Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 246 · jólini 2009 17 VIKUSKIFTI Tað blívur mangan líka sekteriskt sum tær kristnu rørslurnar. Eg havi altíð agerað sum einstaklingur, og tað fari eg at halda fram við, sigur Guttormur Djur huus. Lívið uttan gud Guttormur heldur, at fyribrigdið »átrún­ aður« skal fatast í einum evolutionerum, darwin istiskum samanhangi. Átrúnað­ ur in hevur søguliga havt eitt »yvir liv­ ilsis potentialið«, sum Guttormur mál­ ber seg, tí hann hevur nøktað nakrar grundleggjandi tørvir hjá menniskj­ anum. Munurin á einum gudsavnoktara og einum trúgvandi er sambært Gutt­ ormi, at tann fyrri góðtekur eitt lív utt­ an svar, og tað ger tann seinni ikki. Tí finst átrúnaðurin framvegis. Og tí skal hann handfarast við virðing. – Eg hoyri als ikki til tey, sum halda, at átrúnaðurin er rótin til alt ónt. Átrúnaður kann saktans vera meina­ leysur. Men tá tað er sagt, so hevur átrúnaðurin havt ómetaliga góð evni til at kontrollera og enntá kúga menn­ iskju, heldur Guttormur. Ein sterk ákæra, sum krevur út­ grein ing. Nær verður átrúnaðurin kúg andi? – Fyri tað fyrsta skapar religiónin ótta hjá tí einstaka menniskjanum. Ótta fyri syndini og dóminum, sum er so sentralt í kristindóminum. Eg skilji væl, at kristin menniskju eru bebbarædd fyri deyðanum. Tað hevði eg eisini verið, um eg var kristin, heldur Guttormur. Men ert tú ikki sjálvur bangin fyri deyðanum? Nei, als ikki. Hví skuldi eg tað?, spyr Guttormur, áðrenn hann heldur fram. – Fyri tað næsta blívur religiónin ein trupulleiki fyri medmenniskjuni og um støðurnar, tá hon verður intolerant. Tá hon roynir at kontrollera sínar um­ støður. Tá hon trokar seg fram utt an at vera boðin. Tá hon gerst ein dag­ ligur partur av lívinum hjá teimum, sum ongantíð hava bjóðað henni væl­ komnari, sigur Guttormur. Hann er líkasælur yvir fyri átrúnaði, sum virðir øðrvísi hugsandi menniskju. Sum virðir tann frælsa viljan og er opin yvir fyri øllum kritikki. Men trupul­ leikin er, at átrúnaður so mangan fær eitt intolerant andlit, og at verðin verð­ ur svørt og hvít. – Tá er so nógv betri at liva uttan hug myndina um ein gud. Og eg eri eitt liv andi dømi um, at lívið kann vera deiligt uttan tey svarini, sum krist in halda seg hava fingið við teirra trúgv. Lívið er í roynd og veru deiligt uttan gud, sigur Guttormur og siterar franska heimspekingin René Descartes, sum segði, at um valið stóð ímillum eina hond, sum hevði svarini, og eina hond, sum hevði spurningarnar, so hevði hann til eina og hvørja tíð valt spurn ingarnar. – Eg eri tíbetur føddur forvitin, og sum forvitið menniskja í einum gátu­ førum heimi er lívið ótrúliga spennandi, heldur Guttormur fyri. Sterkari kjakmentan Guttormur Djurhuus vónar, at tær fýra bøkurnar, sum nú fyriliggja á før­ oyskum, kunnu vera eitt ískoyti til tað áhaldandi virðiskjakið um trúgv, vísindi og samfelag. Og hann vónar, at bøkurnar kunnu styrkja eina kjakmentan, sum eftir hansara tykki hevur lyndi til at tiga um teir eymu spurningarnar, sum skilja okkum sundur. – Viðvíkjandi kjakinum um átrúnað, so eru vit føroyingar væl aftanfyri rest­ ini av norðurlondum, sum hava eitt øgi liga frítt kjak um átrúnaðarligar spurn ingar og leiklutin hjá átrúnaði úti í sam felagnum. Vónandi kunnu týddu bøkur nar stimbra til eitt betri og meiri kvali fiserað kjak, endar Guttormur Djurhuus. Tey flestu hava sjálvandi hoyrt um ateistisku lívsáskoðanina. Men tey hava ongantíð hoyrt nakran systematiskan kritikk av átrúnaði. Og tað hevur verið ein drívmegi í mínum arbeiði at týða týddu bøkurnar: Trúgv og vantrúgv. Ein bók um stríðið ímillum trúgv, vantrúgv og vitan. Eftir Christer Sturmark. Upprunaútgáva frá 2007. Lýtaleysa skapanarverkið og lívsins sorgarleikur. Eftir Georg Klein. Upprunaútgáva frá 2005. Sjálvsævisøga – Charles Darwin. Upprunaútgáva frá 1958. Vilst vit. Ein bók um at hugsa. Eftir Olav Hammer. Upprunaútgáva frá 2004. ‒ Tann kvalifiseraði kritikkurin av átrúnaði er ógvuliga rárur. Og tað er sera langt ímillum, at nakar beinleiðis grundgevur fyri gudloysi í almenna kjakinum. Samstundis er hin vongurin dagliga sjónligur í almenna rúminum, sigur tann 74 ára gamli Guttormur Djurhuus, sum seinastu tvey árini hevur týtt fýra religiónskritiskar bøkur til føroyskt, sum allar eru komnar út í ár Eg havi altíð verið frelstur frá átrúnaðarligum oki mynd: jens kristian vang