mikudagur 23. desember 2009síða 48
‹ fyrra síða allar 84 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 246 · jólini 2009
48
VIKUSKIFTI
Klumma
Ása undir Kletti
E
g havi (aftur) keypt mær atgongd
til fasta rumpu upp á onga tíð J.Við
teimum viðmælunum, sum fylgdu við
hesum fantastiska uppfinnilsinum,
væntaði eg, at eg ein vakran morgun
vaknaði við dyntlinum plaseraðum
næstan beint undir herðabløðunum.
Áðrenn dintlaupplyftingaruppfinnilsið
keypti eg mær ein bólt – Den intelli
gente bold – hvussu løtt eri eg at
lumpa? Ein intelligentan bólt? Hvør í
Guds grøna garði hevur hoyrt so skaft?
Kann ein bóltur vera intelligentur og
ein kona steinbýtt? Blásti bóltin upp
við einum evarska lítlum súgvirøri (tað
er intelligent), sá í ondini, hvussu eg
fekk, ja hvat? …og legði bóltin frá mær
næstan beinanveg.
Um eg tími hatta. Hvat er tað, sum
ger, at eg enn eri so løtt at lumpa? Havi
eg einki lært síðan TVshop? Eg eri
slettis ikki typan, sum tímir at liggja
á gólvinum við sveittanum spruttandi
sum hjá einum sumoleikara “up close
and personal”.
S
takk inn á gólvið hjá dóttrini herfyri
og sá har ein part av sendingini “Ha
det godt”. Tað er nú eitt sindur speiligt,
at nýggjasti “guruin” innan rørslu og
heilsu eitur MacDonald. Hann er
næstan kendari enn hin, tit vita, guruin
hjá The Beatles: Maharishi Mahesh
Yogi, sáli. Tað var jú eisini eitt sindur
øðrvísi slag av guruismu, teir fýra fittu
fýrarnir fingu í forðum :) .
Henda góða konan, sum hann legði
lag á, sá út sum hon skuldi eiga hvørja
løtu, sum hon leikaði í – eg meini so
við. Tað vara ein øgilig eymkan og
stynjan, næstan so at tú gjørdist eitt
sindur shei. Er tað veruliga neyðugt at
venja so hart, at tú mestsum ert við
at bresta? Nei, um eg tími. Og tað er
so mítt val. Eg gangi mínar túrar og
svimji mínar longdir, og tað er so tað
rennibreyt ella eingin rennibreyt. Einki
ilt um rennibreytina, tí sjálvandi kann
eisini gangast á henni, sjálvt um hon
eitur rennibreyt, og tað akkurát sum
einki. Havi gingið nógvar kilometrar
runt og runt – eisini við stªavum. Og
tað er so gott, so gott.
“Rennur tú”? er “hypasti” spurningurin
millum kvinnur í hesum døgum. Tú
ert ikki ordiliga við í tí nýggjasta,
um tú ikki rennur og rennur í røttum
renniskóm, sum eru seymaðir til júst
títt fótablað, og ert í “tights” sum eru
alvorliga “tightar”. Einki við at vera í
einum útvaskaðum joggingbuksum við
hangireyv. Og tú skalt helst vera á veg til
Tokio ella NewYork at renna maraton,
helst eitt heilt, til neyð eitt hálvt. “Nei,
eg gangi” – svari eg. Haldi fast um at
gera tað, mær hóvar, sjálvandi.
Yvir og farin og friður veri við tí.
H
yggur tú í bløðini, er ikki eitt ein
asta vikublað, sum ikki hevur onkra
konu á forsíðuni, sum ynskir at lætna.
Nokkso troyttandi at tað skal fylla so
óluksáliga nógv hvørja viku. Tú lesur,
hvat tey eta, hvar tey venja, hvussu
nógvar kaloriur tey brenna, hvar tey
renna og so framvegis. Ná. Tað er
eingin, sum sigur, at tað skal keypast
og lesast hvørja viku, ha?
Og so er tað alnótin. Har kanst tú bæði
kekka kolesterol og BMI. Har eru eisini
fult av uppskriftum til sunnar sósir
og soltnar frikadellur og eftirgjørt
marsipan, so tú næstan fært hug at
keypa tær 500 gram av Anthon Berg
“ren rå” og guffa rulluna í teg á veg út
úr handlinum. Bara fyri at vera anti.
