mikudagur 23. desember 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 246 · jólini 2009
18
VIKUSKIFTI
MennIsKjað
fær VIrðI
á jólUM
– Jesusbarnið sendir okkum eitt signal um, at vit hóast alt ikki eru
so galin, og at vit hava eitt virði, sum ikki kann takast frá okkum.
men barnið í krubbuni hugvekir ikki fólk á sama hátt longur, sigur
Jógvan Fríðriksson, bispur. vit hava hitt hann til eitt Jólaprát
Samrøða
Eydna skaale
eydnaskaale@hotmail.com
‒ Jólagleðin er bæði eitt hugtak og ein
verulig kensla. Men jólagleðin hevur
einki við tað at gera, at man situr og
flenn ir í kíki í dagavís, og tað er sum
at vera í eini ævigari veitslu. Men
jóla gleð in er ein djúp ástøði og kann
í grund ini vera tað støðið, sum lívið
byggir á.
‒ Vit hava tvey sløg av jólum. Fólks
lig jól og kirkjulig jól. Tað fólksliga er
deiligt og hugnaligt. Tað, at vit hitta
hvønn annan, hava tað gott og eta ein
góðan bita, skal til. Men tað, sum fyri
mær er essensurin av jólunum, er tað,
sum er rundanum kirkjuna. Eg dugi ikki
at ímynda mær eini jól uttan einar 34
guds tæn astur. Tí friðurin og sálmarnir
geva nakað, sum ikki fæst aðrastaðni.
‒ Vit arbeiða nógv ígjøgnum árið.
Vit resa og stressa eftir nógvum og
ong um. Og eg haldi, at jólafriðurin og
gleð in er har onkustaðni. Men man skal
ikki romantisera jólini ov nógv, tí hjá
summ um er tíðin um jólini tann svár
asta við sorg, sakni og tárum.
‒ Um vit ikki hava nakran annan
boð skap við jólunum, enn at tað skal
vera stuttligt og gott, so traðka vit heilt
víst á kenslurnar hjá teimum, sum ikki
megna hesa yvirfladisku gleðina. Tey,
sum hava sorg og sakn. Jólini mugu tí
hava ein djúpari boðskap enn bara ta
yvir fladisku gleðina.
‒ Jólagleðin skal tí vera ein djúp
gleði og ein friður. Og so løgið tað ljóð
ar, so eru tey glaðastu menniskjuni, eg
havi møtt, fólk, ið eg havi møtt í sam
bandi við jarðarferðir. Tí tey høvdu ein
djúpan frið við veruleikan og kundu
gleð ast um, at viðkomandi, sum farin
var, var sloppin til eitt betri stað.
‒ Jólafriðurin snýr seg eisini um,
hvussu leingi vit megna at sita púra
úr koblað í eini sofu og bara njóta lívið.
Tað eru fá, sum klára at sita í friði; tey
flestu mugu seta eitt lag frá. Og um man
ikki prátar allatíðina, so halda fólk, at
man er í ringum lag. Tað er eitt øgiligt
óljóð rundanum okkum allatíðina, men
á jólum hava vit møguleika at upp liva
friðin. Tí gleðir tað meg so nógv at
koma í kirkju. Ella í salin hjá brøðr
unum, fyri tann saks skyld. Tað gevur
ein frið at koma í Guds hús, har orðið
verð ur boðað.
Hvør er týdningarmesti
boðskapurin á jólum?
‒ Týdningarmesti boðskapurin á jólum
er um Jesus, Guds son, sum gjørdist
okk um líkur. Hann stendur nevniliga
fyri eini menniskjansligari dimensjón,
sum sigur, at vit øll hava eitt virði, og
eing in skal traðka á tað. Jólini snúgva
seg tí eisini um at kunna hvíla í okkum
sjálv um.
‒ Eg eri hugtikin av myndini av
Jesus barninum í krubbuni, og at tað
var ein moyggj, sum átti ein son. Men
um vit eru heilt erlig, so verða tað færri
og færri, sum verða hugvakt av ein um
barni í eini krubbu. Tað skal nógv meiri
til í dag. Tí er tað ógvuliga týdningar
mikið, at kirkjan, sum prædikar um
Jesus, sum kom og varð hold, so at
siga eisini verður hold, og tekur tann
menn iskjansliga eksistensin í álvara í
síni breidd og sínum vævi, soleiðis, sum
hann lagar seg fyri okkum menniskju.
‒ Jesusbarnið sendir nøkur signal,
sum siga, at vit kanska ikki eru so galin,
tá alt kemur til alt. Við Jesusi er tað onk
ur, sum møtir okkum í okkara verð, har
vit eru júst nú. Og tað eigur kirkjan at
boða. Ofta hevur kirkjan sent út negativ
signal, men á jólum eiga vit at taka
timeout og bert boða tað góða.
‒ Í Føroyum eru nógv fólk, sum ikki
eru kristin, og eisini fólk, sum als ikki
siga seg trúgva nøkrum. Jólini eru ein
upplagdur møguleiki til at boða tað
góða, tí fólksligu jólini eru ein góður
fel agsnevnari, sum savnar okkum øll.
‒ Vit síggja eisini nógva staðni, har
tað er kríggj, at tað er vápnahvíld á
jól um. Jólini eru ein gyltur møguleiki
bæði í politikki og innan religión at
leggja stríðsøksina, kveikja ein loga,
merkja friðin og kenna fløvan. Tað er
ikki so lætt, men tað eigur at lata seg
gera.
Hava handilsjól og
vættrar troðkað einglar
og Jesusbarnið burtur?
‒ Ja, tað er blivið alvorliga kommersielt.
Í einum donskum jólasangi syngur Shu
Bi Dua um, at Jesus er føddur á aðru
hædd í Magasin. Vit keypa jú yvir evni
á jól um, og eg haldi eisini, at tað er við
til at minka um friðin.
‒ Tað er gott at keypa eitt sindur, tað
skal jú til, men heilt ærliga: hvat skulu
damurnar gera við allar hesar høgu
leðurstivlarnar, sum bert verða brúktir
tvær ferðir? Og vit menn, vit keypa
Eg eri hugtikin av myndini av Jesusbarninum í
krubbuni, og at tað var ein moyggj, sum átti ein
son. Men um vit eru heilt erlig, so verða tað færri og
færri, sum verða hugvakt av einum barni í eini krubbu