mikudagur 23. desember 2009síða 41
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 246 · jólini 2009
41
VIKUSKIFTI
Sum oftast fór hon út at vitja fólk, ella
onkur kom at vitja hana.
Nálirnar høvdu eisini frí sunnudagar,
og tað dámdi teimum væl. Tær lógu har
í vindeygakarminum og fylgdu við
øllum tí, sum hendi uttanfyri. Fólk komu
framvið við barnavognum og pápum og
abbum. Um sólin skein, og tað gjørdi
hon fyri tað mesta sunnudagar, hendi
eisini, at onkur langabbi var at síggja.
Ja, alt, sum kundi ganga og grulva fór
út at spankulera. Tey flestu gingu bara
framvið vindeyganum, men onkuntíð
vóru nálirnar so hepnar, at tey steðgaðu
á beint uttanfyri. So hoyrdu tær, hvussu
tey fortaldu hvørjum øðrum, hvussu
gott veðrið var, og at nú var terri. Hvat
terri var, vistu tær ikki, men okkurt gott
mundi tað vera, tí fólkini vóru so væl
nøgd, tá talan var um terra – tað sást á
andlitsbráðnum.
Soleiðis gekk lívið og alt tóktist
gott.
Men ein dagin hendi nakað. Tað
var um døgurðatíð. Telefonin ringdi,
og konan tók hana og segði hallo! So
sást, at hon gjørdist glað. Hon flenti og
græt alt í senn, men tað vóru gleðistár,
tað var so týðiligt. Ja, ja og jú, jú og
á dú, segði hon. Tillukku tillukku, ein
didda – á, sum eg eri glað! Hon prátaði
leingi um longd og vekt og hárlit og
"hvørjum líkist hon"?
Tað vísti seg, at hon var blivin
omma at eini ommudóttir.
Men hetta hendi uttanlands,
so um konan vildi síggja
hetta lítla undurið, mátti hon
avstað við flogfari og flúgva í
nógvar tímar.
Nálirnar hoyrdu alt, og tær gleddust
við konuni, sum hevði verið so góð við
tær. Nakrir dagar gingu, so fór konan
at pakka kuffert. Hon fylti kuffertið so
fult, at hon mátti seta seg á tað fyri
at fáa tað aftur. Nálirnar grunaðu onki
ilt, men so fór konan at práta við seg
sjálva. "Eg átti at givið ommudóttrini
ein pakka við nálum. Tað er gott hjá
eini gentu at eiga sær nakrar nálir. Nei,
nú eri eg býtt, tað er eitt sindur tíðliga,
tá hon bara er 4 dagar gomul. Men nú
veit eg, eg gevi henni aðra nálina hjá
mær, bara soleiðis til stuttleikar. Eg
kundi hongt hana í eina fína ketu og
kanska enntá klætt hana við silvuri. Ja,
tað geri eg. Nú eru bara tvær eftiri. Eg
fekk tíggju frá ommu míni, so best er
at geva lítlu ta einu nú, áðrenn ongin er
eftir. Ein nál er nokk til mín. Eg seymi
og stoppi ikki so nógv longur, nú so
sterkt tógv er at fáa til skóleistar. Tað er
næstan ógjørligt at slíta hol á teir."
Sum sagt so gjørt. Konan tóka aðra
nálina úr vindeygakarminum og setti
hana fasta í eitt petti av køksrullu og so
niður í ein lumma í hondtaskuni.
Sjokk, sjokk! Nálin í vindeyga
karminum sá stjørnur og mánar fyri
eyganum og so svímaði hon.
Táið nálin vaknaði aftur, var so
undarliga stilt í húsinum. Uttanfyri
regnaði og stormaði og inni var kalt og
hálvmyrkt. Bara gøtulyktin uttanfyri
kastaði nakrar glæmur eftir gólvinum
og upp á bróstið. Ein vindharpa sum
hekk í vindeyganum sendi klænar tónar
út í rúmið, meðan hon svingaði aftur
og fram í gjóstrinum. Nálin skultraði
sær og royndi at minnast, hvat tað var,
sum gjørdi hana so fjálturstungna. Tað
sveið í eyganum, men ikki var tað av
nakrari rullupylsu. Nei, tað var saltið
í tárunum, sum hon hevði grátið í
vitloysinum.
Hon ætlaði sær júst at siga okkurt
við hina nálina, tá hon mintist, hvat
ið hent var. Hon gjørdist so kedd og
forharmað, at hon ynskti seg burtur
aftur í óvit. Fyri fyrstu ferð var hon ill
við gomlu konuna og helt hana vera
býtta, ja, so skítibýtta. Hvat hugsaði hon
fyri sær – at fara burtur í onnur lond
og lata seg, trúgvastu nál í landinum,
liggja einsamalla eftir?
Tað var eitt syndarligt skil hjá nálini.
Hon visti ikki síni livandi ráð, so hon
varð bara liggjandi og royndi at sova
sum mest.
Hon droymdi um ungdómsins
vár, tá nálirnar vóru tíggju í tali. Tá
var gleði og gaman. Tær kappaðust
um at sleppa framat at seyma. Og
tær skiftust um, júst sum rættir vinir
eiga at gera. Men tá rullupylsutíðin
kom, var ongin kapping. Satt at
siga, so royndu tær, hvør í sínum
lagi, at látast at sova, tá konan kom at
velja sær eina teirra at seyma pylsuna
við øllum leykinum og piparinum og
saltinum ikki at forgloyma.
