Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 246 · jólini 2009 37 VIKUSKIFTI maðurin av loftinum oman, rísin á at líta, og bað okkum binda frið. Eg kendi ikki mannin, men skilti seinni, at hetta var Poul Petersen, tingmaður, sakførari og søgufrøðingur. Men latið okkum fara eitt rend inn aftur á skúlan. Sum heild tykist tað, um ein lítur aftureftir, sum har vóru tríggir mótsetningar, ein skuldi læra at umsita, tann millum gentu og drong, tann millum bygd og bý og tann mill­ um kirkjufólk og aðra samkomu, og her fyrst og fremst Brøðrasamkomuna. Ong in uppskrift var, ongin manualur at fylgja, ein noyddist at trilva seg fram sum frægast. Um eg nú taki tann triðja mótsetn­ ingin fram, so vita vit øll, at har fuku neistar viðhvørt, ikki minst í bløðunum, har ymisk sjónarmið, um mentan, um dans, um skriftina, um trúgv og gerð, brutust. Men í skúlanum vóru, haldi eg, ongi aldubrot. Kanska hevur orðaskifti verið onkuntíð, kanska eisini orðadráttur, men illstøða var ongin, og kortini og samstundis vóru vit medvitin um munir í hugsan, mentan og smakki, munir, sum kundu koma til sjóndar, eitt nú á vetri, tá ið kavi var, og kanska kavakríggj. Onkur treiv tá kanska í eitt ørindi úr Orminum Langa: Løgdu teir knørr við knarrarborð, hvørgin vildi flýggja ... Men so hoyrdist eina aðra staðni, upp úr eini kavafonn: Verjið skansan, brátt eg komi rópar Jesus Krist ... Heldur onkur lesari, at hetta er ein við­ merking til ætlanir um at skipa eina undirvísing við ymiskum, sundur­ skildum skúlum fyri børn úr ymiskum trúarbólkum, so er tað rætt fatað. Eitt samfelag, so sundurbýtt sum tað føroyska ­ politiskt, trúarliga og landa­ frøðiliga – hevur brúk fyri einum barnaskúla, sum er savnandi, og sum goymir í sær um ikki annað fyritreytir fyri sínamillum fatan og virðing. Eftir at preliminerskúlatíðin var av, fóru vit hvør í sína ætt. Eitt serligt vinarlag var ímillum Jógvan á Dul og undirritaða, tað hevur hildið sær síðani, og saman við Inga gjørdu vit útferðir. Eitt vikuskifti lógu vit í tjaldi Millum Fjarða, í oysandi regni. Eina aðra ferð fóru vit útferð við tjaldi til Leynavatn, har vit vóru eina nátt ella kanska tvær, í besta summarveðri. Vit matgjørdu, men høvdu onga mjólk. Men tá búðu eini hjún Frammi Við Gjónna, vit fóru niðan, fingu ta mjólk vit høvdu brúk fyri og sótu eina løtu í køkinum og prátaðu við mannin og konuna. Seint á kvøldi sást mánin fara reikandi, gjøgnum trevsut skýggj, yvir Skælingsfjalli, eg hugsaði um eina gentu í Havn, og ein nýggjur sangur var í mínum huga: Put your sweet lips a little closer to the phone Let´s pretend that we´re together all alone ... Ingi og Anna giftust fyrst í seksti­ árunum, eg hevði tann heiður at vera við í brúdleypinum, men annars skiltust okkara vegir. Ingi fór undir handilsútbúgving, fekk familju, og eg leitaði fyrst til Onglands og Týsklands og endaði so í Keypmannahavn. Við tíðini gjørdu vit okkum hugsanir um samfelag og politikk, sum kanska lógu heldur langt hvør frá aðrari. Og kortini, hittust vit, var tann gamli vinskapurin óbroyttur, sum høvdu vit hvør sær gjørt av, í tøgn. at einki skuldi skøva henda gylta ungdómsmyntin. Eftir at vera komin aftur til Føroya, hitti eg ofta Inga uppi í Svimjihøllini. Fyri einum seks árum síðani fór hann at tosa um, at tá tann gamli preliminerflokkurin fylti hálva øld, skuldi hetta haldast. Eg ivaðist, men skilti sum frá leið, at hetta var ramasta álvara. Ingi átti hugskotið, vit hittust nøkur uppi í Sortudíki, og meðan vit fingu kaffi og leskiliga, nýbakaða kaku frá Onnu, varð ætlanin fyrireikað út í æsir. Og so, eitt kvøld í fjør á hásumri, sótu vit á Skarvanesi, tey flestu av okkum, sum hittust fyrstu ferð í august 1956 og tóku prógv tvey ár seinni. Vit vóru á Skarvanesi í tveir dagar, prátaðu, sungu, gingu túrar og hittust leygarkvøldið til gala­døgurðan. Onkur hevði skotið upp, at hvør einstakur kundi greiða frá sínum lívi, hetta varð gjørt, ongin helt seg aftur, og stundum fall ljósið á bæði tað bjarta og tað døkka í lagnunnar plaggi. Fyri okkum øll var hetta ein minnilig ferð, stuttlig, áhugaverd, men eisini á onkran hátt lekjandi. Hálva øld frammanundan – eym, moyr, sakleys – nú – búgvin, bard, særd og roynd – og samstundis á onkran hátt – glað og kát. Mær runnu í huga hesi orðini úr King Lear: The wheel is come full circle, I am here Hesi orð verða fest á telduna í tí týska býnum Freiburg, skamt frá markinum til Fraklands og Sveits. Tað er kalt í morgun, gler liggur á hyljum og vøtnum, leyvtrøini standa fjaðursár, men grann og fura standa grøn og, ovast á skógartromini, takt av einum følvi, sum hevur onkur sandrað mjøl oman yvir tey. Mær rennur í huga jóla sangurin, Haraldsen lærdi okkum, og sum vit sungu, festliga hugtikin, á okkara jólaveitslum uppi á loftinum í tí gamla Havnar Klubba: O Tannenbaum, O Tannenbaum, Wie treu sind deine Blätter. Du grünst nicht nur zur Sommerzeit, Nein auch im Winter wenn es schneit ... Við jarðarferðina hjá okkara gamla vini og skúlafelaga varð latið Rólanti í Skorini upp í hendur at halda røðuna. Tá ið talan kveikti kæti, viðhvørt enntá látur, í tí annars álvarsama Ebenezer, var tað ikki bara, tí hon var væl formað, og hildin, men eisini tí at Ingasa persón­ ur skein ígjøgnum, henda gávan til, respektleyst, at gera tað óvæntaða, fevna yvir um mark – makað, í okkara føri, við granntræanna trúfesti. Preliminerflokkur b 1958: Standandi frá vinstru: Jákup í Løðu, Finnur Jacobsen, Georg Egholm, Páll Hansen, Hanus Kamban, Jógvan Hammer og Jógvan á Dul. Fremst frá vinstru: Hjørdis Olsen, Elin Olsen, Elise Fiege, Sólvá Dam og Judith Jacobsen. Á myndini vanta Ingi Mohr og Hans Andreas Joensen Frá vinstru: Jákup í Løðu, Jógvan Hammer, Ingi Mohr, Hanus Kamban, Jógvan á Dul, Hans Andreas Joensen, Sólvá Dam, Georg Egholm, Hjørdis Olsen, Páll Hansen og Judith Jacobsen. Ikki bar Elise Fiege at koma. Finnur Jacobsen og Elin Olsen eru deyð. Myndin er tikin á Skarvanesi í 21. juni 2008