Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 246 · jólini 2009 23 VIKUSKIFTI og tey vóru ótrúliga blíð fólk og góvu teimum gávur. Men tá ið sagt varð, at tær vóru danir, mótmæltu tær og søgdu, at tær vóru úr Føroyum. Tað var ikki minst orsakað av Muhameds- tekn ing unum, at tær avnoktaðu seg sum danir. Neyðars børn Tað gjørdi føroysku kvinnunum ilt at síggja nógv børn við sárum á beinunum og nógv børn við nalvabrokki. Tær fingu at vita, at har vóru ómetaliga nógv foreldraleys børn orsakað av kríg- num, ella foreldrini vóru deyð av AIDS. Insest var ógvuliga útbreitt, og barna- deyð iligheitin ovurhonds stór. Tær møttu einum manni við eini barna kistu á økslini. Tær sluppu at vitja eitt sjúkrahús, sum meira var eitt lasarett. Sjúklingarnir vóru fáir, tí tað kostaði so nógv at koma inn á sjúkrahúsið. So illa stóð til á sjúkra húsinum, at tómu sengurnar stóðu úti í túninum, og sjúkrahúsið hevði ikki ráð til at keypa madrassur. Har vóru bara tveir sjúklingar. Ann- ar hevði malaria, og hinum bagdi alt møguligt. Vit fingu at vita, at skuldu sjúk lingar flytast við sjúkrabili, noydd- ust sjúklingarnir sjálvir at gjalda ben- sin ið, og tí var sjúkrabilurin sjáldan brúkt ur. Tó var ókeypis viðgerð fyri fólk við HIV. Kvinnur hjálpa Føroysku kvinnurnar fingu høvi at hitta ein kvinnufelagsskap, ONG, sum royn ir at hjálpa børnunum. Føroysku kvinnurnar vóru so rørdar av arbeiðinum hjá kvinnufelags skap- inum, at tær stuðlaðu teimum við pen- ingi. Vitjanin har gjørdi stórt inntrykk, og fleiri okkara grótu. Eg hugsi um hasi børnini hvønn dag, sigur ein av kvinn- unum á Tjarnargarði. Tað var fyri tær í so stórt umskifti at síggja alt tað ússaliga, og so løtu eftir at verða bodnar til móttøku. Eingi djór Tað slerdi kvinnurnar, at tær ongastaðni sóu nøkur djór. Eingi djór at síggja ann- að enn meyrur, onkur rak geit og so krokodillurnar við borgirnar. Tær fingu at vita, at kríggið hevði gjørt av við øll djór ini. Skipað var fyri, at tær skuldu heilsa upp á fíggjarliga umsitingarleiðaran í land inum, og aftur fingu tær gávur. Tær høvdu tað eisini stuttligt á ferð ini, og tað var ein stór uppliving at sleppa á muslimska marknaðin, har alskyns vørur vóru at fáa. Marknaðurin var í einum stórum húsi, og á niðastu hædd seldu tey hønur. Har sluppu tær ikki at keypa nak að. Tær fóru í gásagongd gjøgnum markn- að in við einum lívverja fremst og ein- um aftast í røðini. Tær koydu aftur til gistingarstaðið har suðuri, og ein dag fóru tær so við bussinum til Gana at vitja beiggja Katrin. Ryggsekkirnar pakkaðu tær til at vera í Gana í tríggjar dagar. Har búðu tær á einum stórslignum hotelli, sum beiggi Katrin átti. Upplivdu nógv Á veg til Gana høvdu tær nakrar góðar upplivingar. Har vóru fleiri vøkur hús, og tær vóru til messu í eini kirkju. Har varð biðið, tí tvær av føroysku kvinnunum høvdu júst mist ein av sínum næstu, tá ið tær vóru har. Presturin bjóði teimum so ein góðan døgurða. Tær vóru eisini og sigldu á ánni við einum lítlum báti, og so aftur til móttøku. Áðrenn tær komu til Gana, vitjaðu tær eitt sjúkrahús, og har vóru bæði starvs fólk og sjúklingar. Munurin á hes um og øðrum sjúkrahúsum var, at hetta sjúrahúsið fær stuðul frá UNICEF. Her var ein skyldmaður Katrin høvuðsmaður. Minni frá trælatíðini Ein dag fóru tær til Cape Coast og vitj - aðu Cape Coast Castle. Tað var hað- ani, at trælirnir í sínari tíð vórðu av- skipaðir. Tær sóu húsið, trælirnir vóru í, meðan bíðað varð eftir farti. Eisini er varðveitt myrka rúmið, sum trælirnir vórðu koyrdir í, um teir ikki aktaðu. Á Fílabeinsstrondini sóu tær eingi ferðafólk, men her vóru fleiri. Cape Coast Castle er eitt stað, sum nógv ferða fólk vitja. The Door of no Return stóð oman fyri inngongdina. Fyrr í ár vitj aði Barak Obama har, og tað var við merkt á húsinum. Uttan fyri stóð ein svartur maður og greiddi frá. – Er tað løgið, at nógvir afrikanar eru beiskir, tá hugsað verður um, hvat hvíti maðurin hevur gjørt ímóti teimum? Tær vitjaðu í eini náttúrupark. Har vóru heldur ikki nøkur djór, men tær, sum tordu, kundu fara upp á eina heingi brúgv og skoða út yvir tað vakra lands lagið. Frálík ferð Mótsetningarnir vóru nógvir. Nógva- staðni búðu tey í kroysum, og bilarnir vóru gamlir, men fartelefon høvdu øll. Tað tekur tíð hjá kvinnunum at svølgja allar upplivingarnar. – Vit vóru greiðar yvir, at tað fór at vera ein mentanarskelkur, og strævið var at síggja so nógva neyð og so nógvan ves ala dóm. Men vit eru fegnar um, at vit gjørdu ferðina, sum heilt vist hevur styrkt sosiala medvitið, siga tær. Hetta var ein sera gjøgnumførdur og væl tilrættislagdur túrur frá byrjan til enda. Katrin legði túrin til rættis sam- an við skyldfólum sínum. Katrin hevði størstu æruna av, at vit fingu so nógv burt urúr. Ein fantastisur túrur í allar mát ar, siga tær. Summastaðni var meira fátæksligt enn aðrastaðni. Kvinnurnar gloyma aldrin tey nógvu børnini Ein vanlig sjón Allastaðni gingu kvinnur og seldu frukt. Føroysku kvinnurnar næstan livdu av frukt á ferðini