Men morgunin eftir, tá tann óhepna
nálin kom aftur til hinar, var hon so
skínandi blonk og nývaskað, at tær
næstan blivu øvundsjúkar. Men
sjálvandi lótu tær sum einki, tí tað er
ikki pent at vera øvundsjúkur, tað vistu
tær væl. Og teirra túrur kom eina aðru
ferð. Tað var bara at hava tol.
Men tá næsta rullupylsutíðin kom,
høvdu tær gloymt alt um, hvussu
vælnøgd pylsunálin sá út, tá hon kom
aftur beint úr tí flógva sápuvatninum.
Bara leykur og pipar og salt ikki at
forgloyma var í huganum á teimum, so
tær royndu aftur at sleppa sær undan.
Men tá tær so aftur sóu, hvussu tann
kosna nálin strálaði, mintust tær og
iðraðu seg. Leykurin og piparið og
saltið ikki at forgloyma sveið illa, men
baðið um morgunin var so ediligt, at
tað var sviðan vert.
Tíðin gekk og eftir tíggju ár, høvdu
tær allar prøvað sviðan og gleðina, og
soleiðis eldust tær og gjørdust gamlar
og klókar. Eisini tær, sum hvurvu so
við og við, tí onki hvørvur, tað fer bara
okkurt annað stað at vera.
Men nú mugu vit heldur fara aftur
til ta neyðars einsamøllu nálina í
vindeygakarminum.
Tá hon hevði ligið har og start og
stúrt í fjúrtan langar dagar og enn
longri nætur, hendi nakað óhugnaligt.
Tað var á miðju nátt, og veðrið var av
tí ringasta. Gøtulyktin uttanfyri var
slóknað, tí onkrir smádreingir høvdu
skotið til máls eftir peruni, so hon ikki
bara brast, men brotnaði
í smápetti, sum duttu
niður á gongubreytina
og søgdu "pling –
pling".
Tá mundi nálin
mist ta allarsídsta
av tí sindri av
móti, hon hevði
eftir. Gøtulyktin
var
hennara
ein asta troyst
í myrkrinum,
og nú var
bøðlamyrkt.
Men tá hon
hevði vant
seg við myrkrið,
sá hon tó so nøkulunda.
Júst tá nálin ætlaði sær at leggja
seg at sova, sá hon ein stóran skugga
uttanfyri. Skuggin fór aftur og fram,
og so, alt í einum steðgaði hann, og
andlitið av einum skepilsi hugdi inn í
stovuna. Hetta var ein stórur og tjúkkur
maður. Hann helt hendurnar uppi yvir
eygunum og skimaðist inn. So tendraði
hann eina lummalykt og lýsti runt í
stovuni. Nálin gjørdist lívsforskrekt,
tí fyri henni tóktist tað, sum maðurin
hugdi beint inn í eygað á henni.
> Tíbetur sløkti hann lyktina skjótt
aftur og hvarv. Men fáar minuttir
seinni hoyrdi nálin onkran fanglast
við lásið í úthurðini. Til alla lukku var
úthurðin stongd, men til alla ólukku
hevði úthurðin ein stóran rút, og alt
í einum hoyrdist ljóðið av brotnandi
glasi. Og tað segði ikki bara "pling –
pling" sum peran í lyktapelanum.
Tað segði "plunk – plønk – plonk og
krasj", og samstundis kom ein hvirla
av teimum harðastu inn gjøgnum
úthurðina, sum maðurin hevði latið
upp. Hvirlan fór – ja, sum ein hvirla inn
í stovuna, so gardinurnar lyftust upp
og tóku í tveir urtapottar, sum síðan
skramblaðu á gólv. Maðurin bannaði
fyri seg sjálvan og kom so trampandi
inn í stovuna, har nálin lá sum negld
í vindeygakarminum. Hann tendraði
lummalyktina og gekk runt og hugdi
at øllum, sum inni var.
> Tá sá nálin, at hann hevði eina
stóra, svarta tasku í hondini. Hon sá
eisini, at hann var ikki bara stórur og
tjúkkur men eisini skitin og órakaður.
Hann var í runutum gummistyvlum
og eini holutari troyggju. Hárið
stóð í allar ættir og hann luktaði
illa. Ja, hann stinkaði.
Nálin visti ikki, hvat í allari víðu
verð, hon skuldi gera. Hon hugsaði
við sær sjálvari, at nú er endin komin
fyri meg, og hon ynskti seg aftur til
rullipylsurnar. Heldur hevði hon viljað
seymað hundrað rullipylsur uttan tað
deiliga baðið aftaná, enn at koma í
klørnar á hesum røvaranum. Tí ein
røvari var hann. Ein røvaratjóvur, sum
ætlaði sær at stjala frá tí fittu, gomlu
konuni.
Tá nálin fór at hugsa um konuna,
mundi hon farið at grátið. Hon gloymdi
alt um, hvussu ill hon hevði verið inn
á hana. Nú mintist hon bara tað góða,
konan hevði gjørt. Hon fyrigav henni,
at hon var farin avstað við hinari nálini.
Tað var ikki so løgið, at ein omma vildi
geva ommudóttrini eina nál. Ein genta
mátti eiga eina nál. Nálin fór so langt
inn í hugaheimin, at hon næstan hevði
gloymt røvaran.
Tá hon raknaði við aftur, sá hon,
at hann hevði stappað alt møguligt í
taskuna. Hann hevði verið í
hvørjari skuffu