mikudagur 23. desember 2009síða 34
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 246 · jólini 2009
34
VIKUSKIFTI
Portrett
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Á stovninum í Bramming hava tey ein
sjónleikabólk og ein tónleikabólk. Í
tónleikabólkinum er eitt orkestur, sum
átta búfólk manna. Í sjónleikabólkinum
eru eisini átta búfólk. Tey hava júst havt
eina framsýning fyri 300 børnum, og
í mai skulu tey aftur á pall við einari
sýning. Evnið í leikinum er yvirhøvur
við innihaldi í sálarviðgerðini, men
evnið verður snarað soleiðis, at tað
verður stuttligt heldur enn tragiskt.
Nógv av búfólkunum hava havt eina
dapra lagnu, men sjálvt tað kann
vendast til tað positiva og stuttliga,
greiðir Halla frá.
Hon dugir ikki at siga, hvussu
vanligt tað er at brúka sjónleik innan
fyri sálarviðgerð í Danmark, men ein
annar bólkur er í hvussu er í Århus.
Hinvegin er tað rættiliga vanligt at
brúka tónleik innan fyri psykiatriina, og
á hvørjum ári verður skipað fyri einum
tónleikaferstivali. Á festivalinum í ár
vóru umleið 600 búfólk, og 35 orkestur
vístu síni evni.
Halla ivast ikki, at føroyingar kundu
fingið nógv burturúr at lagt størri dent
á sjónleikin sum amboð at viðgera
sinnisveik við. Hon vísir á, at talan er
um fólk, sum eru rættiliga veik sálarliga,
og sum hava lítla sjálvsvirðing. Men tað
at sleppa á ein pall og at síggja og hoyra
áskoðararnar klappa er við til at lyfta
sjálvsvirðingina. Fyri einum ári síðani
gjørdu tey í Bramming eina kanning,
har tey spurdu búfólkini, hvønn
týdn ing sjónleikurin og tónleikurin
høvdu fyri teirra gerandisdag. Nógv
av búfólkunum vórðu happað í fólka
skúlanum, tí tey vóru ikki sum hini og
eru vorðin taparar í samfelagnum. Men
kanningin vísti týðiliga, at sjónleikurin
og tónleikurin góvu teimum størri
sjálvsvirðing og betri mót upp á lívið.
Tað ger, at tey klára seg betur í lívinum
og kunnu minnast, at tað hava í hvussu
er verið nøkur góð ting í lívi teirra,
sigur Halla.
Til Moskva
Í januar fekk Halla ein heldur óvænt
aðan fyrispurning, tá hon bleiv spurd,
um hon kundi átaka sær at fara á ein
altjóða sjónleikafestival Moskva við
átta donskum børnum í aldrinum 12
til 14 ár. Her var ikki talan um børn við
sálarligum trupulleikum, men vanlig
børn, sum høvdu tað frávik frá teimum
flestu, at tey hava víst sera góð evni
innan amatørsjónleik, og sum vórðu
vald út til festivalin í Moskva.
Halla veit ikki rættiliga, hví júst
hon bleiv vald til ferðina. Men nakað
frammanundan hevði hon verið á
einum skeiði í Århus, og hon heldur, at
samskiparin hevði fingið eyga á seg tá.
Siðurin við sjónleikafestivalum sum
tí í Moskva byrjaði fyri átjan árum
síðani, og hesi árini hevur festivalurin
ferðast ímillum ymisk lond. Í ár vóru
14 lond umboðað á festivalinum, og
PedagoKUrIn,
sjónleIKarIn
og leIKstjórIn
úr MIðVágI
Halla Á Norði THomasseN arbeiðir sum pedagokur á einum
bústovni fyri ung sinnisveik í vesturjútska býnum bramming.
TóNleikur og sJóNleikur eru sera týðandi partar av tí
pedagokiska arbeiðinum, og her kemur halla til sín rætt.
tí hon er bæði sjónleikari, leiksTJóri og sangari
– Hvussu eg fái tíð alt? Eg veit ikki, men eg haldi, at eg verði ikki so lætt
strongd, og eg gangi ikki so høgt uppí, um vaskitoyið bíðar ein dag ella tveir.
myNd: árni joensen