Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 23. desember 2009 47 lýsingar Við Landavegin í Hoyvík Vilt tú vera við at marknaðarføra Smyril Line á netinum og at samskifta online við málbólkin hjá okkum í Føroyum, Danmark, Týsklandi og aðrastaðni í Evropa, so hava vit eitt sera spen- nandi starv til tín. Vit leita eftir einum starvsfólki, sum skilir týd- ningin av online-samskifti, og sum kann gera Smyril Line sjónligt fyri umheiminum á interneti- num. Vit leita eftir einum starvsfólki, sum hevur dirvi og vilja, og sum skilir týdningin av online- marknaðarføring. Vit bjóða tær eitt spennandi fulltíðarstarv í ein- ari vaksandi fyritøku, sum heldur til í Tórshavn, Keypmannahavn, Hanstolm og Kiel. Størsta ábyrgdarøkið verður at samskipa sam- skiftið á netinum, syrgja fyri at Smyril Line verður sjónligt, har tað er neyðugt, millum annað á Google og øðrum leitimaskinum, skriva tekstir, viðlíkahalda heimasíður og annað. HØVUÐSUPPGÁVUR: – Styrkja Smyril Line á online-økinum – Samskipa aktivitetir í sambandi við dagføringar o.a. á heimasíðunum – Skriva tíðindi til heimasíðurnar – Dagføra tekstir og myndir – Syrgja fyri, at øll produkt eru at fi nna – Syrgja fyri, at alt sær gott út – Supportera allar skrivstovur á samskiftisøkinum VIT VÆNTA, AT TÚ: – Arbeiðir skipað og sjálvstøðugt – Hevur royndir á økinum – Hevur viðkomandi útbúgving – Dugir væl at samskifta við starvs- felagaðar og onnur – Dugir at orða teg í minsta lagi á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu – Hevur royndir við CMS-skipanum Internetsamskipari til Smyril Line Hevur tú spurningar um starvið, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við marknaðarstjóran, Henny á Líknargøtu, á +298 551511 ella á henny@smyril-line.fo. Starvið skal setast skjótast til ber, so um hetta hevur tín áhuga, verður tú vinarliga biðin um sum skjótast at senda okkum tína umsókn við teldubrævi til henny@ smyril-line.fo ella við vanligum brævi til: Smyril Line Yviri við Strond 1 Postboks 370 FO 110 Tórshavn Kundaráðgevi til Suðuroyar Sparikassa í Havn Vilt tú vera við til at seta kundan í fokus? Vilt tú gerast ein týðandi leikari á einum nýskapandi liði? Suðuroyar Sparikassi søkir eftir kundaráðgeva til deildina í Tórshavn. Høvuðsuppgávur Ráðgeving av privatkundum, smærri vinnukundum og aðrar vanligar uppgávur í einum peningastovni. Harumframt fært tú ein týðandi leiklut í framhaldandi menningini av Suðuroyar Sparikassa. Førleikakrøv Peningastovnsútbúgving, men Bankaskúli II ella hægri útbúgving er ein fyrimunur, og tú ert opin fyri persónligari og fakligari førleika- menning. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, ágrýtin og fleksibul. Tær dámar at hava nógv at gera, eins og tær dámar væl fjølbroyttar uppgávur og at fullføra eitt arbeiði. Hevur tú hug at frætta meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Rúna Heðinson, deildarstjóra, á telefon 239873, á runi@sparsu.fo, ella tú støkkur inn á gólvið á deildini í miðbýnum í Havn. Umsóknir Umsóknir skulu sendast til Suðuroyar Sparikassa, Postboks 374, 110 Tórshavn, att.: Rúni Heðinson, ella til runi@sparsu.fo. Umsóknarfreistin er 4. januar 2010 kl. 12.00. Vitja eisini heimasíðu okkara www.sparsu.fo Í Suðuroyar Sparikassa arbeiða 20 fólk. Vit arbeiða saman fyri at veita kundum okkara eina munadygga tænastu og fyri at tryggja framtíðina hjá Suðuroyar Sparikassa. Vit seta kundan í fokus og leggja áherðslu á nýskapan, førleikamenning og hugna fyri okkara kundar. Postboks 2 · 910 Vágur · Fax nr. 359871 · www.sparsu.fo · sparsu@sparsu.fo