mikudagur 23. desember 2009síða 36
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 246 · jólini 2009
36
VIKUSKIFTI
Hugleiðingar
HANUS KAMBAN
h.kamban@kallnet.fo
Á vári 1956, nakað áðrenn vit fluttu til
Havnar, var sviin Steen Nordenskjöld
suðuri í Skúgvi, á einum av sínum
mongu ferðum har. Hann skuldi filma
skúgv, soleiðis sum hann ber seg at í
verpingartíðini, og eg varð biðin um
at fara við honum og bera tey heldur
tungu fototólini. Upptøkan varð gjørd
á tí vallaða lendinum, oman frá eggini,
nakað miðskeiðis millum Vatnsdal og
Botn. Helst hevur hann spurt meg
um mína framtíð, tí eg minnist, at á
heimferðini, meðan vit steðgaðu á
og rindaðu møðina, hugsaði eg um,
at nú skuldi ein fara til Havnar at
læra eingilskt, týskt, franskt og latín.
Framtíðin glógvaði fyrijáttandi, sum
ein dreymur.
Tvær vikur eftir ólavsøku, stutta
tíð eftir at okkara familja var komin
til Havnar at búgva, hittust vit so øll
úti á VBV. Sólin skein henda dagin,
rættilig skúlagongd var ongin, men
næmingar og lærarar gingu ein túr.
Sama dag blivu klassarnir skipaðir, og
vit, sum skuldu byrja í 1. preliminer,
vórðu býtt sundur í ein a-flokk og ein
b-flokk. Skúlastovurnar vóru uppi á
loftinum, onnur var heldur lítil og undir
eini væðing, og tí varð gjørt av at býta
sundur eftir stødd, so vit í b-flokkinum
vóru miðalhøg ella lægri.
Vit vóru, um ein líknar við nútíðar
skúlamentan, ein heldur lítil flokkur.
Genturnar vóru Sólvá, Elin, Hjørdis,
Jutta, Elisabeth, Jóhanna og – seinni
– Judith og Elise Fiege. Dreingirnir
vóru Georg, Páll, Jákup, Jógvan á Dul,
Jógvan Hammer, Hans Andrias, Ingi
Jacobsen, Ingi Mohr, Finnur, Kristoffur,
Werner og undirritaði. Fýra gjørdu ikki
skúlan lidnan.
Hetta skiftið var mest at kalla eitt
rituelt vegamóti, bygdin var løgd aftur
um bak, ein var nú ungur borgari á
einum lítlum plássi, sum samstundis
hevði býarins týðiliga merki, við
bryggju, havn, skipasmiðju, handlum,
konsertum, dansihúsum og biografum.
Mong okkara vóru børn og vaksin
í senn, moyr, óroynd og óbúgvin,
vit virdu og hámettu dreingirnar í
teimum eldru flokkunum, við teirra
fremmandorðum, reypi og respektloysi,
og tað var ikki sørt, at vit dreingir vóru
hugtiknir av summum av teimum eldru
gentunum.
Nøkur deydlig tíð var hetta ikki,
Út varp Føroya kom, Føroya Rit-
høv undafelag varð stovnað, Nasser
tjóðartók Suez-veitina, russar sendu
tann fyrsta fylgisveinin út í rúmdina,
føroyskur poppur tók seg upp og fekk
veingir. Brátt varð eg valdur inn í
nevndina í okkara næmingafelag og
gjørdist skrivari. Felagslívið blómaði,
við kjakfundum, bátsferðum, onkrum
sjónleiki, kappingum og veitslum. Í
okkara blaði, Vitanum, slapp ein at
royna sítt kynstur.
Beint nú varð sipað til løgarstein-
arnar millum tað at vera barn og tað
at vera vaksin, og eg kann bara ikki
ætla, hvussu barnslig mong okkara
vóru, samstundis sum vit lærdu um
Aleksandur Mikla og Goethe, pi,
Herman Bang og Shakespeare.
Gott grannalag var í okkara flokki,
men av onkrari orsøk vóru vit fýra
dreingir, sum eftir stuttari tíð høvdu
myndað ein serligan bólk, ella eitt
politbýro, og tað vóru Ingi Mohr, Finnur
Jacobsen, Ingi Jacobsen og undirritaði.
Finnur var sonur Heina, róptur Heini
Kjøt, tí hann hevði kjøthandil á
Áarvegnum, hann var úr Mikinesi, og
Ingi, við sama eftirnavni, var svíningur,
sonur Edward í Svínoy.
