týsdagur 11. desember 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 239 - 11. desember 2001
Nr. 239 - 11. desember 2001
3
Føroyskir menn skulu
fáa hendan spildur-
nýggja trolaran,
flaggskip grønlend-
inga, at bera seg fíggj-
arliga. Prísurin er 134
milliónir krónur.
Hann var á Havnini í
vikuskiftinum og
kastar fyrstu ferð í
dag í Eysturgrønlandi
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Teir gerast størri og størri,
rækjutrolararnir, effektivari
og effektivari og snotiligari
og snotiligari. Leygardagin
lá nýggjasti trolarin hjá
Royal Greenland, Akamalik
á Havnini. Hann er nýbygn-
ingur, bygdur í Spania og
skræddaraseymaður
at
fiska rækjur í Grønlandi.
Í dag kastar hann fyri
fyrstu ferð. Leiðin gekk til
Eysturgrønlands og skipari
hendan túrin er Linjohn úr
Skálavík. Hann er royndur
rækjuskipari. Og tað er
ongin trupulleiki, um nógv
rækja er undir. Í Eystur-
grønlandi hevur altíð verið
nógv av stórari rækju at fáa,
og hendan verður seld til
Japans. Hon verður pakkað
í 1 kg eskjur. Vanligir
rækjubátar í dag kunnu
pakka 10 tons av Japan-
rækjum, nýggi Akamalik
kann pakka 35 tons av jap-
anrækjum. Hann kann eis-
ini frysta 65 tons av øðrum
rækjum. Teoretiskt kann
hann arbeiða 100 tons av
rækjum undan um dagin.
– Trolarin er havsins
Rolls Royce innan rækju-
bátar, sigur ein errin Jógvan
Tróndarson, sum eisini er
skipari á bátinum. Hann
skal á brúnna næsta túr.
Jógvan hevur verið við at
byggja bátin sum serkømur
og hevur luttikið í arbeiðin-
um, at fáa bátin so góðan
sum møguligt.
– Hann er allur metallis-
eraður oman dekks og tað
merkir at hvør smálutur er
viðgjørdur móti rusti. Eitt
nú gelendararnir, teir eru
fyrst gjørdir til, settir upp
og siðan tiknir niður aftur
og metalliseraðir. Hetta ger
at báturin heldur prís, sigur
Jógvan Tróndarson.
Beinleiðis á plattar
Sum nakað heilt nýtt við
hesum skipinum, so verða
rækjueskjurnar lagdar bein-
leiðis á plattar, áðrenn tær
fara í lastina. Hetta hendir
frammi í frystarínum. Fyrr
skuldu eskjurnar leggjast
við hond á plattarnar og
neyðugt var at ganga á
teimum. Hetta verður ikki
longur. Tær koma á plattum
niður í lastina. Har er bert
ein
maður
við
einum
trukki, og nú er møguleikin
fyri at eskjurnar skulu løst-
ast næstan burtur. Hetta
økir um virðið av lastini og
vit spara eisini tíð, sigur
Jógvan Tróndarson.
Jógvan Tróndarson fór
saman við Linjohn yvir til
Grønlands við gomlu Sól-
borg í 1986. Teir fiskaðu
fimm ár við Sólborg. Síðan
fóru teir umborð á nýbygn-
ingin Kaassassuk.
– Vit hava siglt við
Kaassasuk í 10 ár. Hann
kostaði 75 milliónir at
byggja og hann varð seldur
aftur fyri 75 milliónir og í
hesum 10 ára skeiði fiskaði
hann fyri eina milliard, so
vónirnar fyri at nýggi bát-
urin fer at bera seg eru góð-
ar, sigur Jógvan Trónd-
arson.
Akamalik er bygdur 15 ár
fram í tíðina. Hann er sera
sterkur og pláturnar við
vatngangin frammi í gron
eru
fimm
sentimetrar
tjúkkar. Hann hevur ríkiliga
tóvmegi og hann hevur
heilar átta rækjuskiljarar.
Vanligt er at hava tríggjar.
Havsins Rolls Royce
Akamalik er stásiligasta
fiskifar grønlendingar eiga
C
M
Y
K
3
2