Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 23. desember 2009 Einasta av seinnu hálv­ finalu num í Coca­Cola steypa kappingini, sum kann væntast at verða spenn andi, er mans dyst­ ur in millum Kyndil og VÍF. Í hinum trimum hálv final­ u num er talan stórt sæð bara um avgreiðslu At tað eru tey bæði mest vinnandi mans feløgini, ið bresta saman í sein­ nu hálvfinaluni á Hálsi annan jóla­ dag, skerst ikki burtur. Tær 64 ferðir­ nar, spælt hevur verið um føroya­ meistara heitið í føroyskum mans­ hond bólti, hava Kyndil og VÍF vunn­ ið tilsamans 51 ferðir, umframt at tey eisini teljast millum mest vinn­ an di feløg í steypakappingini. Í fyrru hálvfinaluni, sum var í Vest­ manna leygardagin, vann Kyndil við fýra málum, 26­22, og tað var triði sigurin av trimum møguligum í upp gerð unum millum Kyndil og VÍF í ár. Men VÍF, sum byrjaði lands kapp­ ingina illa, hevur ment seg í síðstuni, so talan er um ein púra opnan dyst. Gamli klassikarin millum havnar­ menn og vestmenningar er eisini tann einasti av teimum fýra hálv­ finalu dystunum annan jóladag, sum nak að av spenningi stendur um, tí allir hinir endaðu við so stórum og sann førandi stórsigrum, at sera óvænt að ting skulu henda, endar alt ikki, sum tað sá út um vikuskiftið. Eingin spenningur Í hinari seinnu hálvfinaluni hjá monn um møtast H71 og Neistin í Hoy víks høllini, men har skal ganga óvan liga væl hjá H71 og óvanliga illa hjá Neistanum, skal nakað flytast. Neist in vann fyrru hálvfinaluna við 12 málum, 40­28, og hevur gott og væl annað beinið í steypafinaluni. Tann sama er støðan í báðum sein­ nu hálvfinalunum hjá kvinnum, har Stjørnan vann við sen sa tionell um 11 málum á Tjaldri í Runavík, 31­20, umframt at VÍF somuleiðis vann við 11 málum, 32­21, á Kyndli, ið er einasta liðið úr næstbestu deild ini, sum er komið í hálv finalur nar. Stjørnan og Tjaldur eru klárt tey bæði bestu kvinnuliðini hetta kapp­ ingar árið, men tað er fullkomuliga óhugsandi, at Tjaldur skal megna at hála tey 11 málini innaftur ímóti form sterku Stjørnuni, sum eisini fyri hálv ari aðru viku vann við fimm mál­ um á Tjaldri í landskappingini. Og hóast Kyndil kanska hevur eitt betur mannað lið, enn í Vestmanna leygar­ dagin, kann ikki hugsast, at tað skal bera til at venda øllum og vinna við 12 málum á VÍF annan jóladag. Kringvarpið ítróttar­ sáttmála Eftir trý ár í sáttmálaloysi hev ur Kringvarpið nú gjørt sáttmála við ÍSF um loyvi til at sen da bein leiðis frá ítróttar­ hendingum Rættindini hava annars verið í onga mannalandi síðstu trý árini, tó at partarnir alla tíðina hava virkað eftir gamla sáttmálanum. Nú nýggjur sáttmáli er gjørdur, er ikki nakað gjald fyri loyvi at senda longur við. Hinvegin hev­ ur Kringvarpið bundið seg at sen da ávísar ítróttahendingar, utt an at stovnurin tekur gjald fyri hetta. Eftir gamla sáttmálanum rind­ aði Kringvarpið 300.000 krónur um árið, men hinvegin vóru dømi um eitt nú hondbólts­ og flo g bóltsfinalur, sum stovnurin ikki vildi senda beinleiðis, um part ur av hesum ikki var goldin av avvarðandi sersambandi. Av tí at nýggi sáttmálin ikki er gjørd ur, fyrr enn árið mestsum