mikudagur 23. desember 2009síða 42
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 246 · jólini 2009
42
VIKUSKIFTI
og leitað eftir silvuri og pengum. Nálin
visti, at konan átti nógvar knívar og
gaflar og skeiðir av trýtornaðum
silvuri. Hon átti eisini fleiri penar
stakar og alt møguligt. Men pengar
átti hon næstan ongar, tí nálin hevði
sjálv hoyrt hana sagt í telefonini, at
hon átti akkurát fyri billettina aftur og
fram. Men ein pungur við fimmkrónum
lá í ovastu skuffuni. Tær goymdi hon
til grýlurnar, sum plagdu at vitja hana
á føstulávint. Røvarin fann pungin og
blakaði eisini hann í taskuna. Fyrst
hugdi hann í pungin og bannaði so
við, at hatta gamla beistið helst hevði
sett alt í bankan. Hann helt fram at
lýsa og koyra í taskuna, sum nú var
vorðin rættiliga tung. Hann kom
eisini yvir til vindeygað og lýsti.
Tá hann sá nálina, mutlaði
hann fyri seg sjálvan, at
hasin pinnurin er ikki nógv
verdur. Tá helt nálin, at hann
var forbiðið frekur, tí hon var
sanniliga ikki ein pinnur. Hon var ein
nál, hvørki meira ella minni, og ein nál
er ikki hvør sum helst. Men tað kundi
røvarin sjálvandi ikki vita, tí so hevði
troyggjan hjá honum nokk ikki verið
so holut.
Eftirhondini var taskan so full, at
ikki fekst meira í hana, hóast røvarin
royndi alt, hann orkaði, at proppa hana
fullari og fullari. Nakrar skeiðir stungu
upp úr øðrum reyvalummanum. Nálin
helt, tað sá næsta stuttligt út. So slókti
hann lyktina og stappaði hana niður í
hin reyvalumman og fór gangandi yvir
móti úthurðini.
Nálin andaði djúpt inn, men áðrenn
hon hevði andað út aftur, bleiv eitt øgiligt
rabaldur. Alt var í einum hurlivasa. Tað
vísti seg, at ein taxabilur var steðgaður
uttanfyri í somu løtu, sum røvarin
skuldi fara út. Hann vendi við og kom
stormandi yvir ímóti vindeyganum.
Hann skræddi krampan av og royndi
at sleppa sær út tann vegin. Hann hevði
fingið bæði beinini og armarnar útum
og setti seg so niður fyri at seta av. Men
hvat hendi? Jú, hann seg beint niður á
nálina, sum fór langt inn í reyvabøllan
á honum. Hann skar í eitt róp og royndi
síðani at sleppa sær til rýmingar. Men,
men, hann var alt ov tjúkkur. Hann
kom bara hálvur út. Rumpan hekk føst
í vindeygarammuni.
Inn kom gamla konan við taxa
manninum í hølunum. Hon tendraði
ljósið og hvakk við. Hon sá bara eina
stóra rumpu við einari lummalykt og
einari skeið og einari nál stingandi
uppúr og hoyrdi nøkur ræðulig ýl, sum
komu uttanífrá úr hinum endanum á
einum manni.
Hvat í himmalsins navni hendir her?
Ætlar tú tær at stjala mína síðstu nál?
Konan fór yvir til rumpuna og skrykti
nálina til sín. Eitt brøl hoyrdist, og so
fór røvarin at gráta. Altíð eri eg líka
óheppin, hikstaði hann. Hví kann eg
ikki bara fara til arbeiðis sum øll hini.
Eg sigi upp sum røvari. Góða kona,
hjálp mær úr hesum vindeyganum,
so skal eg aldrin stjala nakað aftur í
mínum lívi. Taxamaðurin var farin út
og runt um húsini. Nú situr tú penur har
fastur í vindeyganum tín apukattur,
segði hann við røvaran, sum bara græt.
So sá hann taskuna, sum lá á liðini
uttanfyri við stakum og silvurtingum
stingandi úr. So, tú ætlar tær at stjala
frá einari gamlari konu. Nú ringi eg
eftir løgregluni! Ja, góði ger tað, græt
røvarin. Eg skal nokk taka revsingina.
