mikudagur 23. desember 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 • 23. des. 2009
MIÐvIkaN
33
til tá í tíðini. Símun var tó ikki fyri
nothing. Hann bjóðaði Onnu ein
siglingartúr til Kollafjarðar at vitja
familjuna hjá henni. Tey bæði fóru
við deksbátinum “Rosa” hjá Carl
á Lag. Og sum tann gentlemaður,
sum Símun var, lat hann gentuna
sleppa at stýra. Hon gjørdi ikki
vandari enn at sigla innan fyri
Hoyvíkshólman. Hetta var vanlig
leið hjá smærri fartoyum, og hesa
leiðina sigldi hon jú, tá hon fór til
Kollafjarðar at ferðast við teirri
“rutu”, sum tá var.
Giftust undir
fótbóltsdysti
Tey giftust 26. juli 1925 í Havnar
kirkju. Tað var Jákup Dahl, sum
gifti tey, og framvegis bar tá bert
til at verða giftur á donskum. Tey
høvdu ætlað, at ikki nógv skuldu
vita av, so tey løgdu víglsuna
samstundis sum fótbóltsdystin
undan ólavsøku. Men slíkt
frættist altíð, so tað var fitt av
fólki í kirkjuni.
Brúðleypið varð hildið heima
hjá Jóan Jakku skómakaranum,
sum var giftur við Poulinu, systir
Onnu. Tað var ikki nógv gjørt
burturúr tá. Tey høvdu afturfyri
eitt stórt silvurbrúðleyp.
Eitt sindur um
Askham
Askham er eitt kent navn í
sambandi við smiðjuarbeiði. Og
her kunnu vit hóskandi greiða frá
upprunan til Askhamættina, sum
kom úr Bretlandi.
William Askham, ættaður
úr Hull, var abbi Símun. Hann
kemur fyrstu ferð til Føroyar í
1860. Hann hevur orð fyri at vera
sera ágrýtin og verður umrøddur
sum ”spekulanturin”. Hann kom
til Føroyar við vørum at selja.
Hann bygdi pakkhús á Eiði og
fær handilsloyvi. Pakkhúsið á
Eiði selur hann longu árið eftir
og byrjar at handla í Fuglafirði.
Í 1862 byggir hann pakkhús á
Marknoyri í Vági og byrjar at
keypa fisk frá hetlendskum og
skotskum sluppum, sum hann
virkar til klipfisk at flyta út. Hetta
var áðrenn føroyingar sjálvir
byrjaðu havfiskiskap.
William var pápi Tummas Ask
ham, sum vanliga verður kallaður
”Gamli Askham”. Kona hansara
var Julianna, fødd Johannesen,
ættað av Velbastað. Hon arbeiddi
hjá Østrøm á Skálatrøð og flutti
við Tummasi til Bretlands,.har tey
giftust. Tískil var Símun bretskur
ríkisborgari.
Ólavur á Heygum, kendur
framburðsmaður, fekk Tummas
Askham upp til Føroya at vera á
bedingini í Vestmanna.
Tummas keypti seinni smiðj
una, sum vit vanliga kalla
Askhams smiðju á Skálatrøð, har
Glitnir er nú.
Tá gamli legði frá sær, varð
smiðjan rikin av beiggjunum
Símun, Thorstein og Thomas
Juul, vanliga nevndur Ullaba.
Ullaba fór seinni burturúr og
byrjaði smiðju fyri seg sjálvan.
Teir arbeiddu mest fyri seg
sjálvar, men høvdu eisini rættiliga
nógvar lærlingar. Her vóru eisini
sveinar. Her var nóg mikið at gera,
og hetta var serliga, tá skipini fóru
um várarnar. Bretsku trolararnir
góvu eisini ein hóp av arbeiði.
Fann kodubókina hjá
Lincoln City
Símun arbeiddi eisini sum kav
ari. Hetta kundi geva serligar
uppgávur undir krígnum. Ein av
teimum var, tá hann varð send
ur niður eftir kodubókina hjá
”Lincoln City”, sum varð bumbað
ur og søktur á Havnarvág í 1942.
Tá mátti Símun fara framvið tí
deyða telegrafistinum fyri at
fáa gjørt síni ørindi, sum eisini
eydnaðust at enda.
Kodubókin varð tó ikki funnin
beinanvegin, tí hon lá ikki har,
sum skiparin segði hana vera.
