týsdagur 11. desember 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 239 - 11. desember 2001
Nr. 239 - 11. desember 2001
9
C
M
Y
K
Føroyski fólkaskúlin
er fyri øll, verður
sagt, men familjan
Poulsen úr Skopun
helt ikki, at pláss var
fyri 12 ára gomlu
dóttir teirra, Gunn-
leyg, sum hevur
ávísar trupulleikar.
Tískil kendu tey seg
noydd til at flyta til
Danmarkar, so at
Gunnleyg kundi fáa
eitt líkinda skúla-
tilboð
SERLIGUR TØRVUR
Orð og myndir:
Terji Nielsen
Líka síðani, at hjúnini
Hildigunn
og
Eyðfinn
Poulsen sendu tvíburðar-
døtur sínar í skúla á sumri í
1996, hevur onnur dótturin,
Gunnleyg,
havt
stórar
trupulleikar við skúlagongd
sínari. Gunnleyg hevur
altíð havt trupulleikar við at
fylgja við í tímunum, og
sum oftast hevur hon bara
sitið og goymt seg í einum
króki, og hetta hevur hon
eisini fingið loyvi til. Tá ið
familjan,
og
onkuntíð
skúlin, hava gjørt eina
roynd fyri at fáa stuðul frá
skúlaverkinum til Gunn-
leyg, hevur hetta víst seg at
vera meira ella minni
ógjørligt. At enda gjørdist
kampurin við føroyska
skúlaverkið ov máttmikil
fyri familjuna úr Skopun,
sum tískil valdi at flyta
niður, har Gunnleyg fekk
eitt undirvísingartilboð, ið
samsvaraði við hennara
tørv.
Rúmast ikki í
fólkaskúlanum
Heystfrítíð er hendan dag-
in, tá ið Sosialurin vitjar
familjuna Poulsen, sum býr
í einari rúmligari íbúð í
miðjútska býnum Skive.
Gunnleyg tekur ímóti í
hurðini. Tað skilst á øllum
brøgdum, at hon hevur
bíðað við spenningi eftir
hesari løtu. Í íbúðini búgva,
umframt
Gunnleyg,
mamman, tveir eldri brøður
og
tvíburðarsysturin.
Gunnleyg hevur tríggjar
aðrar systrar, og tær búgva
allar samlar í Skive. Pápin
er framvegis búsitandi í
Føroyum,
og
familjan
vónar, at innan ikki so rúma
tíð verður gjørligt hjá
teimum at flyta heim aftur,
um føroyski fólkaskúlin tá
hevur skapað rúmd fyri
børnum við serligum tørvi.
- Sum nú er, rúmast hesi
ikki í føroyska fólkaskúlan-
um, sigur Hildigunn Poul-
sen, mamma Gunnleyg.
Trívist væl í nýggja
skúlanum
Áðrenn familjan Poulsen úr
Skopun flutti til Danmark-
ar, høvdu tey kannað gjølla,
hvørjir undirvísingarmøgu-
leikar vóru hjá Gunnleyg í
Skive, har tvær av eldru
systrunum búðu.
Tey komu í samband vid
PPR (Psykologisk Pæda-
gogisk Rådgivning) í Skive,
og har bleiv mælt til, at
Gunnleyg at byrja við kom
at ganga í einum sokall-
aðum OBS-flokki. Hetta er
ein flokkur, har næm-
ingarnir verða eygleiddir av
serútbúnum fólki í upp til
eitt ár, áðrenn endalig av-
gerð verður tikin um, hvar
tey framyvir skulu ganga í
skúla.
Gunnleyg
byrjaði
í
hesum OBS-flokkinum í
august mánaða. Næminga-
talið í flokkinum er í løtuni
fýra næmingar, men eitt
skifti vóru tað bara Gunn-
leyg og ein drongur í flokk-
inum. Tveir lærarar eru
altíð um flokkin, so eitt
skifti høvdu tey ein lærara í
part!
Tá ið vit spyrja Gunn-
leyg, hvussu henni dámar í
skúlanum, er hon kvik at
svara:
- Gott, nógv betur enn í
Føroyum.
Hon hevur ikki trupul-
leikar við málinum, og
sambært
mammuni
er
Gunnleyg nú altíð fús til at
fara í skúla um morgunin,
meðan tað í Føroyum kundi
verða nærum ógjørligt at
fáa hana í skúla.
