Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 239 - 11. desember 2001 Nr. 239 - 11. desember 2001 7 Jústinus Leisson Eidesgaard Av teimum 43 kommun- unum i landinum hava bert tvær valt at lækka skattin niður um 16 prosent. Hetta er loyvt nú, eftir at kreppu- lógin frá 1993 er sett úr gildi. Stríðið um kommunu- skattaprosenti hevur verið drúgvt og nógv umtalað seinastu árini. Tá kreppan herjaði í fyrru helvt av ntítiárunum, var lóggivið, at kommunurnar ikki kundu seta skattaprosentið niður um 16 prosent. Síðan hava fleiri komm- unur víst á, at 16 prosent er ov mikið og at tær kunnu klára seg við minni. Nú er so lógin broyttt, soleiðis at skattaprosentin kann fara niður um 16 prosent, men hesum hava bert tvær kommunur tikið av. Tað er Gjáar Kommuna, íð hevur verið ein forsprákari fyri lægri skattaprosentið og so Bíggjar Kommuna, sum er komin niður á 15,70 pro- sent. - Gjáar Kommuna hevur ikki brúk fyri meiri peng- um. Síðan kreppuna í 1993, hava vit fingið meira inn enn vit hava brúkt og tí halda vit tað er rætt at seta skattaprosentið niður aftur á tað støðið, sum tað var áðrenn kreppuna, sigur Sofus Johannesen, borgar- stjóri við Gjógv. - Vit hava javna inntøku í kommununi, her eru eisini nógvir pensionistar við kríggjpensión og tað hjálpir væl til. Vit hava gjørt nakrar íløgur seinastu árini og okkara íløgukvota er brúkt, tí er ikki neyðugt við so høgum skattaprosenti, sigur Sofus Johannesen 23 prosent hægst Tað er dýrt at búgva í Oyndarfirði og á Sandi. Onga aðrastaðni í landinum verða fólk so knokkroytt av skatti. Her er skattapro- sentið 23 prosent. Men dýrast er at búgva við Oyndarfirði, tí er her barnafrádrátturin bert 2000 krónur, á Sandi er hann 500 krónur hægri. Hetta merkir, at tær krónur sum tú vinnir yvir 150.000 krónur á Sandi og í Oyndarfirði verða skattaðar við 60 prosentum, meðan sama inntøka verður skatt- að við 50 prosentum við Gjógv. Tá er barnafrá- drátturin ikki tikin við. Barnafrádrátturin svingar frá 2000 til 6000 krónur. Í Mykinesi og við Gjógv er hann 6000 krónur. Í Havn er hann 4000 krónur og í Klaksvík er hann 3500. Skattaprosentið í Havn er 18,75 meðan tað í Klaksvík er 20 prosent. Leiðslan á Lands- sjúkrahúsinum vil ikki geva eftir fyri trýstinum frá sjúkra- systrunum á B 6, tí hon stúrir fyri, at so fara aðrar deildir at gera tað sama LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Áki Bertholdsen Leiðslan á Landssjúkra- húsinum vil ikki bakka fyri trýsti. Spurningurin um, hvussu nógv starvsfólk skulu vera á B 6 á Landssjúkrahúsin- um er eisini ein spurningur um prinsipp. Av teimum 23 sjúkra- systrunum á B 6 hava nú 18 sagt seg úr starvi og tær fara á nýggjárinum. Tað einasta, sum kundi fáa tær til at taka upp- sagnirnar aftur, var, at fleiri starvsfólk vórðu sett á deildini, tí tær mettu, at arbeiðsbyrðan var ov tung. Hinvegin sigur leiðslan, at afturímóti líknandi deildum á sjúkrahúsum í Danmark er B 6 miðalgott mannað. Samstundis sigur hon, at á líknandi deildum á donskum sjúkrahúsum eru í miðal eini 50-60 % av sjúklingunum tungir, røkt- arkrevjandi sjúklingar og tað er meiri enn tað eru á B 6, ella í hvussu so er, er tað ikki minni. Men stríðið um B 6 er eisini eitt prinsippmál. Marin Vang, røktarfak- ligur leiðari á Landssjúkra- húsinum, sigur, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum vil ikki geva seg fyri trýsti. Leiðslan óttast, at fáa sjúkrasystrarnar á B 6 eitt úrslit burturúr at leggja trýst á leiðsluna á hendan hátt, fara aðrar deildir at gera tað sama. Hon sigur, at ein týðandi orsøk til, at leiðslan ikki vil ganga krøvunum hjá sjúkrasystrunum á møti, er, at hon stúrir fyri, at hesin hátturin at leggja trýst á leiðsluna fer at breiða seg til aðrar deildir eisini og so kann leiðslan skjótt missa tamarhaldið á støðuni. Tí vil leiðslan ikki geva eftir fyri trýsti av hesum slagnum, sigur hon. Bara tvær kommunur vilja lækka skattin Trýst elvir til móttrýst á Landssjúkrahúsinum Leiðslan á Landssjúkrahúsinum stúrir fyri, at bakkar hon nú fyri sjúkrasystrunum á B 6, fer hesin mátin at leggja trýst á leiðsluna, at breiða seg til aðrar deildir eisini, sigur