mikudagur 23. desember 2009síða 35
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 246 · jólini 2009
35
VIKUSKIFTI
Danmark var eitt teirra. Sjálv var Halla
leiðari fyri einari sonevndari workshop,
har hon skuldi undirvísa í sjónleiki.
Afturat sær hevði hon ein starvsfelaga
úr Eysturríki, og næmingarnir
vóru 18 í tali. Einki var fyrireikað
frammanundan, so her ráddi bara um at
brúka hugflogið. Dagurin var skipaður
við undirvísing millum klokkan níggju
og eitt og aftur frá klokkan tvey til sjey
um kvøldið. Í flokkinum vóru børn úr
fleiri londum sum eitt nú Bretlandi,
Ísrael og Russlandi, men tað var ikki
lætta at samskifta við tey. Tey fægstu
dugdu enskt, so hendurnar, fingrarnir
vóru tey mest brúktu amboðini at
samskifta við. Var tað ikki nóg mikið,
bleiv teknikynstrið tikið í brúk.
Børnini lærdu ymisk spøl, og tað
var lætt at vera lærari, tí børnini
dugdu sera væl at spæla sjónleik. Tað
var týðiligt, at londini høvdu sent síni
bestu á festivalin. Tey vóru sera frí á
pallinum, vóru motiverað til alt, og tað
sást, at teimum dámdi at spæla sjónleik.
Tað gjørdi tað so mikið lættari at vera
lærari, og í fleiri førum tóku lærararnir
eisini hugskot frá næmingunum við í
leikirnar.
Munurin hvarv í leikinum
Høvuðsmálið við festivalinum er, at
børn úr ymsum londum við ymsum
mentanum kunnu vera saman og spæla
sjónleik saman. Tað var stuttligt at
síggja, hvussu ymisk børnini vóru, men
hvussu allur munur hvarv, tá tey vóru
felags um at spæla sjónleik. Børnini
høvdu eisini stóra ávirkan á tann leikin,
sum bólkurin hjá Hallu framførdi á
festivalinum, og hjá skeiðleiðarunum
var tað sera stuttligt at síggja, hvussu
stórt hugflog børn hava, tá tey sleppa
at arbeiða.
– Hvat lærdi tú av
ferðini í Moskva?
– Tað var fantastiskt at sleppa at
síggja, hvussu ein kann arbeiða við
sjónleiki. Slagorðið á festivalinum var
"No limits", og festivalurin vísti eisini,
at tað eru eingi mørk. Eisini lærdi eg,
hvussu nógv ein kann fáa burtur úr
børnum, uttan at nøkur ætlan er løgd
frammanundan. Sjálvandi var tað eisini
stuttligt og áhugavert at møta fólki úr
øðrum londum og øðrum mentanum.
– Hvat við Russlandi sjálvum?
– Tað er eitt heilt ørvísið land, enn vit
eru von við her. Har er rætuliga grátt
og myrkt. Eitt trist land, haldi eg. Og
eitt skitið land. Men náttúran er sera
vøkur. Har var sera strangt. Vit sluppu
ikki út úr festivaløkinum. Húsini, sum
vit búðu í, vóru so vánalig, at her
hjá okkum høvdu tey als ikki verið
góðkend hjá fólki at vera í. Nú búðu
vit 40 kilometrar uttan fyri Moskva,
men tað var sum at koma í ein annan
heim at koma inn í sjálvan býin, tí har
var alt sum her vestanfyri.
Sjónleikafestivalur verður ætlandi
aftur um tvey ár. Tað er ikki vist, at
Danmark verður umboðað tá, og tí er
tað heldur ikki vist, at Halla verður við
tá. Men hon ivast ikki í, at hon hevði
tikið av, bleiv hon spurd.
Eisini leikstjóri
Tað var í Esbjerg, at Halla byrjaði sítt
sjónleikaravirksemi fyri átta árum
síðani. Tað var á Esbjerg Børne- og
Ung domsteater, og har hevur hon verið
virkin síðani. Hon hevur havt døturnar
Mariu og Barbaru við sær, og tær
hava verið á palli har fleiri ferðir. Fyri
nøkrum árum síðani fingu Halla og
ein onnur mamma hugskotið at royna
seg sum leikstjórar. Tær hildu, at tað
vóru ov fáir leikir fyri smá børn, so tær
fiongu ein høvund at skriva eitt leikrit,
so tær so settu upp, og sum eydnaðist
sera væl. Síðani hevur Halla sett ein
leik upp á hvørjum ári. Í ár arbeiðir
hon við tveimum leikum, einum fyri
smábørn og einum fyri størri børn.
Halla dylur ikki fyri, at henni dámar
at gera sjónleik við børnum:
– Tað er sera stuttligt. Í Esbjerg
Børne- og Ungdomsteater hava vit tað
so, at tað er pláss fyri øllum børnum.
Vit hava einki limagjald ella annað
gjald, so tað kostar einki at vera við.
Tað ger eisini, at nógv foreldur, sum
ikki hava ráð til at senda børnini til
ymiskt dýrt virksemi, velja at senda tey
til okkara. Tí eru børnini sera ymisk,
men júst tað ger tað so spennandi at
arbeiða við teimum.
– Sjónleikur gevur børnunum styrki
ígjøgnum lívið, sigur Halla.
Spældi Daimi
Í heyst spældu Halla og døturnar við í
einum leiki, sum skuldi lýsa søguna hjá
Esbjerg tey seinastu 100 árini. Her fall
tað Hallu í lut at spæla leiklutin sum
tann kenda songkvinnan Daimi, sum
er ættað úr Esbjerg.
– Nú líkist tú ikki Daimi,
men hvussu var tað at
spæla hendan leiklutin?
– Nei, vit líkjast ikki, men tað var
stuttligt. Nú hevði eg hugt eitt sindur
eftir henni áðrenn og hevði lagt til
merkis, at hon stendur still, meðan
hon syngur. Tað var eitt sindur ringt
at venja seg við. Men nú fekk eg eisini
ein leiklut sum ein bosnisk kona, og
tað var í veruleikanum lættari, og
áhoyr ararnir flentu óført, tá eg tosaði
danskt við eitt sindur av gøtudonskum.
So kanska ljóðar tað líka at hoyra ein
føroying tosa gøtudanskt sum at hoyra
ein úr Bosnia royna at tosa danskt.
Tað sæst á andlitinum, at Hallu
dámar at tosa um sjónleik, og hon ivast
heldur ikki í, at hon fer at halda fram
sum sjónleikari.
– Ja, tað rokni eg heilt vist við. Eg
havi onkuntíð hugsað um at læra okkurt
víðari innan fyri drama, men tað verður
so ikki nú. Tí tað er stuttligt at spæla
sjónleik og at síggja, hvussu leikurin
kann hjálpa fólki. Í mínum arbeiði havi
eg eisini lært, at drama er eitt sera gott
amboð til at lýsa kenslurnar hjá fólki við
sinnistrupulleikum við. Tað er stuttligt
og mennandi - eisini fyri meg.
Halla hevur altíð sungið nógv. Hon hevði barnakór í Miðvági, aðenn hon flutti til Danmarkar.
MyND: árni joensen