mikudagur 23. desember 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 246 • 23. des. 2009
plagdi at fortelja søgur fyri
børnunum. Hetta var eisini sera
hugnaligt. Tey vóru mestsum
grannar við Landavegin.
Thorshavn Totalafholdsfor
ening varð stovnað í 1878, og
eldsálin í hesum var sum á so
nógvum øðrum økjum Djóni í
Geil, hann gjørdist eisini fyrsti
formaður.
Tað var eisini hetta felag, sum
av fystu tíð gav fráhaldsblaðið
Dúgvuna út, og Djóni gjørdist
eisini blaðstjóri. Tað er ikki fyrr
enn í 1910, tá Djóni var blivin illa
sjúkur, at losjan helt áfram við
blaðnum.
Losja verður stovnað í Havn í
1902. Hetta er vegna ónøgd við
avhaldsfelagið, har fráhaldslyfti
bert skuldi gevast fyri 3 mánaðir
í senn. Sum frá leið gjørdist
tað losjan, sum kom at mynda
fráhaldsrørsluna í Havn, men
avhaldsfelagið hevði stóran
týdning ta tíð tað var.
Jørgen, beiggi Onnu og Marthu,
var serliga virkin í Avhaldsfelagn
um og seinni í losjuni. Men hann
var kortini eisini trúfastur móti
Avhaldsfelagnum, sum vist enn er
til á pappírinum.
Anna gerst vaksin
Men tíðin gongur, og tann
11. april 1915 verður Anna
konfirmerað av Jákupi Dahl,
prósti. Hetta gekk tá framvegis
fyri seg á donskum. Tað vóru
bert 18 konfirmantar, 15 úr
Havn, og hinir vóru úr Nólsoy og
Velbastað. Vanliga vóru tað fleiri
konfirmantar á heysti enn á vári.
Millum konfirmantarnar saman
við Onnu var Knút Petersen, kend
ur sum skómakari. Nógv ár seinni
giftust barnabørn hjá teimum
báðum, nevniliga dóttir Onnu hjá
Knút og sonur Bergtóru hjá Onnu.
Genturnar vóru tá allar í
svørtum kjóla. Men tær vóru tá
byrjaðar frammanundan at vera í
hvítum. Hetta sæst í Havnabókini
hjá Birgar. Her sæst eisini, at
allar genturnar høvdu beinan
reik, tá ið Anna varð konfirmerað.
Hetta man hava verið móti tá.
Dreingirnir høvdu stíva flipp, men
nakrir vóru í matrósaklæðum.
Men nú var at fáa nakað at
gera. Fyrsta arbeiðið hjá Onnu
var, at hon fór til Lauridsen,
danska yvirlæraran við real
skúlan, at vera morgungenta. At
vera morgungenta merkti, at hon
arbeiddi frá kl. 8 á morgni til kl.
1 seinnapartin. Lønin var nú ikki
tann heilt stóra, nevniliga 5 kr.
um mánaðin. Ein av uppgávunum
var at bera morgunmat í real
skúlan til Lauridsen. Her kom
Anna at arbeiða saman við pápa
sínum, sum var fyrsti pedellurin
við realskúlan til eina løn, sum
var 85 kr. um mánaðin. Tað, at tey
arbeiddu saman, merkti eisini, at
tey hjálptu hvørjum øðrum.
Tá høggijarn mátti
brúkast til sukrið
Síðan kom Anna at arbeiða
hjá Poul Restorff, sum hevði
handil í grannalagnum hjá Onnu.
Hetta hevur neyvan verið heilt
tilvildarligt. Mamma Onnu tænti
sum ung hjá gamla Restorff, og
tað hevur verið eitt tætt samband
millum familjurnar. Besta prógvið
fyri hesum er, at Martha, systir
Onnu, er uppkallað eftir Martin,
sum var ein beiggi Poul Restorff,
sum doyði ungur. Handilin
hjá Poul er í dag PEhandilin í
Sigmundargøtu.
Breyðprísirnir vóru ikki teir
somu sum í dag. Teir vóru 40
oyru fyri rugbreyð og 20 oyru fyri
franskbreyð.
Millum vørurnar í handlinum,
sum ikki eru kendar í dag, vóru
sukurtoppar. Teir vóru kanska
dupult so stórir sum eitt krúss,
og teir máttu høggast sundur við
høggijarni.
Restorfffamiljan var yvurhøvur
kend fyri sín tónleik. Tað, sum
Anna mintist til tónleik, var, at
mamma Poul, Sofía Helena, hevði
klaver í stovuni. Pápi hennara var
annars Jørgen Frands Jacobsen,
sum var abbi rithøvundan av
sama navni. Jørgen Frants varð
føddur í 1819 og doyði í 1917, 97
ára gamal.
