Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-23, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. desember 2009síða 40

‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 246 · jólini 2009 40 VIKUSKIFTI jól Brynhild Andreasen brynhildan@hotmail.com Runt um í verðini finst ein rúgva av nálum. Har eru seyminálir at seyma við og knappanálir til knapparnar og stoppinálir til holini og kanvasnálir til strameiið, sum ommurnar seyma. Har eru leðurnálir til at seyma leður við og seymimaskinunálir til seymi maskinurnar og hattanálir til hattarnar og grannnálir til jólar og sikkurheitsnálir til at halda buksunum uppi við, tá snarlásið er brotið. Og so eru tað eisini tær nálirnar, sum læknar brúka til at stinga í fólk, men tær tíma vit ikki at tosa um. Ja, enn fleiri nálir eru til, men eg minnist ikki fleiri beint nú. Her kemur søgan: Í vindeygakarminum lá ein nál. Hon var gomul og slitin. Einaferð hevði hon verið nýggj og blonk og skínandi. Tá sólin skein, skygdi hon og gjørdi gular blettir á tann grønmálaða veggin í stovuni. Nú var tað blanka slitið av, og hon var blivin dimmgrálig á at líta. Ein gomul kona átti nálina. Tær báðar, nálin og konan, vóru einsamallar í húsi. Nálin hevði fylgt konuni frá tí, hon var ung genta. Hon fekk nálina í fermingargávu frá ommu síni. Hon fekk ikki bara hesa nálina. Ein heilan pakka av nálum fekk hon. Tær vóru 10 í tali. Sum tíðin leið, hvurvu allar hinar nálirnar. Summar blivu læntar til grannakonuna og onkur eisini til konuna hinumegin vegin. Men hesar konurnar vóru so gáloysnar, so tær bóru ongantíð nálirnar aftur. Tá bara tvær nálir vóru eftir í pakkanum, tímdi gamla konan ikki meira at læna nálir til nakran. Hon segði við seg sjálva, at nú er nokk við hesum lænarínum. Næstu ferð onkur kemur at læna nál, sigi eg, at eg eigi onga eftir. Hesar tvær síðstu vil eg hava fyri meg sjálva. Og nú skulu tit hoyra, hvat hendi, áðrenn nálin og konan vórðu einsa­ mallar í húsi. Árini gingu, og tær báðar nálirnar gjørdu sína skyldu og seymaðu og bal dýraðu og stoppaðu alt ímillum himmal og jørð. Tær seymaðu stroppar í handklæði og knappar í blusur. Tær baldýraðu páskadúkar við smáum høsnarungum og málaðum eggum. Tær málaðu jólamenn við stórum, hvítum skeggi. Tær seymaðu rullipylsur og blóðpylsur og prikaðu hol í tær, tá tær skuldu kókast, so luftin slapp út. Tær stoppaðu skóleistar, sum konan sleit hol á, meðan hon gekk úr einum rúmi í annað. Hon fór í køkin at kóka sær kaffi og uppá loftið at pissa og niður í kjallaran eftir knettum í frystiboksini. Alla tíðina var hon í skóleistum, sum hon sleit hol á, meðan hon gekk og mól runt í húsinum. Við hvørt fór hon enntá út í tún í skóleistunum og stóð har og prátaði við onkran, sum gekk túr við hundinum hjá sær. Øll hesi holini máttu nálirnar hjálpa konuni at stoppa. Og meðan holini vórðu stoppað og dúkarnir seymaðir, slitust nálirnar. Men tær løgdu onki í tað, tí teimum dámdi so væl at seyma og stoppa og prika hol í rullipylsur og blóðpylsur. Tær skiftust um. Fyrrapartin arbeiddi tann eina nálin og seinnapartin hin nálin. Um kvøldi og náttina lógu tær so í vindeygakarminum og blundaðu. Nálum tørvar ikki so nógvan svøvn, so tær lógu ein part av náttini og prátaðu um lívið og øll holini og dúkarnar og knapparnar. Og ikki minst um rullipylsurnar. Tí tað var so við konuni og rullipylsum, at henni dámdi best, tá pylsan smakkaði sterkt. Og tí koyrdi hon so nógv salt og pipar í, at tað sveið í eygunum á nálunum. Eisini leykurin sveið nokkso illa. Um konan seymaði rullipylsur seint á kvøldi, fór hon onkuntíð í song uttan at vaska nálir nar fyrst, og so lógu tær har og bíð­ aðu meðan tað brendi og sveið í eyganum og alt feittið skortnaði uppi á teimum. Tá konan kom upp um morgunin, skeldaði hon seg sjálva, at hon hevði verið so óordilig at fara í song frá øllum óruddinum. Men nálirnar vóru glaðar, tí tær vóru koyrdar í bað. Konan legði tær niður í flótt sápuvatn, og har lógu tær so og jollaðu sær , inntil alt feittið og leykurin og piparið og saltið, ikki at forgloyma, var farið av teimum. Aftan á legði konan tær so í vindeygakarmin at torna í sólini. Tá høvdu tær tað so gott og vóru í sera góðum hýri. Høvdu tær dugað at sungið, so høvdu tær heilt sikkurt sungið "Omma Ludvík, hon er stór og sterk", tí tað var teirra yndissangur. Hann plagdu tær at hoyra sunnu dagar, tá kvøðu­ ljómarnir vóru í út­ varpinum. Onkur genta ella drongur hevði skrivað bræv til konuna í útvarpinum og biðið hana sungið henda sangin fyri ommuni. Nálirnar lógu við himmalvendum eygum og hugnaðu sær og lurtaðu. Nógvir aðrir sangir og løg vórðu eisini at hoyra sunnudagar. Ein kallaðist "Upp á Tá", og hann var eisini ordiliga góður. Hugflogið hjá teimum fór næstan uppfrá, tá tær ímyndaðu sær, hvussu tær báðar dansaðu uppi á tá, Tí, um nakar kann fara upp á tá, so er tað ein nál. Neyvan nøkur dansarinna hevur so spíska tá, sum ein nál. Sunnudag varð onki petti seymað, tí tá helt konan frí frá øllum arbeiði. Hon kókaði sær døgurða, tað var alt. NáliNa Jólasøga um Eg vEit Eina søgu um Eina nál, og hana ætli Eg mær at siga tær! mEn fyrst noyðist Eg at siga, at hEnda nálin ikki var Ein hEilt vanlig nál. hon dugdi at umskApA sEg Eftir tí, hon skuldi brúkast til. við hvørt var hon Ein stoppinál og við hvørt Ein fín seyminál til at sEyma smáting við, ja, hon kundi brúkast til alt møguligt.