Galið í fimta flokki
Tað var longu tíðliga í sein-
asta skúlaári, at foreldrini
hjá Gunnleyg avgjørdu at
kanna møguleikarnar fyri,
at Gunnleyg kundi fáa eitt
hóskandi undirvísingartil-
boð, um hon flutti av land-
inum. Tá gekk Gunnleyg í
fimta flokki, og tað var eitt
stríð uttan enda at fáa hana
í skúla um morgnarnar.
Gunnleyg treivst als ikki í
flokkinum, og Hildigunn
Poulsen heldur, at lærar-
arnir í flokkinum als ikki
vóru fyrireikaðir til at takla
slíkar
næmingar
sum
Gunnleyg.
Seinni í sama skúlaári
bleiv so avgjørt, at Gunn-
leyg skuldi flytast niður í
triðja flokk, har hon hevði
onkra vinkonu. Tá gekk
betur at fáa dóttrina í skúla,
sigur Hildigunn Poulsen,
men tað var framvegis langt
frá nøktandi.
Samstundis fekk familjan
Poulsen at vita úr Danmark,
at har var møguleiki hjá
Gunnleyg
at
koma
í
sonevndan serflokk, har tey
ikki vóru so nógv í flokk-
inum, og har allir næming-
arnir høvdu ávísar trupul-
leikar, sum gjørdi tað tor-
ført hjá teimum at ganga í
einum vanligum skúla-
flokki. Tá hesi boðini komu
úr Danmark, var einki at
ivast í hjá familjuni. Tey
fóru av landinum. Tey
høvdu staðfest, at føroyski
fólkaskúlin ikki hevði eitt
líkinda undirvísingartilboð
at bjóða Gunnleyg og
øðrum børnum, ið hava
líknandi trupulleikar. At
flyta av landinum var ein-
asta loysnin, um Gunnleyg
skuldi hava lív lagað í
framtíðini.
Ringt at fáa hjálp
Longu tá ið Gunnleyg var
eini trý-fýra ára gomul,
vóru foreldur hennara greið
yvir, at hon ikki var sum
onnur børn. Tískil vendu
tey sær til myndugleikarnar
fyri at fáa gentuna kannaða.
Rúm tíð gekk, áðrenn
Gunnleyg endiliga slapp til
kanningar á Skúlanum á
Trøðni. Har fingu tey so
staðfest, at hon hevði
epilepsi, umframt at hon
hevði stórar trupulleikar
við at halda konsentra-
tiónini um eitthvørt, ið hon
fekst við. Tað kundi til
dømis vera eitt spæl ella ein
tekning, ið hon var við at
tekna.
Hesar staðfestingar førdu
við sær, at Gunnleyg fekk
stuðul í skúlanum longu frá
fyrsta flokki av. Men
stuðulin var bert ein tíma
um dagin, og sum oftast var
hetta síðst á degnum, tá ið
flest børn eru við at møðast
eftir ein langan skúladag.
Undir øllum umstøðum
helt familjan tað ikki vera
nøktandi.
Fluttu til Havnar
Tá ið Gunnleyg skuldi
byrja í triðja flokki, valdu
foreldrini hjá Gunnleyg at
flyta til Havnar. Vónin var,
at har vóru betri umstøður
hjá Gunnleyg at fáa hjálp í
skúlanum, men so var
tíverri ikki.
Tá ið Gunnleyg var
byrjað í skúlanum í Havn,
var arbeitt við at fáa stuðul
til hennara, og eftir eina tíð
varð játtað, at hon skuldi
fáa stuðul tveir tímar um
vikuna! Hetta var ovmikið
hjá foreldrunum hjá Gunn-
leyg, og áðrenn skúlaárið
var at enda komið, fluttu
tey
suður
aftur
til
Skopunar. Sum áðurnevnt,
so gekst ikki betur í fimta
flokki, tá Gunnleyg kom
suður aftur til Skopunar, og
endin var, at flutt var av
landinum.
Kann ikki vera rætt
Tá vit spyrja mammu
Gunnleyg, Hildigunn Poul-
sen, hvussu hon hevur tað
við at flyta av landinum við
dóttrini, tí hon rúmast ikki í
føroyska fólkaskúlanum,
sigur hon skjótt og greitt: -
Tað er sjálvandi ringt, men
vit høvdu ongan annan
møguleika, um Gunnleyg
skuldi fáa eina líkinda
skúlagongd, og tí var tað
ein løtt avgerð at taka.