Jørgen Frands var eisini lang
abbi William Heinesen. Anna
plagdi at síggja hann niðri í
Vágsbotni. Tað sigur nakað um
hennara aldur, at hon mintist
langabba William Heinesen, sum
varð føddur meira enn 185 ár
áðrenn, hon sjálv doyði.
Sofía Helena var omma William
Heinesen, og var av honum í
eini stuttsøgu umrødd sum ”min
romantiske bedstemor”. Hesir
Restorfarar eru allir umrøddir í
røðini Hendur ið Sleptu.
Anna sum fotografur
Anna hevði fyri eina unga gentu
tá í tíðini sjáldsaman áhuga fyri
at fotografera.
Oluffa, systir Onnu, arbeiddi í
gamla bókhandlinum, og har keypti
Anna eitt kassafototól fyri 18 kr.
Her skal skoytast uppí um
Oluffu, at hon giftist ongantíð,
hóast nógvir dreingir lógu fram
við. Bróðursonurin Heri Mørkøre
hitti eina ferð ein eiðismann, sum
kom eftir sambandinum teirra
millum. Hesin hevði gingið á
skiparaskúla, og hann fortaldi fyri
Hera, at tað vóru ”nógvir blýantar
keyptir til svart onga nyttu” frá
Oluffu í bókahandlinum!
Anna keypti so eisini fram
kallaratól, og hon keypti løgin til
framkallingina í bókhandlinum.
So dró hon gardinurnar fyri,
og tá var kamarið hjá henni
eitt myrkakamar, og hon kundi
framkalla tiknu myndirnar. Í
myrkakamarinum hevði hon
petroleumslampu við reyðum
lampuglasi. Tað er óneyðugt at
siga, at hesar myndir, hon hevur
tikið, eru ein dýrgripur í dag, sum
eisini okkara lesarar fáa høvi til
at ásanna.
Fór niður á
handarbeiðsskúla
Men sum frá leið mátti Anna
gevast at arbeiða úti. Mamman
mátti hava hjálp, so hvørt tað
komu fleiri systkin. Tískil mátti
Anna heim at hjálpa til.
Men Anna varð forlovað heilt
ung, og hon vildi royna nakað,
áðrenn hon bant seg. Hetta var
sera vanligt hjá ungum gentum tá
í tíðini.
Í 1924 fór hon niður á Husflids
skolen, sum var í Gothersgade
125 stutt frá Nørreport í Keyp
mannahavn. Anna var sera fitt í
hondunum og hevði hug at fáa
sær eitt slag av útbúgving innan
hetta økið. Anna hevði sjálv spart
sær saman til hetta. Tað var latið
tvey pláss til føroyingar á hesum
skúla hvørt ár. Hin, sum fór niður
hetta árið, var Tulla, dóttir Ludvig
Poulsen, blikkinsláara. Tulla
giftist seinni við Ísaki Petersen,
skómakara. Ein sonur teirra var
Dánjal í Skóbúðini, sum doyði
fyri nøkrum árum síðan. Tær fóru
niður við ”Sleipner” hjá DFDS. Á
vegnum niður varð lagt lagt inn
í Leith, sum lá á leiðini. Skúlin
vardi fimm mánaðar. Her lærdu
tær ymisk handarbeiði sum at
knipla, brodera og at seyma
hattar. Aftaná skúlan fór Anna
upp aftur við ”Sleipner”. Aftaná
80 ár sat Anna framvegis og bant.
So ein kann ætla, at tað er ikki
smáting, sum liggur eftir hana á
hesum økinum.
Forlovað 16 ára
gomul
Nú var Anna komin í
giftingaraldur. Hon hevði upplivað
eitt sindur av hvørjum og var
búgvin at binda seg. Hon og
Símun høvdu gingið saman í 8 ár.
Hon var bert 16 ár, tá tey funnu
saman. Hetta var sera ungt, men
kanska ikki heilt óvanligt. Tey
ungu høvdu síni ”stevnumøti”
og fóru svermitúrar oman eftir
Áarvegnum og niðan eftir
Amtmannsbrekkuni. Onkuntíð
varð farið út á Skansan.
Í dag bjóða dreingirnir gentunum
hjá sær ein biltúr. Hetta bar ikki
Anna og Símun
Á útferð til Kollafjarðar við ferguni hjá Tom. Her eru tey avmyndað uttanfyri
barndómsheimið hjá Onnu. Frammanfyri f.v. Súsanna, mostir Onnu, frk.
Norholdt, Tom, Anna sjálv og Suffía, mamma Onnu. Frammanfyri: Sanna í
Gong og Rosa, gift við fostursoni Niclas, mammubeiggja Onnu
Avhaldið var ein miðdepil í Havn. Mynd hjá Fornminnissavninum
Anna við seymimaskinuni 94 ára gomul