Hon var reyð og innbundin í
blýggi, so hon skuldi søkka, um
illa bar á, so hon var lættari
at finna. Tað gingu fýra dagar,
áðrenn Símun fann bókina. Teir
dagarnar setti ovastin hjá bretska
herinum, Crowther kapteynur,
eyka vakt á Viðarnesi, Argjum
og helst aðra staðni við. Tá
kodubókin var bjargað, gjørdist
arbeiðið meira avslappað. Kortini
arbeiddi Símun tríggjar mánaðar
við ”Lincoln City”. Tó varð ikki
kavað hvønn dag, tí hendingin
fór fram í februar, og tá er veðrið
ikki altíð tespiligt á Havnarvág.
Umframt lóður og djúpvatnsbumb
ur vórðu eisini kanónin á
bakkanum, maskinbyrsurnar á
brúgvavonginum og kanónin
afturi á keysini tikin upp.
Símun arbeiddi eisini umborð
á ”Caroline Torden”, sum var eitt
finskt ferðamannaskip, sum varð
bumbað av týskarum. Hann bøtti
so frægt um skipið, at tað kundi
sleipast norður í Sundalagið og
setast uppá land á Hvalvíksoyruna.
Her varð hol sett á hana, so eldur
in endiliga kundi sløkkjast.
Aftaná kríggið arbeiddi Símun
eisini sum kavari, tá nýggja
kain í Norðragøtu varð bygd. Tá
búði hann hjá Kristinu og Eyða
(Gøthe) á Fløtti. Børnini plagdu
ofta at fara til Gøtu at ferðast,
og onkuntíð var Anna við. Hvussu
var og ikki, fyrst í 50unum giftast
elsti sonur Onnu, Thorleif, við
Marjun, dóttir tey bæði Kristinu
og Eyða. Marjun og Thorleif
búsettust í Danmark.
Víglsan av havnini i Norðragøtu
gjørdist annars minnilig, tí gestir
nir fingu mateitran og leyst lív.
Her var ringt skil hjá nógvum, sum
nógvar søgur hava verið um. Men
Símun slapp væl, tí hann hevði
etið so nógv aðra staðni eisini.
Símun arbeiddi nógva staðni
í landinum við havnaarbeiði.
Vinskapur fyri lívið stóðst vanliga
við tey hús, har tey búðu, meðan
arbeitt varð sum kavari.
Tað finst ein sera vøkur søga
um Símun. Í 1914 komu tveir
móðurloysingar at búgva hjá
Margrethu og Sigmundi av
Argjum, sum búðu har Dr. Jacob
sensgøta er í dag. Hesir dreingir
vóru komnir úr Íslandi við pápan
um Jens Fredrik Jensen, sum vildi
hava nøkur av sínum børnum at
búgva hjá ætt í Føroyum, eftir at
mamman var deyð.
Símun Askham, sum búði á
Landavegnum, kom ofta inn til
tey hjá Sigmundi. Hann fekk
serligan tokka til annan av
hesum dreingjum, og ein dagin
tók hann dreingin heim við sær.
Her bleiv hann uttan nakað roks
bara verandi, og her bleiv hann
roknaður sum ein partur av
familjuni alla sína tíð. Hann er
eisini við í teirra ættartalvu.
Drongurin var Oskar Jensen,
sum seinni fór aftur til Íslands, og
sum doyði fyrr í ár heili 102 ára
gamal. Tá ið sonur hansara Ómar
vitjaði í Føroyum í 2006, kom
hann sjálvandi eisini inn á gólvið
hjá hesi síni føroysku ”ætt”.
Hjá Tummasi og Juliannu var
sanniliga hjartarúm. Í Leith høvdu
tey tikið sær av eini gentu, sum
ongan góðan átti. Hon kom heim
við til Føroyar og gjørdist eisini
sum eitt barn av húsinum.
Katolikkatrøðin
Julianna var katolikkur, meðan
Tummas var baptist. Einaferð kom
Tummas við Victor Danielsen inn
fyri at fáa ”skikk” uppá katólska
prestin Boekenoogen,
sum var hollendari.
Men tað hendi tó
Anna saman við beiggja sínum Sonna, sum var pápi Bjarna, Hera og Jákup Mørkøre
Smiðjan hjá Askham
Allar systrarnar. F.v. Oluffa, Poulina, Anna, Ragnhild, Poula og Martha
➘