Hildigunn sigur, at hon
er
vitandi
um
onnur
foreldur, ið hava børn við
trupulleikum, sum líkjast
teimum hjá Gunnleyg, og
hesi eru í somu støðu sum
familjan úr Skopun. At tosa
við
føroysku
skúlamyndugleikarnar fyri
at biðja um hjálp, er sum at
renna høvdið inn í ein múr.
Víðari sigur Hildigunn
seg ikki duga at skilja, at
man kann tosa um loysing,
tá ið man samstundis ikki
hevur rúm fyri teimum
veikastu
børnunum
í
føroyska fólkaskúlanum.
Sum hon tekur til.
- Børnini eru jú fram-
tíðin, og tað kann ikki vera
rætt, at vit skulu leita av
landinum við teimum.
Nýggja álitið gevur
vón
Tá tosið kemur inn á nýgga
álitið um sernámsundir-
vísing, sum ein arbeiðs-
bólkur hevur gjørt fyri
løgtingsins
mentamála-
nevnd, sigur Hildigunn
Poulsen, at álitið gevur
henni vón um, at tað fer at
bera til hjá teimum at flyta
heim aftur til Føroyar, og at
Gunnleyg tá kann fáa eitt
undirvísingartilboð, sum er
hóskandi
til
hana
og
hennara førleika.
- Hetta er heldur ikki
meira enn rímulig, so at
familjan aftur kann savnast
í Skopun.
Ikki pláss fyri Gunnleyg í føroyska fólkaskúlanum
Gunnleyg hevur ikki
trupulleikar við málinum, og
er nú altíð fús at fara í skúla
um morgunin
Familjan hevur nú vón um,
at hon kann flyta heim aftur
til Føroya, um tankarnir í
nýggja álitinum um
sernámsfrøðiligt virksemi í
Føroyum verða førdir út í
lívið
- Fáa vit eitt gott
tilboð, selja vit
hotellið, sigur Jóhan
Restorff, stjóri á
Hotel Hafnia
SØLA
Turið Kjølbro
Stóra hotellið í miðbýnum
í Havn, Hotel Hafnia, er
framvegis í hondunum hjá
familjuni Restorff. Men
fáa teir báðir Jóhan og
M.C. Restorff eitt gott
tilboð,
verður
hálvt
hundrað ára gamla fyri-
tøkan seld. Fleiri fyri-
spurningar eru komnir, og
tilboð eisini, men hesi
hava ikki verið nóg góð.
- Tað hevur als ikki
skund hjá okkum at selja.
Vit hava góða tíð, og enn
hava vit báðir orku at
arbeiða
á
hotellinum.
Men fáa vit eitt áhugavert
tilboð, viðgera vit tað,
sigur
Jóhan
Restorff,
stjóri á Hotel Hafnia.
Hvussu nógv Hotel
Hafnia er til sølu fyri, vil
stjórin ikki siga.
Orsøkin til, at Hotel
Hafnia verður selt, um
nøktandi prísur fæst, er, at
eigararnir
ikki
vilja
kroysta nakran av eftir-
komarunum til at yvirtaka
hotellið.
- Einki av okkara børn-
um hevur sum er hug at
taka yvir, og vit vilja ikki
tvinga nakran at yvirtaka
eina so stóra fyritøku.
Sum skilst er Flogfelag
Føroya millum tey, sum
hava boðið uppá hotellið.
Hotel Hafnia rundaði
tey fimti árini fyrr í ár.
Hotellið ræður yvir gott
og væl 1500 fermetrum.
58 kømur eru á ho-
tellinum.
Hotel Hafnia
Hotel Hafnia framvegis til sølu
Árbókin, sum er
almenna hagtals-
verkið fyri Føroyar,
er ein sera hent
handbók hjá politik-
arum, fyrisiting,
fakfelagsfólki,
stovnum og øðrum
ÚTGÁVA
Føroya Skúlabókagrunnur
hevur í samstarvi við
Hagstovu Føroya givið út
Árbók fyri Føroyar 2001
sum bók og á fløgu. Í
árbókini er nýggjasta hag-
talstilfarið um føroyska
samfelagið við enskum
undirteksti. Tær mongu
frágreiðingarnar og talv-
urnar geva eina fjøl-
broytta mynd av sam-
felagsumstøðunum í Før-
oyum. Her kunnu øll sam-
felagsáhugað kunna seg
um t.d. íbúgvaviðurskifti,
fiskivinnu,
landbúnað,
ídnað,
kommunuviður-
skifti,
almannamál,
kirkjumál,
heilsuverk,
mentanarvirksemi
og
onnur hagtøl um Føroyar.