Marin Vang, røktarfakligur stjóri á Landssjúkrahúsinum Landssjúkrahúsið søkir nú eftir nýggjari manning til B 6 á Landssjúkrahúsinum fyri tær 18 sjúkra- systrarnar, sum hava sagt upp. Men nú verður ikki bara søkt eftir sjúkrasystrum, tí heilsusøktarar kunnu eisini søkja størvini LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Áki Bertholdsen Nú er Landssjúkrahúsið farið at søkja eftir nýggjari manning til B 6 á Lands- sjúkrahúsinum ístaðin fyri tær 18 sjúkrasystrarnar, sum hava sagt upp. Men ístaðin fyri at søkja eftir sjúkrasystrum burtur- av, verður eisini søkt eftir heilsurøktarum, ella al- manna- og heilsuástøð- ingum, ið summi eisini nevna tær. Higartil hevur B 6 verið mannað við 23 sjúkra- systrum og tveimum sjúkrahjálparum, men nú er sostatt líkt til, at saman- setingin skal vera øðrvísi hereftir. Í lýsingini, sum er í bløðunum í dag, er onki tal sett á, hvussu nógvum fólk- um, søkt verður eftir. – Á B 6 eru fleiri føst størv sum sjúkrasystrar og almanna- og heilsuástøð- ingar í blandaðum vaktum leys at søkja sum skjótast eftir avtalu, eru boðini í teirri rættiliga drúgvu lýs- ingini, sum stendur aðra- staðni í blaðnum. Lagt verður afturat, at talan er um fulltíðarstørv, men at møguleiki er fyri at avtala niðursetta tíð. Freistin at søkja størvini er úti 2. januar á miðdegi. Byggjast upp av nýggjum Almanna og Heilsumála- stýrið sigur í lýsingini, at deildin hevur leingi, tó serliga hesa síðstu tíðina, verið merkt av eini truplari hendingagongd, sum hevur ført við sær, at flestu starvsfólkini hava sagt seg úr starvi. – Tí skal deildin byggjast upp av nýggjum, møguliga við øðrum uppgávum. Tørvur er tí á starvsfólki, sum hava hug og evni at seta í verk nýggj tiltøk. Higartil hevur B 6 verið ein deild, sum tekur ímóti innkallaðum og akuttum sjúklingum alt samdøgrið. Hon hevur 18 seingjarpláss og hevur fimm sergreinar Men, nú deildin skal skipast av nýggjum, verða broytingar kanska gjørdar og Almanna- og Heilsu- málastýrið væntar, at tey, sum verða sett, tola hetta og við vælviljað verða við at leggja broytingarnar til rættis og fremja tær í verki. Tær 18 sjúkrasystrar- nar á B 6, sum hava sagt seg úr starvi, stúra ikki fyri, at tær fara at ganga arbeiðs- leysar serliga leingi LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Áki Bertholdsen – Hetta vísir bara, hvussu lítið vit eru virdar. Ingun Gaardbo, álitisfólk á B 6 á Landssjúkrahúsin- um, heldur, at tað er langt úti, at Landssjúkrahúsið nú søkir eftir heilsurøktarum at manna deildina, saman við sjúkrasystrum. Hetta vísir bara, hvussu lítið leiðslan á Lands- sjúkrahúsinum virðir okk- um, sigur hon. Higartil hava 23 sjúkra- systrar verið á B 6. – Tað er uttan iva tí at brúk hevur verið fyri 23 sjúkrasystrum og og ikki øðrum starvsbólkum. – Fara tey nú at seta starvsbólkar í starv, sum hava lægri útbúgving, er tað heilt týðiligt ein niður- gerðing av okkum, sigur hon. – Men skal B 6 nú mann- ast við einum starvsbólki, sum hevur lægri útbúgving, má leiðslan sjálv taka ábyrgdina mótvegis heilsu- verkinum og sjúklingunum upp á seg. Hon sigur, at allar tær 18 sjúkrasystrarnar, sum upp- runaliga søgdu seg úr starvi, standa við uppsagn- irnar og tær fara 31. de- sember. Ingun Gaardbo stúrir ikki fyri, at tær koma at ganga arbeiðsleysar leingi. Kanska fara tær at bjóða seg fram ígjøgnum eina vikarstovu, ella á annan hátt. – Tað ber eisini til at gera okkurt heilt annað í eina tíð, til okkurt vísir seg, sig- ur hon. Annars heldur hon, at allar tær mongu stuðuls- váttanirnar, sum tær hava fingið, áttu at sagt leiðsluni á Landssjúkrahúsinum okkurt. – Sjálvt læknarnir hava alment boðað frá sínum stuðuli til sjúkrasystrarnar og tað er ikki gamalt á Landssjúkrahúsinum, tá ið hugsað verður um ósemjur- nar, sum hava verið ímill- um teir ymsu fakbólkarnar á Landsjúkrahúsinum í nógv ár. At leiðslan á Landssjúkrahús- inum nú vil hava aðrar starvsbólkar, sum hava lægri útbúgving, at manna B 6, vísir, hvussu lítla virðing, hon hevur fyri okkum, sigur Ing- un Gaardbo, álitisfólk á B 6 Prógv um hvussu lítið vit eru virdar Søkja nú eftir blandaðum fólki C M Y K 7 6