týsdagur 11. desember 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 239 - 11. desember 2001
Nr. 239 - 11. desember 2001
5
Færingernes land er
heitið á teirri nýggju
bókini, sum Hans
Jacob Debes hevur
skrivað. Bókin er
ætlað øðrum norður-
lendingum, tá ið hesir
vilja kunna seg um
Føroyar og føroysk
viðurskifti. Á sam-
komu leygardagin
varð bókin løgd fram,
og tað varð ikki spart
við góðum orðum um
bókina
ÚTGÁVA
Orð og myndir:
Heri á Rógvi
Land føroyinga ella rættari
sagt Færingernes land er
heitið á nýggju bókini hjá
Hans Jacob Debes. Bókin
er ein søgulig gjøgnum-
gongd av Føroyum og Før-
oya søgu. Bókin snýr seg
mest um hendingar frá
1912 at rokna, men toyggir
seg eisini longur aftur í
tíðina. Bókin er skrivað
upprunaliga á donskum av
Hans Jacob Debes. Bókin
hevur eisini sum eitt av
sínum fremstu endamálum
at kunna danir eins og hinar
norðurlendingar um Føroy-
ar og einamest Føroya
søgu.
Bókin tekur mong ymisk
evni upp, men fylgir tó
einari ávísari leið. Arbeiðið
við bókini hevur verið
ígongd síðani 1994. Tað var
Hans Jacob sjálvur, sum
tók stig til bókina. Hann
hevur síðani tó fingið góða
hjálp
nógvastaðni
frá.
Kristian Hvidt og Steen A.
Cold hava staðið fyri at
geva bókina út. Tað er for-
lagið Multivers, sum gevur
bókina út.
Í sambandi við útgávu
varð skipað fyri móttøku í
Norðurlandahúsinum leyg-
ardagin, har fitt av fólki var
savnað. Kristian Hvidt,
Steen A. Cold og Henrik
Borberg tóku allir til orð-
anna á samkomuni, og tað
var týðuligt, at teir vóru
fegnir um útgávuna. Teir
nýttu orð sum privilegium
at lýsa arbeiðið við hesari
bókini.
Sjálvstýri og Samband
Sum áður nevnt, fylgir bók-
in einari ávísari leið allan
vegin ígjøgnum. Henda
leiðin fevnir í veruleikan-
um um tvey spor: loysing
og samband. Tað verður í
bókini gjølla greitt frá,
hvussu hesi bæði sporini
eru gjøgnumgangandi í
nýggjari føroyskari søgu,
og hvussu ómetaligan stór-
an týdning hesi hava havt.
Bókin ber fram fleiri spurn-
ingar í hesum sambandi, og
oftani kann tað tykist meira
sum undran enn sum svar.
»Disse to spors tydelig-
hed og kraft er denne bogs
tema. Deres sammenhæng
er skildringens håb.« (bls.
16).
Bókin fer á tveimum
sporum ígjøgnum Føroya
søgu og føroyska samfelag-
ið. Serliga teir ymsu flokk-
arnir og tey ymsu fyribrigd-
ini verða tikin fram.
Tað, sum kanska er
størsta frámerki við hesari
bókini, er, at Hans Jacob
Debes hevur havt eitt so
vakið eyga við tí føroyska
samfelagnum.
Gjøgnum
hansara
kanningar
og
eygleiðingar kann hann í
bókini bera fram ógvuliga
gjøllar og fyndugar lýsing-
ar av persónum og hugtøk-
unum. Á hvørja síðu bókin
leggur seg, tað skal lesarin
sjálvur sleppa at avgera,
men bókin er so avgjørt
vera at seta seg við, og tað
hevði verið gleðiligt, um
eisini ein føroysk útgáva sá
dagsins ljós.
Meget formidlende
Tað er forlagið Multivers,
sum gevur bókina út. Frá
forlagnum Henrik Borberg
komin til Føroya, og hann
var sjónliga fegin um hesa
nýggju bókina.