Júst sum vit plagdu at gera, tá vit høvdu
keypt franskbreyð og ótu alt innanúr,
áðrenn vit komu til hús við “hylkinum”.
Á denn fest!
E
r tað ikki her ligt tá at kunna fara
í Móta skálan og keypa sær einar
“vidundur truss ur” og við góðari sam
vitsku fara til jólaborð haldið og eta seg
um rygg? Allar buglur eru horvnar
fyri eina stund, og tú ert veitslunnar
drotning. Hvat hendir, tá tú kemur
heim og fert úr “undrinum”, tørvar
ongum at vita nakað um. Denn tid, den
sorg. (Eg skal heilsa og siga, at leggur tú
teg fram eftir rommum, sum Gud hevur
skapt teg, setir hendurnar í gólvið og
lyftir teg uppfrá eitt sindur og ætlar
tær at síggja tærnar, skalt tú ikki vænta
at síggja tær! Skunda tær bara aftur í
vidundrið og dyl sum mansmorð :) .
Í
hesum krímtíðum verður dúgliga
vitjað hjá læknanum, og í bíðirúm
inum liggja øll myndabløðini og so
kanska okkurt Helseblað.
Hvørjum fert tú fyrst eftir? Eg veit,
hvat eg lesi fyrst. Deiligt, at Billedbladet
er til. Eingin er upp á klænkikur her :) .
Har eru søgur um kend fólk og minni
kend fólk og teirra tiara, kjólar og ikki
minst skógvar so høgar, at tú ivast í, um
tað ber til at flyta seg í teimum. Minnir
meg um, tá eg skinklandi fór omaneftir
Tinghúsvegnum í heimasmíðaðum
stúltum. Pápi mín var so stak fittur
í hond unum. Tað var ikki hansara
skyld, at eg líktist einum uppstúltaðum
ørvitis knokki á kalvabaki.
Og so er tað Ugens kjole. Er tað
ikki deiligt at frætta um hann og um
sprundið, sum er í honum? Og sum sagt
kanst tú supplera Billedbladet við Helse
og fáa onkur góð ráð úr blaðnum við
tær heim aftur, so alt ikki bara verður
gull og glitur.
Og eru hesar fanstastisku konurnar
í litaðu bløðunum í hesum fantastiska
flottu “Haute Couture robunum” lýta
leysar? Sleppa tær undan øllum tí,
vit “vanligu” stríðast við? Tær hava
sjálvandi sín persónliga vidundur
trussuveitara (tað hava vit eisini J)
Men hvussu við t.d. vírikum, tá tú –
er hon nevnd, er hon kend – nærum
altíð gongur í 9 cm. høgum stilettum?
Jú, mín sann, um ikki frú Beckham
herfyri varð avdúkað á leistum við
“fríðrikkum” sum vildu nakað. Setið
tykkum afturá, medsystrar, og hvílið í,
at eingin er fullkomin. Heldur ikki Frú
Posh Beckham. Les meira.....
Hygg at undurføgru Sofiu (For)Loren
og barmføgru Gitte Silikone, sum tað
er so grúiliga synd í fyri tíðina.
Tær eru bumbur við lít. Skulu vit
síggja soleiðis út, tá vit gerast ommur/
langommur, so skulu vit seta ferð á
eftirlønina í stundini. Tí hetta krevur
eftir øllum at døma eitt víðkað klippikort
til upplyftandi baldýring norðanfjørðs.
Kanska eitt jólagávuhugskot?
S
o, tit kæru konur: Á bláman við
øllum. Gleðið tykkum til tíðina fyri
framman og til alt tað, ið har til hoyrir
– bæði marsipankonfekt, fleskasteik,
Cherry Valley dunnur, sukurbrúnkað
epli, Cadburys við nøtum ella ongum,
enskar karamellur, piparnøtur og alt
hitt svansið. Og gangið/rennið tykkara
túrar ella ikki.
Tað, sum um ræður, er, at vit liva
hvønn dag til fulnar, elska okkara næsta,
røra okkum eftir tørvi, og ikki ganga
okkum útav nakrastaðni í úrtíð.
Og verður heilt galið, kunnu vit jú altíð
gera ein eyka vørr ella báðar tveir á
rennibreytini komandi ár.
Gleðilig jól.
MacDonald(s), marsipan
konfekt og mirakultrussur
Ása undir Kletti