Útgávan í ár hevur fleiri
nýggjar og broyttar talvur.
Yvirlit yvir tær nýggju og
broyttu talvurnar eru at
finna fremst í bókini.
Harafturat eru leitorð
prentað aftast í bókini, ið
ger tað munandi lættari at
finna áhugavert tilfar í
teimum mongu talvunum.
Teldutøka útgávan á
fløgu
gevur
skúlum,
heimum,
stovnum
og
vinnulívi nógvar og fjøl-
broyttar møguleikar at
viðgera hagtalstilfarið.
Árbókin, sum er al-
menna hagtalsverkið fyri
Føroyar, er ein sera hent
handbók hjá politikarum,
fyrisiting, fakfelagsfólki,
stovnum, fyritøkum, fjøl-
miðlum, feløgum og ikki
minst skúlum. Til skúla
brúks
gevur
Føroya
Skúlabókagrunnur
út
frálærutilfar til árbókina.
Talan er um 13 smærri
hefti við ymiskum upp-
gávum og frágreiðingum
til nøkur av høvuðsevn-
unum, ið eru at finna í
árbókini.
Heftini
eru
ætlað fólkaskúla, mið-
námsútbúgvingum og til
framhaldslestur. Tey eru
ein góð hjálp til betur at
skilja hugtøk og taltilfar.
Bøkurnar Samfelagsfrøði
1 og 2 og Tit bygdu hetta
land venja næmingar at
viðgera, meta um og taka
støðu í samfelagsspurn-
ingum, samstundis sum
tær lýsa søguliga baksýni.
Til hesar bøkur er árbókin
ein ómissandi stuðul.
Umframt úrdráttir úr
teimum hagtølum, sum
Hagstova
Føroya
ger,
hevur árbókin eisini hag-
talstilfar, sum aðrir mynd-
ugleikar ella stovnar hava
víst vælvild at lata til ár-
bókina.
Talvurnar
í
árbókini hevur Hagstova
Føroya skipað fyri. Før-
oya
Skúlabókagrunnur
stendur fyri útgávuni. Ingi
Joensen
hevur
gjørt
permumyndina. Hestprent
hevur umbrotið og prent-
að.
Árbókin er 373 blað-
síður og kostar 150,00
krónur.
Fløgan kostar 200,00
krónur.
Árbók fyri Føroyar 2001
Bókadeild Føroya
Lærarafelags hevur
givið út smábarna-
bókina Út at ganga
eftir Annu-Claru
Tidholm
ÚTGÁVA
Løtan saman við barn-
inum og bókini er nógv
verd, og nú er aftur ein
nýggj bók komin til tey
smæstu. Út at ganga er ein
fitt, lítil bók, sum heilt
vist fer at geva foreldrum
nógvar góðar løtur saman
við barninum. Anna-Clara
Tidholm hevur skrivað og
Niels Jákup Thomsen
hevur týtt úr svenskum.
Lítla barnið veit um tað
at fara út at ganga, lata
seg í buksur, jakka og
stivlar.
Vegirnir
eru
ymiskir: Lítlir, sneiddir,
beinir, uppeftir, langir - og
allastaðni verður steðgað
á og hugt at til dømis
hundum, dunnum, gravi-
maskinum, bilum og so
framvegis. At enda gong-
ur leiðin sjálvandi heim-
aftur.
Høvundurin
Anna-
Clara
Tidholm
hevur
fingið nógvar virðislønir
fyri bæði hesa og fyri
bókina, ið er skrivað á
sama hátt. Hon eitur
Banka uppá og kom út
fyrr í heyst.
Út at ganga er 28 blað-
síður í litum og innbund-
in. Bókin kostar 49 krón-
ur. Hestprent stóð fyri
prentgerðini.
Út at ganga
C
M
Y
K
9
8