg var komin undir tak !” “Tað munnu Torstein og Poul Andrias longu hava sagt teimum, at tygum eru komin inn til okkara. Eingin ivi um tað. Og verði tygum hjartaliga vælkomin.” Høgne Marius var systkina­ barn Henriettu. Óli á Lakjuni var giftur við Mariu, dóttir Høgna Marius. Tey búðu Heimi í Gjógvará og Høgne Marius búði ikki so langt frá okkum, men veðrið var alt ov vánaligt at farast kundi Heim í Gjógvará ella niðan à Ovara­ veg við so dýrabarum førn­ ingi. Móðir hjálpti henni úr klæð­ unum og bjóðaði hesari tignar­ ligu kvinnu inn í bestustovu, har ein fløvi var. Tað var eins og ein sigalda av kulturi var komin ínn á Bakkanum hendan dagin, sum seint verður gloymd ur. Henrietta Høgnesen ( !871­ 1964) var dóttir Clement Høgne sen (f.1828) úr Oyndar­ firði og Maren Malenu Ja ­ cobs datter (f. 1834) úr Bis­ kups støð. Høgne Marius var sonur Høgne Høgnesen ( 1836­1872) og Mariu Súsonnu úr Stórustovu. Maria og Cle­ ment vóru systkin. Foreldur Høgna Marius doyðu bæði stutt eftir, at hann var føddur ( Úr Oyndarfjarðar søgu blað­ síðu 72, Freydis Poulsen), tí var hann doyptur foreldraleysur. Tey giftust 22. novembur 1871, og Høgne Høgnesen doyði 19. mai árið eftir og 9. august átti Maria Høgna Marius, men kom hon ongantíð fyri seg og doyði 1. sept. sama ár av bar­ sils fepri. Prestur skuldi siga, at hann hevði ofta doypt móðir­ ella faðirloysing, men barn, sum hvørki átti faðir ella móðir, tað hevði hann ongantíð upplivað. Høgne Marius varð uppkallaður eftir foreldrunum og vaks upp inni í Víkum hjá Clement og Marin Malenu, men var eisini nógv á Grund­ lendi. Sostatt vuksu Henrietta og Høgne Marius upp saman. Høgne Marius búsettist í Fugla firði og giftist við Jó ­ hannu Susonnu Joensen úr Niðri stovu. Kona Óla Jøkla­ dal, Maria, æt eftir ommuni. Inni í Víkum Clement og Marin Malena fingu 9 børn, men fleiri av teimum doyðu í bestu árum av bróstsjúku, so hesi stásiligu hús inni í Víkum goyma at mong um sorgardegi eins og gleð isdøgum, men tungt hevur tað verið at komið ígjøgnum løturnar, tá sorgin pikkaði uppá. Henrietta fór niður til Dan­ markar (1907) og arbeiddi í Messuni. Tá ið Sigrid mostir mín fór niður í 1936 at arbeiða, vitjaði hon tíðan Henriettu. Ein um sinni spurdi Henrietta hana, hvussu nógv hon fekk í løn? Sigrid segði , at hon fekk umleið 600 kr. um árið. ”Ja, lukku, so fært tú meira enn ein fiskari heima í Før­ oyum forvinnur um árið!” Í 1932 keypir Henrietta set­ húsini og handilin inni í Vík­ um. Talan var kanska um at Kjølbro skuldi keypa hesar ognir, men tað vildi Henrietta ikki. Hetta var í 1932, og tá hevði Henrietta verið niðri í 25 ár. Nú sat hendan sjaldsama kvinna inni í bestustovu á Bakkanum, og høvdu mamma og Henrietta nógv at tosa um, tí báðar vóru ættaðar úr Oynd­ arfirði. Henrietta var bæði fólks lig, mentað og hevði ein so kærleiksfullan dám yvir sær, sum livdi aftan fyri brill­ urnar undir mildum eygnabrá. Kanska hevði Hans Marius sagt: “Hon sá so adilig út”. Óivað hevði tað verið ov nógv at sagt. Hugsi ikki, at Henriettu hevði líkað hesa útsøgn. Henrietta kom heimaftur til Oyndarfjarðar eftir kríggið, og tá fór Peter Klein, systirsonurin, at handla inni í Víkum, og tían verri kom eldur í handilin í 1972 og kolaðist alt upp. Handilin og Víkhúsini vóru ein ímynd av Henriettu. Hand­ ilin var svartur við hvítum sprossum og sethúsini vóru myrkt brún, somuleiðis við hvít um