Hann greiddi frá, at Hans
Jacob
flestum
kunnugt
longu hevur skrivað eina
røð av trimum bókum, sum
siga frá Føroya søgu, um-
framt aðrar bøkur sjálv-
andi. Hann heldur ikki, at
hetta er ein samandráttur av
teimum trimum, tá ið hesar
ikki so nógv koma inn á
tíðina, sum verður viðgjørd
í bókini, men tað slepst ikki
undan, at hanna hevur gjørt
sær nakrar royndir við hes-
um.
Multivers er eitt akadem-
iskt forlag, og teir eru eisini
rættiliga fegnir um hesa
bókina.
Steen A. Cold, sum var
fyrsti stjórin í Norðurlanda-
húsinum, og Kristian Hvidt
hava staðið fyri at fáa bók-
ina út. Steen A. Cold hevur,
umframt at vera við til at
ritstjórna, eisini verið við
til at skriva partarnar av
bókini, sum greiða frá
teimum ymsu persónum.
Debes er føroyingur við
stóra F. Hann hevur eisini
síni sjónarmið, men hetta er
veruliga ein ógvuliga væl
balansera bók, sigur Kristi-
an Hvidt, sum í mong ár
hevur verið arkivar á Fólka-
tinginum.
Sjálvur kundi Hans Jacob
Debes ikki vera til staðar, tá
ið bók hansara varð løgd
fram fyri almenninginum
leygardagin. Hans Jacob er
sjúkur, og í hansara stað var
dóttur hansara komin at
taka ímóti einum blómu-
tyssi og heilsanum fyri eitt
dygdargott avrik.
Føroya søga til norðurlendingar
Dóttir Hans Jacob Debes, Súsanna, tók ímóti heilsanum og
blómum fyri páoa sín á samkomuni í Norðurlandahúsinum.
Teir tríggir, fv. Steen A. Cold,
Henrik Borberg og Kristian
Hvidt, kundu ernir leggja
bókina, Færingernes land,
fram leygardagin.
Fríggjakvøldið var
eldur í einum húsum
í Havn, og skaðin var
stórur. Orsøkin til
eldin var garnatálg, ið
húsfólkið hevði
gloymt á komfýrinum
ELDSBRUNI
Stefan í Skorini
Fríggjakvøldið var eldur í
einum sethúsum í Dalagøtu
20 uppi undir Varða í Havn.
Boðað varð frá eldsbrunan-
um klokkan 21.51. Trý
korter seinni høvdu sløkki-
liðsmenninir tamarhald á
støðuni, og ein tíma seinni
hevði sløkkiliðið sløkt eld-
in.
Hann hevði tá elvt til sera
stóran skaða á sethúsini.
Nakað av skaðanum var
beinleiðis av eldinum, men
royk- og vatnskaðarnir
vóru meira umfatandi og
oyðiløgdu ein stóran part
av húsinum.
Trý fólk vóru í húsinum,
men eingin teirra hevði
varnast eina grýtu við
garnatálg, ið stóð á kom-
fýrinum og kókaði. Feittið
festi í og gjørdi stóran
skaða.
Av løgreglustøðini verð-
ur sagt, at tað gekk skjótt at
sløkkja eldin, og at hús-
fólkini boðaðu frá eldinum
beinanvegin. Tey vóru ikki
farin til songar, men vóru
framvegis uppi, tá tey
varnaðust eldin.
Selmar Joensen og Jenny
Lydersen eiga húsini, ið
brendu. Óvist er, nær tey
kunnu flyta innaftur í tey.
