Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 246 · jólini 2009 8 VIKUSKIFTI tips lagt tIl rættIs: Inna Törnroos 24. desember, handlarnir eru stongdir, og tær manglar enn nakrar jólagávur. ongin orsøk til panikk. Við eitt sindur aV hugflogi ber til at ganda stuttligar og persónligar jólapakkar fram. Jólagávurnar í evstu løtu P.S. Hóast, at neyð er á tær, so er hetta ongantíð loyvt: • Pakka gomul ting inn og lata sum um tey eru nýggj • Geva ting í gávu, sum tú sjálv/ur hevur fingið • Skifta gávulepan út og skriva, at gávan er frá tær Skerpikjøt ella ræstan fisk Serføroyska gávan er altíð vælumtókt! Pakka væl inn, so ikki ber til at gita, hvat gávan inniheldur. Persónligt gávukort Hetta er eitt satt hitt, at fáa. Eitt gávukort, sum ikki kostar eitt oyra at gera og geva. Tú lovar tínum manni ella tínari konu okkurt gott, og tey sleppa sjálvi at velja nær, tú skal massera í ein tíma, ella dustsúgva alt húsið. Nøkur dømi: 1 x Ein tíma vøddamýking 1 x Døgverða á matstovu 1 x Fótabað 2 x Dustsúgva alt húsið 2 x Leggja børnini 1 x Vatna blómurnar í eina viku 1 x Túr at keypa (uttan grenj) 4 x Vaska upp Ferðaseðil Keyp eina uttanlandsferð á netinum. Skriva ferðaseðilin út og pakka saman við hansara ella hennara svimjiklæðum – um túrurin fer til heitari breiddarstig. Súltutoy í vakra krukku gamla omman ella strongda vinkonan hava kanska ongan rabarbuhava. Tú hevur rabarbur í yvirflóð í frystiboksini. hví ikki kókað rabarbusúltutoy. finn eina krukku fram og kanska eitt tøjstykki og skriva "heimagjørt rabarbusúltitøj" á krukkuna. Blað Stovna eitt hald av einum blaði, tú veit hann ella hon lesur ofta, ella hevur brúk fyri í arbeiðnum. Keyp eitt eintak av blaðnum, rulla saman og pakka inn. Heimagjørdar karamellur Jólini eru slikkhátið. Heimagjørt smakkar oftani best, og er tí ein fitt gáva til vinkonuna ella ommu. karamellur 2,5 dl av róma 3 dl av sukuri 1 súpsk av siropi 1 súpisk av smøri 1 súpsk vaniljusukur Kóka róma og sukur, til tað gerst tjúkt. Lat siroppin, smørið og vaniljusukrið í. Kóka alt saman á lágum hita. Ger royndir við at taka eitt sindur av blandingini á eina teskeið og dryppa í kalt vatn. Gerst blandingin hørð eru karamellurnar liðugar. Stoyt á eina smurda bakiplátu og lat kølna. Sker síðani í fýrkantar og pakka inn í pappír.