Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 246 · jólini 2009 16 VIKUSKIFTI Samrøða Heini í Skorini heini_skorini@yahoo.com – Upprunaliga byrjaði eg sjálvur at skriva eina bók um mína lívsáskoðan. Men hví skriva eina bók, tá onnur longu hava skrivað nógv betri bøkur um sama evnið? So setti eg meg í staðin at týða. Maðurin hinumegin borðið situr og dukar við fingrunum niður í borðið. Hann hyggur fyri tað mesta niður. Og hann tykist ikki serliga glaður fyri at skula stilla upp til eina samrøðu. Seinastu tvey árini hevur tann 74 ára gamli Guttormur Djurhuus arbeitt sjey dagar um vikuna við at týða fýra bøkur til føroyskt, sum allar eru komnar út í ár (sí faktakassa). Og felags fyri allar fýra bøkurnar er, at tær snúgva seg um religiónskritikk. Bøkurnar eru í stóran mun týddar í friði og náðum á einum kamari á Hotel Tórs havn í Keypmannahavn, meðan Gutt ormur hevur verið í viðgerð fyri krabbamein. Seinastu boðini frá lækn­ unum í summar vóru, at maðurin er frískur. Religiónskritikkurin manglar Men hví hevur hann týtt júst hesar bøk­ ur nar til føroyskt? – Tað finst so lítið filosofiskt tilfar á føroyskum. Og tað finnast alt ov fáar føroyskar bøkur, sum eru atfinnandi yvir fyri átrúnaði. Átrúnaðurin er alla­ staðni, men røddin hjá okkum fríteinkj­ ar um skal eisini fram í ljósmála, heldur Gutt ormur Djurhuus. Við fríteinkjarum sipar Guttormur til tey, sum ikki trúgva á nakran gud. Og í fororðunum til einu bókina skrivar Gutt ormur, sum er útbúgvin evnafrøð­ ingur, og sum hevur bústað í Kaldbak, at hann at kalla altíð hevur verið »frelst ur undan átrúnaðarligum oki«. Og tað er hann glaður fyri. Men er røddin hjá gudsavnoktarum so ósjónlig í hesum landinum? Hevur almenna kjakið um kristindómin ikki eins nógvar kritiskar sum stuðlandi rødd ir? – Tann kvalifiseraði kritikkurin av átrúnaði er ógvuliga rárur. Og tað er sera langt ímillum, at nakar beinleiðis grundgevur fyri gudloysi í almenna kjakinum. Samstundis er hin vongurin dagliga sjónligur í almenna rúminum, sigur Guttormur Djurhuus. Ímóti gudleysari rørslu Føroyski gudsavnoktarin metir, at átrún­ að urin fyllir ríkiliga nógv í al menna rúminum í Føroyum, serliga í skúla­ verkinum og í fjølmiðlunum. Og hann er hart ímóti eini almennari statskirkju. At staturin velur sær ein ávísan átrúnað og ein ávísan átrúnaðarligan stovn fram um aðrar er sambært Guttormi í stríð við ásetingarnar um trúarfrælsi. – Og tað verður heilt galið, tá krist­ in dómurin kemur inn í tingið. Alt lógar­ smíð eigur at byggja á nøkur objektiv kriteriir, sum skulu tryggja øllum borg­ ar um – eisini minnilutum – tey somu rætt indini, heldur Guttormur. – Men átrúnaðurin finst allastaðni, og tí hava vit eisini brúk fyri sjónar­ mið um, sum ganga øvugtan veg. Sum grund geva fyri eini heimsmynd uttan ein gud. Og tí er týdningarmikið, at krit­ iskar bøkur um átrúnað eisini finnast á føroyskum. Eitt fjølbroytt útboð av ymsum hugmyndum er sjálv fortreytin fyri, at fólk kunnu hugsa frítt og sjálvi taka støðu til lívsins stóru spurningar, heldur Guttormur. Hann er sannførdur um, at nógvir trúgvandi føroyingar ongantíð hava hoyrt kvalifiseraðan religiónskritikk, sum hvílir á einum filosofiskum grund­ ar lagi. – Tey flestu hava sjálvandi hoyrt um ateismu. Men tey hava ongantíð hoyrt nakran systematiskan kritikk av átrún­ aði. Og at fáa til vega kritiskar bøkur um eitt so týdningarmikið evni hevur avgjørt verið ein drívmegi við mínum arbeiði at týða hesar bøkurnar, sigur Gutt ormur Djurhuus. Í fjør var felagið Gudloysi stovnað. Ein felagsskapur, hvørs endamál er at markera, at gudloysi finst í Føroyum, og ein roynd at upplýsa, hvat tann ateistiska lívsáskoðanin snýr seg um – og ikki minst hvat hon ikki snýr seg um. Er nýggi felagsskapurin ikki eitt tekin um, at gudloysingar eisini hava sína rødd í Føroyum? Guttormur yppir øksl og sær ikki serliga hugtikin út. – Jú, tað kann gott vera, men tað vísir seg mangan, at so skjótt sum fólk taka seg saman í bólkar, felagsskapir og rørslur, so halda tey uppat við at hugsa sjálvstøðugt. Tí vil eg als ikki bjóða slík um felagsskapum vælkomnum. – Átrúnaðurin er allastaðni, men sjónarmiðini hjá okkum fríteinkjarum skulu eisini fram í ljósið. tað heldur tann 74 ára gamli Guttormur DjurHuuS, sum hevur týtt fýra bøkur til føroyskt, sum allar fyrihalda seg kritiskt til átrúnað, og sum allar eru komnar út í ár. Frelstur frá gUdUm og djeVlUm Religiónin er ein trupulleiki, tá hon er intolerant. Tá hon roynir at kontrollera sínar umstøður. Tá hon trokar seg fram uttan at vera boðin