sprossavindeygum. Ja, hetta stumma mál, sum hesir bygningar talaðu sína millum, var ikki um floglíkindi, men um farnar dagar, tá ið klipp­ fiskurin ráddi fyri degnum og lá so kriahvítur næstan á hvørji steinpirru úr Støðni inn á Høvdan. Á Bakkanum í Fuglafirði Allur tann hvíti klippfiskalit­ urin spældi sær um kroppin á Henrietta hetta týskvøld, hon var komin um Leirvíksfjørð. Andøvusíðan megnaði ikki at tøla hesari gomlu kvinnu við sínum íðubrotum móti vestfals­ broddinum, meðan Pride kast­ aðist á ymsar kjálkar um Leir­ víksfjørð. Hetta var ikki á fyrsta sinni, at hon fór ill veð­ urs dagar t. d. um Fuglafjarðar­ ella Leirvíksboðar. Hon fekk ikki sjóverk, og kanska nýtti hon hesa sjóferð, tá ið run var í sjónum at leggja á fjørðin og njóta løtuna í hesum rulli, har skip og manning gjørdu sítt besta, at Henrietta hevði tað so gott sum gjørligt. Nú var ikki sjóvarilska um hana, meðan hon sat í sofuni og greiddi frá um tilveruna inni í Víkum og í Keyp manna­ havn. Gott bakilsi var á borð­ inum, og tedussurin osaði um andlit hennara sum góður neyta konumuður. Hon maktaði bollarnar, ið mamma hevði bakað. Hon var ein “kultivera” dama, sum visti, hvussu ein skuldi halda um tekoppin við lítlafingri eitt sindur útfrá, bíta í bollan so muðurin bleiv eitt sindur spískur og varrarnar rulkaðust eitt lítið sindur. Ikki at tala um, tá ið koppurin leitaði sær upp til varrakantin. Tá hevði ávirkanin uttaneftir sett sín dám á hennara verumát og hugsast kann , at árini frá døgum hennara i Messuni, minti ikki so sørt um tær fínu damurnar í West End í London, tá ið tær høvdu Tea Time, sótu og viðgjørdu daglig viðurskifti bæði úti og heima. Lítlifingur var eitt sindur útfrá í leysum lofti. Henrietta dugdi eisini at seta seg á bríkina hjá t. d. Dunga Oluffu og skifta orð við hana um farnar dagar í Oynd­ fjarðartúni, familjuskap og okk urt smáttskorið úr hvønn­ dagslívinum, men hon hevði ein øðrvísi mentanarligan dám yvir sær enn Dunga Oluffa. Georges de La Tour og Rembrandt Adventskerturnar á borðinum kastaðu sítt ljós á ennið á Henriettu, sum gjørdi hana so livandi og guddómsríka, at hon kundi verið tikin úr onkrum málningi hjá barokkmálarinum Georges de La Tour(1593– 1652) t. d. tí nýfødda Jesus­ barninum. Maria moy var ikki merkt av tí stravna lívinum, men hon sat og hugdi at Jesusbarninum við endurskininum frá kertuni, sum hondin frá kvinnuni, ið sat tætt hjá, kastaðist á tann nýfødda. Ljósið frá Jesus barn­ inum speglaðist aftur í and­ litinum á mammuni. Í bestustovunu á Bakkanum vóru tað teir nýbakaðu boll­ arnir, ið kastaðu ljós á andlitið og hendurnar á Henriettu. Farið var um triðja sunnudag í advent, so tað vóru tríggjar kertur, ið kappaðust um at kveikja lív í bollar og okkum, sum sótu kring tað lága borðið í stovuni. Eingin fær meg at siga, at bollarnir vóru halgaðir av hesum kertum, men ljósið var tað sama, sum í myndini hjá Georges de La Tour. Henrietta bleiv við at tosa um teir deiligu bollar og bað mammu siga sær uppskriftina. Jú, hon fekk uppskriftina. “ Ja, lukka, so góðar bollar havi eg ongantíð áður fingið.” Hon helt, at hon fór at royna at baka hesar bollar til jóla. Henrietta livdi í kertiljós in­ um. Eins og Maria var hon ein opinbering í hesum adventljósi. Upp ímillum sat hon og knugg­ aði eitt lítið vet og lat bara kvirruna tala. Hon var nógv meira livandi enn Maria Moy. Hon hevði livað