mikudagur 23. desember 2009síða 44
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 246 · jólini 2009
44
VIKUSKIFTI
lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein
Kelda: BT
Ikki er tað sørt, at okkara miðlamenn forsýna okkum við
undir haldi, hóast teir ikki sjálvir vita av tí. Sum nú hetta
kvøldið tá ið vit fingu at vita, at tað var komið afturíaftur hjá
ein um pari, sum fyrr var farið hvørt til sítt. Tey vóru blivin
so hugtikin av einari FLØVU, at ‒ so segði útvarpsmaðurin
‒ »vónandi fer hetta lagið at fáa kærleikan at spretta upp
av nýggjum«.
Vist er tað, at ein góður diskur ella kompaktdiskur ella
ein CD kann gera undurverk á kærleiksøkinum, men at
hann skal fáa nakað at spretta upp, er ikki trúligt. Tað
gram m atiska problemið her er munurin á transitivum og
intransitivum sagnorðum. Hesi orðini eru greipað. Tað
transitiva er spretta, og tað intransitiva er sprotna. Onnur
dømir eru køva/kódna, leggja/liggja, heingja/hanga, bøta/
batna, tøva/tódna, roða/rodna, bleikja/blikna osfr.
Hendan skipanin er rættiliga greið í føroyskum, men
viðhvørt hoyrist, at transitiv orð verða brúkt intransitivt
(hann slapp bussinum út, í staðin fyri slepti). Greiðari hevði
verið at sagt: Lat bussin sleppa út! (intransitivt).
Tann forelskaða gentan kundi sagt, at hennara hjarta
var um at sprotna av kerligheit, og drongurin kundi sagt
um neyta dreingjabrøkur hennara, at tær vóru so trongar,
at neyð ugt var at spretta tær uttan av henni.
MT
Uppsprotnaður
kærleiki
verða
komm
føroysk
ð
punktum
Málstrikan
MÁLFELAGIÐ
ð
Persilla tekur hvítleyksanda
Jú, persilla og eisini mynte og timian kunnu hjálpa
tær við at sleppa av við ringasta hvítleyksandan
Reyðvin er gott fyri blóðið
Reyðvín inniheldur eitt evni, sum kann minka
um vandan fyri at fáa blóðtøpp. So eitt
sindur av reyðvíni er gott fyri blóðið.
Mjólk er góð
Tað hevur stundum verið kjakast um mjólk, men
serfrøðingar halda, at mjólk er sunn, um tú heldur
teg til ein hálvan litur um dagin. Beinagrindin hevur
gott av mjólk, tí hon inniheldur kálk, og harafturat
fært tú eisini jod og B2 vitaminir við mjólkini.
Kaffi fyribyrgir krabba
Kaffi verður ofta gjørt til tann stóra syndaran,
men kaffi er eisini á tremur við antioxidantum, og
tí verður mett, at kaffi kann verða við til at fyri
byrgja krabbameini í eitt nú endatarminum,
livrini, munniinum, hálsinum og í eggjastokkunum.
Øl er gott fyri hárið
Jú, tað skal verða pura vist. ein øl er gott fyri hárið hjá
tær, tí øl inniheldur Bvitaminir, sum styrkja hárið. Tú
skalt sjálvandi drekka ølið, ikki stoyta tað í hárið. aðrar
góðar keldur til Bvitaminir er grovt breyð, egg og kjøt.
Sjokuláta gevur hug
Sjokuláta inniheldur evni, sum ávirka okkara hýr
og okkara hug til eitt nú kynsligt samband.
Epli við skali eru sunnari
Tú fært fleiri vitaminir, um tú eftir tíni epli við
skalinum. Men munurin er ikki so stórur, sum
hann onkuntíð hevur verið sagdur at vera.
Nøtur fita
Í hesum jóladøgum er tað vert at minnast til, at hóast
tað kann tykjast gott og sunt at eta nøtur, so skalt tú
ansa eftir, hvussu nógv tú etur, tí nøtur eru fitandi. eitt
sindur av nøtum kann tó vera gott og sunt fyri teg.
Myrk sjokuláta gevur fastari bróst
Tað er nakað um tað. Sjokuláta inniheldur eitt slag
av feitti, ið kallast stearinsýra, og sum hevur ein
fastan konsistens. Tí verður hildið, at eitt nú myrk
sjokuláta kann hjálpa til við at gera bróstini fastari.
Ostra styrkir kynslívið
Ostrur innihaldi nógv zink, sum tað eisini finst nógv
av í sáði. Ostrur er eisini góð fyri framleiðsluna
av testosteron, sum ávirkan hugin
til kynsligt samband
Tey flesTu munu kenna
klassisku kostráðini, og viT
viTa eisini um aðrar pásTandir
um mat, sum anTin passa
ella ikki. Her eru nøkur
alTernaTiv ráð um kost,
sum sigasT verða sonn
er farin í jólafrí
BRævKaSSin
mynd: iSTOcK
góð ráð
um kost