Vit, tveir havnardreingir og tveir
útoyggjadreingir, nevndu okkara
serliga harkalið HIFI, eftir okkara
forbókstavum. HIFI sendi út tvey skriv,
sum fingu ávirkan á heimssøguna, eitt
bræv til guvernørin George Wallace
í Little Rock, Alabama, sum varð
átalaður strangliga og biðin um sum
skjótast at gevast við at fremja ágang
og mismun móti nekarum í statinum,
og eitt til tann amerikanska forsetan
Eisenhower, sum varð róstur fyri sína
manniligu støðu í hesum máli. Herurin
legði uppí, og nekarar fingu atgongd
til hægri lestrarstovnar. Nú, stíva hálva
øld seinni, er Barack Obama forseti í
USA. Sig so, at føringar ikki megna at
gera uttanríkispolitiskar skreytir!
Finnur, ein heldur lágur, mjávaksin
drongur, við einum ljósum doddi, altíð
smílandi, var tann føddi sangfuglurin,
hann visti alt um popptónleik og dugdi
tíðarinnar sangir. Familjan búði í eini
íbúð uppi yvir har Gunnar Stockholm
hevði handil, eg minnist meg hava verið
har einar tvær ferðir. Hinvegin var eg
ofta Úti á Reyni, har Brynhild, mamma
Inga og Martin Petersen úr Funningi,
seinni maður hennara, búðu. Millum
meg og Inga vaks fram ein vinskapur,
sum helt sær øll árini, líka til boð vóru
eftir honum fyrr í ár.
Saman spældu vit úti á Skansanum,
gingu túrar í Viðalundini, sóu Ursus,
ta íslendsku bjørnina, vísa sína styrki
í Sjónleikarhúsinum, og konu hansara
sítt kynstur sum, minnist meg rætt,
sangari og gittar- ella banjoleikari. Vit
skiftu orð um bókmentir, heimspeki
og søgu og sóu filmin Klodernes
Kamp (hetta var heitið, vit brúktu) í
Havnar Klubba. Faðir Inga, Gunnar
Mohr, hevði verið býarskrivari og var
gitin bókasavnari. Hann átti summar
føroyskar bøkur í fleiri eintøkum, og
frá Inga fekk eg til gávus smásøgurnar
eftir Guy de Maupassant, sum Jákup
doktari týddi á sinni. Abbi Inga, Ísakur,
skómakari úr Mikinesi, var tá vanliga
at síggja á Áarvegnum. Hann var
framsíggin, segði Ingi, tað mundi vera
ein ivasom gáva, tí tá ið tað lagið var á
honum, bað hann fólk ikki ganga aftan
fyri seg. Hann ynskti ongum ta lagnu
at gerast framsíggin.
Sum tíðin leið, vaknaði og vaks
áhugin fyri hinum kyninum, og fyri
Inga, sum var ógvuliga kensluborin av
lyndi, og kundi vera bráðsintur, fekk
hetta avleiðingar. Hann hevði sæð
eina undurvakra, brúnhærda, smílandi
gentu av Eiði, og við tað, at hjá honum
var sum oftast skamt millum tanka og
gerð, birtist skjótt eitt vinarlag millum
hansara og Onnu, sum var, sum tað
sýntist, tann stóri romantikkurin.
Ingi var drongurin við teimum
mongu hugskotunum, og eitt summarið
fóru vit báðir útferð til Funnings
og gistu í heiminum hjá Martini. Úr
Funningi spákaðu vit gjøgnum hagan til
Eiðis at vitja gentuna hjá Inga. Minnist
meg rætt, fóru vit aftur til Funnings
sama kvøld. Í húsinum var ein eldri,
lágur, álvarsamur maður við brillum.
Ivaleyst hava vit herskað heldur illa, nú
leggingartíð var, tí brádliga kom hesin
IngI Mohr og
prelIMInersKúlIn
Hugleiðingar um ungdóm, sakloysi,
romantikk og trúskap
Hanus Kamban og Ingi Mohr
við Leynavatn í 1960
MyNd: Jógvan á dul
Nøkur deydlig tíð var hetta ikki, Út varp Føroya
kom, Føroya Rit høv undafelag varð stovnað,
Nasser tjóðartók Suez-veitina, russar sendu tann fyrsta
fylgisveinin út í rúmdina, føroyskur poppur tók seg upp
og fekk veingir.