mánadagur 28. desember 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 247 - 28. desember 2009
− Men russiski umboðs
maðurin slapp ikki umborð,
og tað gjørdi russiski sjó
mans presturin heldur ikki.
Presturin vildi geva okkum
lesnað umborð, men tað bar
ikki til.
Jógvan Lydersen hevur
bara gott at bera myndug
leikans
persónum,
sum
komu umborð.
− Teir vóru sera fyri kom
andi, sótu millum okkara
og royktu og drukku kaffi,
sig ur hann.
Gott at loysa
− Tað var ein stórur lætti, tá
ið dómurin fall, og teir
fingu at vita, at skipið var
leys givið, men teir vistu
fram vegis ikki, hvat fór at
henda.
Skipspappírini
komu
umborð,
men
neyðugt var at bíða eftir
øðr um loyvum frá myndug
leikunum.
Seinastu vikuna lógu teir
við bryggjuna.
− Tað var ein góð løta, tá
ið vit loystu, og so sigldu
vit við fullari ferð heim,
sig ur Jógvan Lydersen.
Fólkini eru við at fara í
land aftur, tí menninir
um borð hava mest brúk fyri
at koma heim. Skyldfólkini
eru við at dragsa sekkir og
annað hjá teimum í land.
Burturi næstan
hálvt ár
− Stundir vóru kortini at
gera eitt støkk upp á brúnna
at heilsa uppá skiparan
Róðin Biskopsstø.
Hann er við at rigga av,
stendur við fartelduni undir
arminum.
− Tað er ein ótrúliga stór
ur lætti at vera komin heim.
Vit hava verið undir einum
ótrúliga stórum trýsti, sigur
Róðin Biskipstø, ið sum
ákærdur var undir størsta
trýsti num.
− Tað var eitt stórt trýst í
so langa tíð ikki at sleppa í
land. Haraftat fingu vit nóg
illa tað, sum okkum tørvaði.
Og
vit
kendu
okkum
ótrygg ar, tí vit vistu ongan
tíð, hvat tað næsta fór at
verða.
− Lagið á monnum batn
aði nógv, tá ið dómurin var
fallin, og teir vistu, at nú
kundi ikki ganga long tíð,
til teir kundu loysa.
Róðin Biskopstø tykist
sjálvsagt eitt sindur móður
eftir hesa drúgvu ferð, men
lagið er gott. Hann hevur
ver ið umborð síðan 2. juli,
og teir vóru bara eina ferð, í
november, inni og landaðu.
− Fert tú yvir aftur til
Russ lands?
− Jú, men ikki beint nú.
Fyrst av øllum fari eg heim
til foreldrini, sum hava
koyrt ræst kjøt í ovnin, sig
ur Róðin Biskopstø.
Tá ið hann henda dagin
fór í land, var hann leysur
við skipið.
Óvæntað móttøka
Hann er bilsin av tí stóru
mót tøku ni, sum um teir
vóru hetjur.
− At so nógv fólk tóku
ímóti mundi neyvan bara
koma av, at Skálaberg varð
tikin og noyddist at vera so
leingi í Murmansk. Tá ið
Skála berg sigldi inn um
poll in, var hetta allarhelst
seinas ta ferðin, at Skálaberg
var á Klaksvík.
Stóri trolarin er á veg úr
flota num. Í dag er farið
und ir at leggja veiðuna
upp, og tá ið tað er gjørt, og
ymist er riggað av, fer
Skála berg yvir á aðrar
hend ur.
gna móttøku
Hvalur skal hava frið
Bóghvítuhvalurin, sum heldur til úti fyri amerikonsku og
kanadisku vesturstrondini, verður so illa órógvaður av ferðafólki,
at nú vilja vísindafólk hava eitt serligt øki, har hvalurin kann fáa
frið. Kanningar, sum eru gjørdar millum kanadisku oynna Van cou
v er Island og ta amerikonsku St. Juan Island, vísa, at nú eru bara
87 bóghvítuhvalir eftir har, og at hesin parturin av stovninum er í
vanda fyri at doyggja út. Hvalurin har livir millum annað av laksi,
men bátar við ferðafólki og stuttleikafiskimonnum gera, at
hvalurin fær ikki frið. Tí mæla vísindafólkini til at geva hvalinum
eitt øki fyri seg sjálvan.
Umval í Kroatia
Eingin endaligur vinnari varð funnin á forsetavalinum í
Kroatia um vikuskiftið, og tí verður umval tann 10.
januar. Bestu møguleikarnar at vinna tá hevur sosial
demo kraturin Ivo Josipovic, sum fekk 32,4 prosent av
atkvøðunum í fyrra umfari. Kappingarneyti hansara tann
10. januar verður uttanflokkamaðurin Milan Bandic, sum
er borgarstjóri í høvuðsstaðnum, Zagreb. Hann fekk 14,8
prosent hesaferð. Bandic og Josipovic vóru floksfelagar,
til Bandic valdi at halda fram sum uttanflokkamaður.
Undir valstríðnum hava báðir lovað at virka fyri, at
Kroatia kann fáa limaskap í ES. Tað kann henda í 2012.
Konan og tær tríggjar døturnar vóru og tóku ímóti skiparnum Róðin Biskopstø, sum hevur verið
burturi síðan 2. Juli
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag (v. m.) var umborð og heilsaði uppá skiparan,
og har var eisini Ólavur Biskopstø, sumer beiggi Róðin Biskopstø og hin skiparin á Skálaberg
Hanus Hansen, reiðari er fegi um, at alt spældi so væl av. Hann
rósar skiparanum fyri at hava gjørt gott arbeiði
Jógvan Lydsersen, fyrstimeistari er fegin um at vera komin
heim. Hann sigur, at tað var ein góð kensla, tá i Skálaberg
kundi seta fulla ferð á heim
Bryggjan í Norðhavnini var stúgvandi full av bilum