Eldur í sethúsum:
Gloymdu garnatálgina
Hesi húsini fóru illa av eldi fríggjakvøldið. Húsfólkið hevði gloymt eina grýtu við garnatálg, ið
stóð á komfýrinum
MYND: Álvur Haraldsen
SJÓGVUR
Stefan í Skorini
Leygardagin kom íslendska
farmaskipið Brúarfoss á
Havnina. Orsøkin var, at
skipið hevði fingið ein
stóran sjógv. Nógvur sjógv-
ur var komin í skipið, og
tað var neyðugt at pumpa
hann úraftur.
Brúarfoss var á veg úr
Vestmannaoyggjunum til
Immingham í Onglandi.
Skipið leggur vanliga ikki
at í Føroyum, men leygar-
dagin var tað neyðugt.
Stutt eftir at skipiði hevði
lagt frá landi, fekk tað ein
øgiligan sjógv, sum hevði
við sær, at skipiði fyltist
við sjógvi. Rættiligt ódnar-
veður var har um leiðir um
vikuskiftið. Skipið sjálvt
fekk tó ongan skaða.
Tað
vóru
menn
frá
sløkkiliðnum og skipa-
smiðjuni í Havn, sum
pumpaðu sjógvin úr skip-
inum.
Ravmagnskervið
hevði eisini fingið skaða av
sjógvinum, og tí komu
menn frá Leif Mohr at
umvæla ravmagnið.
Brúarfoss kom á Havnina
klokkan hálvgum tíggju um
morgunin og fór avstað-
aftur tólv tímar seinni.
Brúarfoss á Havnina
at pumpa sjógv
Brúarfoss mátti leygardagin leggja inn á Havnina at pumpa
sjógv úr skipunum. Ódnarveður var, og skipið hevði fingið ein
ógvusligan sjógv
Savnsmynd
Rendu í tunnils-veggin
FERÐSLUÓHAPP
Stefan í Skorini
Sunnumorgunin var eitt ferðsluóhapp í Leirvíkstun-
linum, har førarin var fullur. Tað kundi havt álvar-
samar avleiðingar.
Á veg til Leirvíkar missir førarin tamarhaldið á
bilinum, sum fer út í tunnilsveggin. Bilurin fekk stóran
skaða, men teir báðir menninir sluppu væl frá óhapp-
inum. Førarin sat í trygdarbelti, men hin sat óvardur
og endaði á baksetrinum av stoytinum. Bilurin er vrak,
so teir vóru hepnir.
Tá løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at førarin,
ið er 19 ára gamal, hevði høgt innihald av alkoholi í
blóðinum. Hann missir tí óivað koyrikortið.
Herverk á politibil
HERVERK
Stefan í Skorini
Leygarnáttina varð herverk framt móti einum
politibili, ið stóð parkeraður í miðbýnum í Havn.
Løgreglumenninir vóru úti, og bilurin stóð óvardur.
Ein ungur maður legði á bilin og knústi útryknings-
ljósið.
Løgreglumenninir tóku mannin, meðan hann framdi
herverkið, og hann kann vænta sær eitt endurgjalds-
krav.
Tók vørur fyri
600 krónur
STULDUR
Stefan í Skorini
Leygardagin varð løgreglan boðsend
at koma niðan í Miklagarð í SMS. Ein
miðaldrandi maður varð steðgaður av
starvsfólki í handlinum, tí hann hevði
tikið vørur fyri einar 600 krónur í
handlinum.
Løgreglan hevur handtikið mannin,
og hann verður skuldsettur fyri stuldur.
Í fongsul fyri at
koyra uttan loyvi
LØGREGLUTÍÐINDI
Stefan í Skorini
Fríggjanáttina klokkan trý varð ein 28
ára gamal maður tikin á Strondum.
Hann varð tikin fyri at koyra í frádøm-
ingartíðini, eftir at hann hevur mist
koyrikortið.
Maðurin kann vænta, at hann skal
inn at sita fyri hetta brotið á lógina.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at løgreglan
tekur viðkomandi í frádømingartíðini,
og tí skal hann í fongsul. Maðurin var
einsamallur í bilinum.
C
M
Y
K
5
4