Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 247 - 28. desember 2009 Næstan líka nógv fólk tóku ímóti Skálaberg í Ánunum annan jóla ­ dag, sum tá ið hann á fyrsta sinni kom til Føroya. Alt tað, sum hendi, tá ið Skála berg varð tikin í russisk um sjógvi mitt í no v em b er, kann ikki hava ver ið annað enn ein mis skilj­ ing, held ur reiðarin Hanus Han sen Skálaberg Randi Jacobsen randi@sosialurin.fo Myndir: Dávur Winther Tá ið klokkan var farin nakað av ellivu annan jóla­ dag, var ein streymur av bil um úr Klaksvík norður í Norð havnina. Onkrir bilar vóru eisini komnir lang­ veg is. Ein fjøld av fólki vildi sleppa at taka ímóti Skála­ berg, sum var komin úr Mur mansk, har hann hevði lig ið síðan 18. november. Skipið hevði boðað frá, at tað fór at verða í Norð­ havn ini klokkan hálvgum tólv, og tað helt væl. Skálaberg kom suður gjøgn um Kallsoyarfjørð, og tá ið hann var komin suður um Kun oyar nes og stevndi móti Ánunum, fóru allir bilar nir at ýla, og Skálaberg svaraði aftur. Har kom eisini bjargingarbáturin Ziska, ið somuleiðis gav ljóð frá sær. Nakrir menn stóðu har fram mi, tá ið lagt varð at, og kokkurin stakk høvdið út gjøgnum kúgveygað. Tá so Skálaberg kom nærri, varð sent upp nógv fýr verk. Skjótt gekk at binda, og fyrst ur umborð varð tollar­ in. Men hann gjørdi skjótt av, skuldi bara hava undir­ skrift skiparans, og so tustu fólk umborð at heilsa upp á síni, mussa og klemma. Jólalig messa Í messuni, sum var prýdd við jólaperum, bjóðaði skip ið kaffi, frukt og kara­ mell ur. Neyvan russ isk ar kara mellur, sum onk ur tók til. Eingin hátíðarlig móttøka var, ongar røður, sjálvt um borgarstjórin Gunvá við Keldu og aðrir almennir per són ar vóru har. Eitt blómu tyssi kom frá komm­ u n u ni at bjóða skipara og mann ingum vælkomnum heim. Prátað var dúgliga, og øll vóru í góðu lag. − Eg eri fegin um, at hetta spældi so væl av, segði Hanus Hansen, reiðari, sum sjálvsagt var í Norð havnini og tók ímóti. Ófatiligt Hann heldur, at tá ið Skála­ berg var tikin, var tað tí, at myndugleikarnir ikki høvdu skilt, at føroysku bátar nir sjálvir býta kvotu­ na sínamillum. Soleiðis er tað alla aðrastaðni. Landið, har fiskað verður, er bara áhugað í at vita, at fiskað ikki verður meira enn loyvt, og í hesum førinum er før­ oyska kvotan langt frá upp­ fiskað. Hetta hevur alt ver­ ið ein stór misskiljing. Hanus Hansen skilir als ikki, at skiparin fekk eina bót upp á fimm mió. krón­ ur, men kortini slapp skipið av stað uttan at gjalda bót­ ina. ­ Teir bóðu skipið um bara at fara. Dómin hevur hann ikki kunn að lisið enn, tí reiðaríið bíð ar eftir ensku um set ing­ ini. − Var eingin tulkur við? − Nei, tað var ikki neyðugt. Danska sendi­ stovan hevði mælt okkum til at brúka tveir russiskar ad vokat ar, harav annar hev­ ur búð í Danmark í fleiri ár og tosar flótandi bæði danskt og russiskt. Ad vo­ kat ar nir gjøredu eitt fyri­ mynd arligt arbeiði, eins og bæði føroysku og donsku myndug leikarnir gjørdu. Annan jóladag hevði hann enn onga hóming av, hvat ævintýrið í Murmansk hev ur kostað JFK­Trol. Men tað eru stórar upp­ hædd ir bæði fyri mistan fiski skap, advokatar o.a. − Tíðin fer at vísa, um vit gera nakað burturúr tí. Fyrst er tað sølan av Skála­ berg, sigur Hanus Hansen, sum væntar, at tann handil­ in stendur við. Annars hevur hann ikki hug at sleppa samstarvinum við Russland, tí tað sam­ starvið hevur altíð verið gott. Avbyrgdir Umborð fingu vit eitt prát við fyrsta meistaran Jógvan Lydersen. − Nú er alt gott, og vit hava havt ein óføra góðan túr heim og kundu sigla við fullari ferð, sigur Jógvan Lyder sen. Hann sigur, at tá ið teir høvdu ligið í nakrar dagar á pollinum í Murmansk, vóru onkr ir av monnunum nokk­ so tungir. Teir ótolnaðust og blivu við at spyrja, nær teir sluppu heim. Eingin kendi svarið, men ótolnið kom at ávirka aðrar. Men tað gekk alt kortini. Lagið umborð var ikki so tungt, tá ið hinir menninir fóru farnir heim. Menninir sluppu ongan­ tíð í land, bara skiparin, tá ið hann skuldi í rættin. Hanus Hansen slapp eina ferð umborð í tríggjar tím­ ar. Skálaberg fekk stórfing Hvørki køliskáp ella sjónvarp Næstan fimm prosent av húsarhaldunum í Íslandi hava hvørki køliskáp ella sjónvarp, men næstan fýra prosent av øllum húskjum hava bát. Tað sæst í einari kanning, sum Hagstovan í Reykjavík hevur gjørt, og sum byggir á upplýsingar í árunum frá 2006 til 2008. Samstundis sæst, at altsamt fleiri íslendingar fáa sær bil. Í 2006 høvdu 13 prosent av húsarhaldunum ongan bil, men í fjør var tað talið 9 prosent. Summi hava fleiri bilar. Kanningin vísir, at í fjør høvdu 35 prosent av húskjunum tveir bilar, og at 6,5 prosent av húskjunum høvdu fleiri enn tríggjar bilar. Rønn illa umtókt Summir eygleiðarar hava gitt, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, fer at umskipa stjórnina í næstum, og at hann tá fer at velja annan ráðharra í innflytaramálum fyri Birthe Rønn Hornbech. Hon hevur verið í eldinum fleiri ferðir í sambandi við ymisk innflytara­ og flóttafólkamál. Sambært einari kanning hjá Gallup høvdu nógvir danir tikið undir við, at hon fekk sekkin sum ráðharri. Har siga 31 prosent, at Birthe Rønn Hornbech eigur at fara frá. Ein annar ráðharri, sum heldur ikki er serliga væl umtóktur, er mentamálaráðharrin Carina Christensen. Bilarnir ýldu, og Skálaberg svaraði aftur, tá ið hann 2. jóladag kom inn móti bryggjuni í Ánunum