mikudagur 23. desember 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 246 · jólini 2009
20
VIKUSKIFTI
okkurt annað, sum okkum í grundini
ikki tørvar. Jú, tað er yvir drivið. Men
tað kunnu vit ikki lasta handils fólk
inum, tey gera bert sítt arbeiði. Hvør
einstakur má sjálvur taka ábyrgdina
av tí.
‒ Viðvíkjandi vættrunum haldi eg,
at ein nissa ella tvær eru hugnaligar, og
vit hava eisini nissur heima hjá okkum á
Strondum. Nissurnar eru eingin hóttan
ímóti Jesusbarninum soleiðis sæð, tær
skapa tó heldur onga gleði.
‒ Men tað er líkamikið um tað er
ein nissa, sum fær teg at keypa, ella
ein eingil. Eingilin, sum fær teg at yvir
trekkja kontoina ov nógv, og vakrir
jóla sálmar inni í einum supermarknaði
eru líka skaðiligir sum nissan.
Hvat heldur bispur um
jólaborðhaldini og jólaveitslurnar,
sum mynda adventstíðina?
‒ Eg haldi, at hetta við at vera á jóla
fro kosti fleiri ferðir um vikuna í hálv
an annan mánað, tað oyðileggur tað
serliga við tí. Tá verður tað sum at fara
í ein pylsuvogn. Men eg má siga, at ov
mikið drekkarí undan jólum, tað er
ikki gott. Eg skal ikki vera ágangandi
og døma fólk. Men tað er sjáldan, at
ovmikið drekkarí veksur um jólafriðin
ella hevur frið við sær yvirhøvur.
‒ Men fólk hava sjálvi ábyrgdina av
sínum lívi, og tí er tað ein liður í míni
kvøldbøn, at eg skal læra at virða rættin
hjá fólki at liva sítt lív, sum tey vilja.
‒ So er tað eisini hetta, at øll arbeiðs
pláss við virðing fyri sær sjálvum hava
jólatræshald fyri børnunum. Hví hava
tey ikki heldur tiltøk uttandura um
summ ar ið? Vísa teimum Føroya land
ein fagran dag í mai? So kundu børnini
sæð náttúruna, heiðafuglin, grasið og
landið ístaðin fyri eina nissu í einum
grýlu skorti. Tað er jú einki gevandi ella
stutt ligt við tí.
‒ Møguliga eru vit sjálvi við til at
gera lívið til ein glæntrileik ella gera
eina parodi uppá tilveruna. Og eg haldi
ikki altíð, at tað riggar líka væl at blanda
tey fólksligu og tey kirkjuligu jólini
sam an. Til dømis sigi eg nú altíð nei til
at tendra jólatrøini. Eg fari á hvørjum
ári burtur í desember mánaði og sleppi
mær avstað, áðrenn jólatrøini verða
tendrað, tí fólk skilja ikki, hví prestur
sigur nei til at tendra jólatræið.
‒ Men eg havi fyrr roynt at tendrað
træið. Tey bóu meg koma og tendra, og
síðani skuldi eg lesa jólaevangeliið og
biðja Faðir vár. Men mitt í tí heila kom
ein brandbilur ýlandi og blinkandi, og
fleiri jólamenn komu niður úr einum
stiga ‒ meðan eg standi og biði Faðir
vár ‒ og tað tímdi eg ikki. Tá máttu tey
velja jólamannin ella prestin. Og tá tey
ikki funnu útav at velja prestin, so haldi
eg meg bara burtur.
Er tað farið um mark við
gávunum, ella er tað ein vakur
siður til minnist um Jesusbarnið,
sum varð gávan til okkara?
‒ Eg vil mæla til, at vit geva gávur.
Kanska skulu vit enntá geva onkrum,
sum vit ikki halda hevur uppiborið tað,
eina gávu. Men tað er ikki nøgdin ella
stødd in av gávum, sum telur.
‒ Í fyrstu syftu gav Gud okkum
nak að, sum ikki fekk innivist annað
enn í eini krubbu. Hann gav okkum
sín son, sum seinni doyði, so tað var
ikki serliga glæsiligt. Hann fór ikki í ein
super marknað, eina kongsborg ella gav
okkum ein kongsson. Tað var eitt fá
tækt barn, og tí er tað menniskjað, sum
er essensurin í jólunum. Vit kunnu nú
siga, at vit hava eitt innara virði, og tað
er gávan, sum jólini snúgva seg um.
‒ Mær dámar best, um gávurnar
verða evnaðar. At eiga eina abbadóttur,
sum teknar eina mynd, er praktfult.
Abba dótturin fær tó helst onkra keypta
leiku, men tað er týdningarmikið, at vit
taka okkum tíð til at siga børnunum, at
hesar gávurnar ikki akkurát eru gleð in.
Gleðin er, at abbin er góður við abba
dóttr ina, og gávan er bara eitt tekin um
tann kærleikan.
‒ Nú eri eg hampuliga væl fyri fíggj
ar liga, men eg havi eisini roynt at ver
ið minni væl fyri. Og tey stillastu og
rólig astu jólini, við mest hugna, vórðu
kanska tey jólini, tá vit áttu minst. Tá
man ikki eigur so nógv, hevur man
lyndi at virðis meta tað, sum er. Men
tá man satt at siga eigur alt, verður
tað torført at gerast veruliga glaður
fyri gáv ur nar. Í grundini eru vit jú vit
mett að; vit hava ikki tørv á nøkrum.
‒ So tað, at eg fái loyvi at vera saman
við mínum kæru, og at tey halda meg
út, er ein stór gáva. Tey kundu aldrin
givið mær ein kekk í staðin, og uttan
tey var eg fátækur. Eg haldi, at vit ofta
hava lyndi at gloyma, hvussu stór
gáva lívið er. Og um ein maður hevur
ein vakr ari klædning enn eg, ella ein
hatt, sum er hægri enn mín, so er tað í
grundini totalt líkamikið.
‒ Tað, sum telur, er at hvíla í sær
sjálv um og í einastu jólagávuni, sum
er nakað, nevniliga Kristusi.
Tað er líkamikið um tað er ein nissa, sum fær teg at keypa,
ella ein eingil. Eingilin, sum fær teg at yvirtrekkja kontoina
ov nógv, og vakrir jólasálmar inni í einum supermarknaði eru
líka skaðiligir sum nissan.
Men mitt í tí heila kom ein brandbilur ýlandi og blinkandi,
og fleiri jólamenn komu niður úr einum stiga -meðan eg
stóð og bað Faðir vár- og tað tímdi eg ikki.
mynd: jens kristian vang