Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 31

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 246 · jólini 2009 31 VIKUSKIFTI VIlt inni hjá Lassa og Turid 200 rádýrsskøltar og eini 20 útstappaði djórahøvd prýða veggirnar í stovuni hjá listamanninum lassa sørensen og konuni turid í sørvági. ‒ eg hevði ikki funnið uppá at hongt nakað á veggin, sum eg ikki sjálvur hevði skotið, sigur lasse. Heim inna törnroos inna@sosialurin.fo Lasse Sørensen er føddur í Danmark, men hevur búð í Føroyum síðan 1960. Hann er kendur fyri sínar vøkru tekn­ ingar og málningar av náttúru og dýr­ um í Føroyum og uttanlands. Tann síðan av Lassa, sum kanska ikki er so kend, er veiðumaðurin Lasse. Skøltarnir, sum hanga á langa vegg­ inum í stovuni eru frá 1965 og fram til 2009. Á hvørjum ári er Lasse í Danmark til rádýraveiðu, og hvørt einasta rádýr endar á vegginum. ‒ Tá eg hyggi á veggin, minnist eg aftur á, hvussu tað var á teimum ymisku veiðuferðunum, greiður hann frá. Á vegginum undir liðini av skølt­ unum, er eitt stórt høvd av eini anti­ lopu, ið Lasse skjeyt á eini ferð til Suður afrika 1988. Barnaheimið Húsið, sum hjúnini búgva í, er barna­ heimið hjá Turid. Uppruna húsini stóðu klár í 1934, men tá Lasse og Turid fingu børn, var bygt uppí. Nú eru heili seks kømur á loftinum. Børnini eru vaksin og búgva bæði í Danmark. Turid hevur arbeitt sum lærari í Sørvágs skúla í nógv ár. Hon nýtir tey nógvu hornini at hanga jólapynt á, nú jólini nærkast og dótturin við maka kemur heim. ‒ Tá antilopan kom í túnið, mundi eg svímað. Kassin var so øguliga stórur, so eg skilti slettis ikki hvat tað var, sum var í, fortelur Turid. Hon hevur verið við á nógvum veiðu ferðum, men ongantíð skotið nak að sjálv. Sonurin Jákup hevur arvað veiðu­ áhugan frá pápa sínum, og starvast nú við at vísa hvussu ein flettur og hagg­ reiður djór. ‒ Tað løgna er, at Jákup felldi sítt fyrsta rádýr á sama staði, har eg felldi mítt fyrsta í 1965, greiður Lasse frá. Tey nógvu veiðuminnini í heiminum eru ikki har, tí Lasse vil reypa av sær sjálvum. ‒ At vera veiðumaður er ein »liden­ skabur« og ein áhugi, og tí vil man minn ast aftur á tað, greiður hann frá. Áhugin hevur eisini givið seg til kenn ar í 19 bókumm um nátturu og djóra lív, og nógvar greinar í donskum, før oyskum og altjóða tíðarritum um veiðu lív. Zebraskinnið er frá veiðuferðini í Suðurafrika 1988