Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 34 nr. 246 • 23. des. 2009 ikki meira enn, at teir fingu eitt hugnaligt prát yvir ein drekka­ munn, sum Anna hevði gjørt, og uttan at teir fingu umvent hvønn annan. Tey fluttu niðan á Tinghúsvegin á eina trøð, sum upprunaliga var tillutað katolikkunum. Men tá katolikkarnir fingu eina størri trøð, Rossatrøðna, uppi undir Varða, har teir bygdu skúla og kirkju, seldu katolikkarnir Askham­familjuni ta fyrra trøðna, hon varð lutað ímillum Símun og Ullaba, og teir bygdu báðir á henni. Stór ætt Simun og Anna búðu fyrstu árini við Landavegin, men tey fluttu á Tinghúsvegin í 1936. Símun doyði í 1967, 71 ára gamal. Hann var íðin B36­ari, og hann doyði undir einum fótbóltsdysti. Hann hevði havt trupulleikar við hjartanum, men hann arbeiddi til seinasta dag hann livdi. Anna var sera virkin í kristilig­ um virksemi. Hon var í nógv ár við í Ytri Missiónsringi, eins og hon var við í Sjómanskvinnuringi. Her var systir hennara Poulina formaður. Ein onnur í hesum ringum var Jona Henriksen. Hon gav Onnu tað ummæli, at hon var eitt ”vælsignað menniskja”. Anna og Símun fingu átta børn. Av hesum komu tey seks undan. Ommubørnini vórðu 26. Tá hon fylti 100, vóru langommubørnini 60 í tal. Tey eru nógv fleiri í dag. Anna upplivdi, at talið á hennara eftirkomarum var omanfyri 100, og hon hevði skil á teimum øllum. Børnini vóru Begga, f. 1926, Thorleif f. 1928, Svend, f. 1932, f. Sonja 1933, Martha f. 1934, Johannes Juel f. 1936. Thorleif og Svend eru deyðir.. Anna hevði eina góða heilsu. Sum 70 ára gomul fekk hon tó pacemaker, ið skuldi stuðla hjartasláttinum. Tað var hildið at vera eitt sindur ivasamt, um tað loysti seg at spandera hetta tól uppá eina so gamla konu! Men hon fekk tó 34 ár afturat. Dóttirin, Bergtóra, sigur eisini, at mamman var so røsk, at tað gjørdi henni ikki mun, um hon ikki slapp til songar eina nátt. Hetta kundi ofta henda í einum húsi, har nógv var at gera, og náttin mátti takast til nýtslu. Hon helt áfram við sínum arbeiði annan dag, sum um einki var hent. Vit hava havt mong slík konubrot. Martha javngomul við Tórshavnar Kommunu Martha varð fødd 21.oktober 1909. Hetta árið varð Sjálv­ stýrisflokkurin formelt skipaður, føroysk skip fara regluliga at fiska á suðurlandinum í Íslandi, Jákup Dahl søkir um at sleppa at halda seinnapartsgudstænastu á føroyskum, háskúlin flytur til Havnar, og fyrsta føroyska skaldsøga Bábelstornið verður prentað sum framhaldssøga í Tingakrossi. Martha upplivdi eins og Anna stórt sæð allar broytingar í landinum og ikki minst í Havn. Her er nógv broytt, síðan hon saman við vinkonuni Nellu (Dahl), plagdi at fara við neytunum í hagan út eftir Landavegnum! Martha skuldi eisini eita Vil­ helmina, men tá ið pápin innskriv­ aði hana hjá presti gloymdi hann hetta navnið. Hon gjørdist tí tað einasta av systkjunum, sum bert hevði eitt navn. Martha mintist 1. veraldarbar­ daga. Millum annað minist hon skamtunarkortini, og greytin tey fingu, og sum minti um saguspøn­ ur. Saftin tey fingu var rabarbu­ saft. Hon var jú føroysk fram­ leiðsla og útlendsk saft fekst ikki. Sum ung arbeiddi Martha í Ullvøruhúsinum eina tíð. Men húsið var stórt, so eins og aðrar gentur mátti hon vera heima og hjálpa mammuni við húsarhaldinum. Jona: Sámal Matras var framúr sum menniskja og lærari Í 1933 giftist hon við Sámal Erik Matras av Brekkumørk á Viðareiði. Hann var føddur í 1898 og var til skips fyrstu árini eftir, at hann fór úr skúlanum. Sámal Erik tók læraraprógv í Haslev