eitt heilt lív og visti um fragdar ­ og feigd­ ardagar at siga frá heilt ungum árum av. Rukkurnar á andlit­ inum høvdu sít festi í hesum bylgjandi ljósi. Hennara lívs­ kerta var brunnin so langt niður, at ikki um so langa tíð fór hon at slokna og veikurin at leggja seg til hvíldar í tí lítlu flóðini, sum var um veikin í kertistubbanum. Løtan hendan dag stendur í huganum sum ein heilag stund við góðum práti og angandi bollum. Alt fær sín enda, og hesin dagur legði seg til hvíldar í einum køldum gjali úr Skarð­ inum og guvum, sum tóku kvørkrartak um húsahornini. Henrietta svav í bestustovu, har ein fløvi var alla náttina. Tá ið vit vóru løgst og friður var komin yvir lonina, lást tú og lurtaði eftir vindunum, sum rein og hvein um vind­ skeiðir, takskegg og skjøldrar . Onkur seyður fór jarmandi heim eftir vegnum, hvarv í guvu roki og glamlýsinum frá gøtulyktini dygst við smiðjuna. Tað gjørdist longri millum hvirlurnar, men knappliga hoyrdist onkur koma skavandi upp trappurnar. Móðir fór út á gongsloftið og tendraði. Nú er tað Henrietta, sum kemur so tungan upp ígjøgnum gongs­ trapp urnar. Mamma heldur fyri: ”Hvat bagir, Henrietta, er nakað, sum bilar tygum?” “Nei, lukka! Tað var handan uppskriftin til bollarnar. Hvussu var tað, hon var?” Har stóðu tær í náttklæðum, oyndfjarðadamurnar – onnur úr Ansastovu, onnur úr Víkum og umrøddu uppskriftina til “jólabollarnar” á stummari nátt. Mamma greiddi Henriettu frá um uppskriftina næstan í bíbilskum vendingum, um hesa jólaligu boðannar upp­ skrift. “Nei, eg hugsaði um, at lata nakrar rosinur niður í teir, so teir blivu eitt sindur meira jólaligir og livandi. Tað er eins og bollarnir høvdu fingið eygu, sum tey glampandi eyg­ uni á Jesus­ barninum í krubb­ uni. Ja, Hanna, lukka. Hvat halda tygum um tað?” “Jú, sjálvandi kunnu tygum tað.” “Tað var gott, lukka, ja, so veit eg tað.” Henrietta stóð har sum jøda­ brúðurin í málningi Rem­ brandts frá 1667. Hennara náttarbúni, hóast ikki gyltur reyð ur, so var hann eins triva­ ligur sum hjá Jødabrúðrini og læt ljós av sær til vegg og trapp ur. Eg kagaði út á lofts­ trappurnar og sá hesa sjón. Hennara náttkjóli lá sum polla­ mjørki yvir trappunum, og móð ir stóð sum eingilin, Gabri el, ovast uppi. Henrietta gav seg varliga “omanaftur” og fór sína leið inn í bestustovu sum ein skadda ein góðveðursdag á hásumri yvir firðir og sund. Hetta var sjón fyri eygað. Eitt ævintýr, sum tíðan rennur fram fyri meg, og er Henriett goymd og ikki gloymd í hesum támi. Endi Henrietta fekk heiðursgávu fyri trúfasta tænastu handaða frá Fríðriki kongi 1963 í Oynd­ arfirði. Tá kom kongur upp eftir teimum hvítu trappunum inn í Víkhúsini, hábærsligur og smílandi. Henrietta stóð har eitt sindur smoykin og lítillátin, men við somu tign sum altíð, tí góðlynta smílinum og bros­ andi eygunum undan brillun­ um. Tá ið Henrietta fekk hand­ að heiðursmerkið, segði hon: ” Drømmer jeg, eller er det virkelighed?” Tá svaraði kong­ ur: ”Nej, frøken, dette er virke­ lighed!” Hesi orð eru í teimum hvítu trappunum, sum enn boða frá einari farnari tí, har tign og mæti livdi í teimum nosligu trapputrinunum og hand fanginum, har Fríðrikur kongur, Ingrid drotning og prin sessurnar hava síni fingra­ merki. Kelda: úr minninum (Frits) Úr Oyndarfjarðar søgu: Freydis Poulsen Frits Jólalestur – minnisbrot um Henriettu Høgnesen, Oyndarfirði Dunga Oluffa og Henrietta