er liðugt, skal Kringvarpið gjalda 300.000 krónur fyri tað, sum er sent í 2009. -mørk Á gallaveitslu hjá FIFA í fyrra kvøldið vórðu Marta úr Brasil og Messi úr Argen­ tina kosin heimsins besti fót bólts spælarar í 2009. Og spælarar úr sponskum og enskum stórfeløgum man na besta samansetta mans liðið í 2009 Tað eru landsliðsvenjarar og ­lið­ skipar ar, sum greiða atkvøðu hjá FIFA, og eins og hjá France Football her fyri, fall valið hjá monnunum á Lionel Messi. Aftur hesa ferð var hann framman fyri Cristiano Ronal­ do, sum í fjør vann heiðurin. Hinir tríggir, sum vóru í uppskoti, vóru lið­ felagarnir hjá Messi, Xavi og Iniesta, um framt Kaka, sum spælir í Real Madrid. – Vit eru júst lidnir við eitt søguligt ár. Eitt fullkomið ár, har vit vunnu allar kappingar, sum vit tóku lut í. Okk um tørvaði at taka hetta síðsta stig ið, og alt hevur bara gingið eftir vild, segði Messi, tá hann tók ímóti steypinum. Hetta var fyrstu ferð, Messi fekk heiðurin, meðan tað hjá kvinnunum fjórða árið á rað gjørdist brasilski bólt s nillingurin, Marta, ið vann – og eingin hevur fingið heiðurin so ofta sum hon. Umframt hana vóru Birgit Prinz úr Týsklandi, Kelly Smith úr Ong land, Cristiane úr Brasil og Inka Grings úr Týsklandi innstillaðar, men Marta næstan líka nógvar atkvøður sum tær fýra tilsamans. – Hetta er ein heiður til ein stak­ ling in, men uttan allar mínar lið­ felag ar kundi eg ikki framt nøkur ein mans avrik og vunnið nakran heið u r. Eg eri líka fegin um heiðurin hesa ferð, hóast tað er fjórðu ferð, og vónandi kann hetta skunda und­ ir vøksturin í kvinnufótbóltinum, segði Marta. Spanskt/enskt heimslið Partur av FIFA­hátíðarhaldinum í fyrra kvøld ið var eisini setan av árs­ ins liði. Tað eru limir í altjóða spæl­ ara sambandinum, FIFPro, sum greiða atkvøðu í hesum, og er úr s lit­ i ð eftirfarandi, er eingin ivi um, hvør­ ji bestu liðini í heiminum eru. Umframt Barcelona, sum setti sín dám á liðið, komu spælararnir úr Man chest er United, Chelsea, Liver­ pool og Real Madrid, so róliga kann staðfestast, at enska og spanska deil d in eru sterkastu fótbóltdeildir í heimi num. Liðið hjá FIFPro er mannað so leið­ is: Iker Casillas (Real Madrid), John Terry (Chelsea), Nemanja Vidic (Man Utd), Patrice Evra (Man Utd), Daniel Alves (Barcelona), Xavi (Barcelona), Andres Iniesta (Barcelona), Steven Gerrard (Liverpool), Lionel Messi (Barce lona), Cristiano Ronaldo (Real Madr id), Fernando Torres (Liverpool). Klassikari við broddi Marta og Messi heimsins bestu einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Heimsins bestu fót bólts­ spælar ar, Marta úr Brasil og Mes si úr Argentina, saman við FIFA­aðalskrivaranum, Joseph S. Blatter Mynd: Fabrice Coffrini/AFP Photo Dystir annan jóladag Coca-Cola kappingin, kvinnur Seinnu hálvfinalur 26/12 14.30 Kyndil­VÍF 26/12 16.00 Stjørnan­Tjaldur Coca-Cola kappingin, menn Seinnu hálvfinalur 26/12 16.00 Kyndil­VÍF 26/12 18.00 H71­Neistin Høgni Klein og hinir í Kyndli skulu annan jóladag forða VÍF í at koma afturíaftur í steypakappingini. Fyrru hálvfinaluna teirra millum vann Kyndil við fýra málum Mynd: Álvur Haraldsen