í 1922, arbeiddi fleiri tiðarskeið sum lærari niðri. Hann fekk fast starv við kommuskúlan í Havn í 1925. Sámal Erik var serstakliga kendur sum fimleikalærari. Eisini var hann leiðari hjá mannliga liðinum hjá Havnar Fimleikarfelag í mong ár, eisini á Noregsferð í 1938. Hann stovnaði Tórshavnar Handilsskúla í 1936 og var leiðari skúlans til 1951, tá ið hann gjørdist sjúkur. Sámal Erik var eisini blaðstjóri á Tingakrossi 1940­1943. Hann hevur verið ein sera fjølbroyttur maður við einum dyggum ”heimafronti,” nevniliga Marthu. Tey blivu gift av danska prestin­ um Faulenborg, sum hevði verið prestur á Viðareiði, og sum hevði konfirmerað Sámal Erik. Hann var tá í Føroyum og ferðaðist. Kona hansara, sum var dóttir Vilhelm Mohr í Havn, hevði koyrt prestakragan í viðførið, um hann skuldi fingið brúk fyri honum. Hann lænti kjólan frá Jákup Dahl, sum hevði bæði doypt og konfirmerað Marthu. Martha og Sámal Erik búsettust í Havn. Fyrst niðri í Vágsbotni, men í 1949 fluttu tey í egin hús í Dj. í Geilsgøtu. Men longu fáar mánaðar eftir, at tey vóru flutt, fyrst í 1950, fekk Sámal Erik heilabløðing og lammaðist. Hetta broytti umstøðurnar hjá Marthu, sum nú mátti nýta alla sína orku at passa mannin. Martha segði, at hetta var ein tung tíð. Tað var eingin hjálp fyri sjúkuni, almenni stuðulin til røktina var tá sera avmarkaður. Men tað sum lætti nógv um her var tað serstaka samanhald, sum var í familjuni, og sum fólk eisini tóku til. Familjan kendi tað sum sína ábyrgd at vitja og at hjálpa til, har tað kundi hjálpast. Støðan hjá Sámal Erik versnaði so líðandi, og hann doyði í 1960. Jona Henriksen hevði Sámal Erik sum lærara alla sína skúlatíð. Hon tók til, hvussu einastandandi hann var bæði sum menniskja og lærari, øll vóru so góð við hann. Martha og Sámal Erik áttu tvær døtur. Bjørg var gift við Hera Jensen. Tey doyðu bæði í góðum árum. Jórun er gift við Petur Ellefsen. Bergtóra sigur, at hon saman við systkinabarninum Solveig (Dam) sum barn kom nógv til Marthu. Tær báðar bera henni, at hon var eitt stásfólk. Martha var sera undirhaldandi og dugdi væl at greiða frá. Børnini høvdu eina slíka virðing fyri henni, og segði hon nakað, so aktaðu tey eisini. Blíð var hon eisini. Tað kundu ásannast av ættarfólkunum hjá Sámal Erik, sum ofta gistu hjá Marthu, tá ið tey komu av Viðareiði til Havnar. Ein teirra var systirdóttir Sámal Erik, Marita, sum seinni gjørdist løgmaður. Hon búði hjá Marthu og Sámal Erik, tá ið hon gekk á læraraskúla. Jórun hjá Marthu og Marita gjørd­ ust bestu vinkonur. Hesum greiðir hon væl frá í bókini um Maritu, har hon eisini lýsir tey góðu viðurskiftini millum ættarfólkið. Tað var eitt upplivilsi at koma at kenna hesar báðar systrarnar. Fyrst og fremst vóru tær so positivar. Javnan var stokkið inn á gólvið hjá teimum á ellisheimin­ um, serliga tá okkurt var at spyrja um. Við teirri vitan, tær høvdu, fekst eisini altíð okkurt burtur úr. Tað var heppið at fáa teirra søgu, áðrenn tað gjørdist ov seint. Her kann skoytast uppí, at øll hesi níggju systkin búðu alla sína tíð í Havn. Anna saman við fimm av hennara seks børnum á 104 ára føðingardegnum. Døturnar eru f.v. Bergtóra, Martha og Sonja. Synirnir eru Johannes Juel og Svend Á 104 ára degnum hjá Onnu. F.v. Martha, systurdøturnar, Eydna, Hervør, Solveig og dóttir Marthu, Jórun Komandi partur Í komandi parti verður fyrsti partur av eini frásøgn hjá tí 93 ára gamla Sofus Gregersen úr Syðrugøtu. Hetta verður eitt áhugavert íkast til Gøtu søgu Sámal Erik Matras, maður Marthu