Alt er betri enn at hanga her.
Taxamaðurin ringdi og so skumpaði
hann røvaran innum aftur. Tað var
eitt ordans bums, tá hann datt niður á
gólvið so langur og bøllutur, sum hann
var. Røvarin reisti seg upp á knæ og
foldaði hendurnar og hugdi bønandi
upp á konuna. Orsaka, orsaka, eg skal
ongantíð gera tað aftur.
Nálin, sum sat trygt og gott ímillum
tummil og fremstafingur á konuni, skilti
ikki, at hon hevði verið so bangin fyri
hesum manninum. Hon hevði hildið
hann verið so ljótan og øgiligan, men
nú sá hon, at hann bara var eitt kloddut
ólukkudýr, sum helst ongan góðan átti.
Tá tókti henni synd í honum!
Eina løtu seinni kom løgreglan
eftir røvaranum. Hann fór við uttan
at siga eitt einasta orð, hugdi bara við
hundaeygum upp á konuna við nálini
ímillum tummil og fremstafingur.
Tá blotnaði konan og segði við
røvaratjóvin. Tað er í lagi við tær, tú
ert fyrigivin. Tú vart heppin, at
onki verri hendi.
Tann neyðars maðurin smílti
eitt evarska lítið smíl og sá beinanvegin
eitt sindur frægari út. Vónin birtist í
honum, og hann hugsaði, at framtíðin
kanska fór at bera okkurt gott við sær
til hansara eisini.
Aja, menniskjað er løgið, segði
taxamaðurin og setti eina plátu fyri
brotna rútin, og so vóru konan og nálin
aftur einsamallar.
Nálin sovnaði ímillum tummilin og
fremstafingurin á konuni, sum fór yvir
til vindeygað og legði hana varisliga
niður, har hon hoyrdi heima. Hon
boygdi seg niður, kíndi nálini og teskaði,
at hon ongantíð skuldi fara frá henni
aftur. Tú ert mín einasta og dýrabarasta
nál, so eg skal ansa væl eftir tær og taka
teg við, um eg fari avstað aftur. Nálin
droymdi um gamlar dagar. Tað sást á
eyganum, at hon brosaði, har hon lá
og svav.
Tveir mánaðar gingu, og jólini
nærkaðust.
Ein dagin stóð gamla konan og
kókaði kleynur, tá tað bankaði uppá.
Hon lat upp og sá ein so snotiligan
mann standa á trappusteininum. Hon
stúrsaði við, tí hon helt seg kenna hatta
eygnabráðið. Kenni eg ikki teg? Jú,
svaraði maðurin, eg eri røvaratjóvurin,
sum mundi stolið alt frá tær. Men nú er
vent í holuni. Eg eri vorðin ein annar
maður. Eg drekki ikki brennivín longur,
bara eitt sindur á
Ólavsøku, og so eri eg
farin at læra til brillumann. Tað,
sum eitur optikari á onkrum øðrum
máli.
Sært tú tað, segði konan, tað vóru
gleðilig boð her um høgtíðina. Kom
innum og fá tær eina kleynu og ein
drekkamunn. Ber ikki jólini útaftur.
Maðurin takkaði og setti seg varisliga
niður. Hann var enn eitt sindur eymur
har, sum nálin hevði stungið hann.
Hann tók ein lítlan pakka úr
jakkalummanum og rætti konuni hann.
Her eru nakrar nýggjar nálir til tín. Eg
helt kanska, at hin nálin boygnaði eitt
sindur, tá hon stakk meg.
Nálin lá í vindeygakarminum í
stovuni við stívum oyrum og hoyrdi
alt úr køkinum.
Tá maðurin var farin, kom konan
inn í stovuna og legði pakkan við
nálum undir liðina á gomlu nálini,
sum gjørdist ovurfegin. Framtíðin skein
eins og nýggja peran í lyktapelanum
uttanfyri. Nálin gleddi seg til fara at
læra allar hesar fínu nálirnar at seyma
og baldýra og prika hol á rullupylsur
eisini tær við nógvum pipari og leyki
og salti ikki at forgloyma.
Hetta var søgan um nálina, men nógvar
aðrar søgur liggja og bíða eftir, at onkur
skal siga tær fyri tær.