Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 247 - 28. desember 2009 Byggja í Jerusalem Í Ísrael hava myndugleikarnir gjørt av at byggja næstan 700 íbúðir í tí arabiska Eysturjerusalem, og sambært íbúð­ armálaráðnum eru tær ætlaðar ísraelsmonnum at búgva í. Avgerðin fellur neyvan í góða jørð í USA, tí stjórnin hjá Barack Obama, forseta hevur funnist hvassliga at øllum ísraelskum ætlanum um nýbygging í tí hersetta økinum, tí tað forðar fyri friði. Ísrael hersetti Eysturjerusalem í krígnum í 1967. Seinni varð býarparturin lýstur sum ísraelskt øki og partur av høvuðsstaðnum Jerusalem, men hetta seinasta stigið er ikki altjóða viðurkent. Fleiri lógu eftirá Líkt er til, at samanbrestirnir í Iran um vikuskiftið hava kravt fleiri mannalív enn higartil hildið. Sambært almenna sjónvarpinum doyðu átta fólk í samanbrestum í høvuðsstaðnum Teheran, og keldur innan mótmælisrørsl­ una hava fyrr sagt, at trý fólk doyðu í samanbresti í ein­ um øðrum býi. Tað ljóðar, at ein skyldmaður andstøðu­ leiðaran Mirhossein Mousavi er millum tey deyðu. Í morgun skrivaðu tíðindastovurnar, at andstøðupolitikarin Ebrahim Yazdi var tikin. Hann er formaður í flokkinum Frælsisfylkingin og var uttanríkisráðharri í teirri fyrstu stjórnini aftan á kollveltingina í 1979. Erhard Mortensen, sum hevur arbeitt við ruskbrenning hjá Tórshavnar kommunu í 35 ár, sigur, at hann mangan hevur øtast yvir alt, sum fólk koyra burtur. - Tú skuldi næstan trúð, at vit liva í einum miljónabýi og ikki í einum lítlum landi. Tað eru ofta vanlig fólk, sum koma við tingum, ið saktans kunnu brúkast av øðrum. Tinghúsið er eitt sera gott høvi hjá fólki at keypa sær ymisk fyri lítið og lætt, sigur maðurin, sum fyllir sjeyti ár nýggjársaftan Samrøða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Seinasta dag í hesum árinum fyllir Erhard Mort­ ensen sjeyti ár. Maðurin, sum upprunaliga er ættaður av Tvøroyri, hevur verið eitt kent andlit á brenni­ støðunum hjá Tórshavnar kommunu í umleið 35 ár. Altíð blíður og fyrikom­ andi, lítillátin, men viðhvørt eitt sindur speiskur. Hann byrjaði í Havnardali, tá brenningin var har úti, og síðan flutti hann á Sand­ víkarhjalla, tá nýggja brennistøðin læt upp seinast í sjeytiárunum. Hóast 35 ár er helming­ urin av lívinum hjá Erhardi, hevur hann ikki bara arbeitt við brenning og kroysting av gomlum jarni. Eisini á havinum Sum blaðungur miðsleiðis í fimmtiárunum var Erhard við Tjaldrinum, har arbeiði hjá honum var at halda køm­ ur og gongir hjá yvirmonn­ unum rein. Viðhvørt hjálpti hann eisini til í messuni, har ein partur av arbeiðnum var at vaska upp. Eftir at hava verið nakrar túrar við Tjaldrinum, var hann ein túr við Bliki, sum seinni sakk í Grønlandi. ­ Hendan túrin, sum eg var við, vóru vit í Íslandi eftir sild, sum vit førdu niður til Riga í Letlandi. Minnist eg rætt, høvdu vit ongan farm við okkum aftur úr Riga, men løgdu inn í Danmark eftir farmi heimaftur til Føroya. Í nøkur ár koyrdi hann truck fyri Skipafelag Før­ oya, tá skipini lossaðu í Havn. Vanligt var, at gomlu og smærru træskipini hjá Skipafelagnum førdu farm­ in víðari úr Havn og út á bygdirnar. Onkuntíð barst manni, sum sigldi við hes­ um skipum, frá at fara og aðrir, sum lossaðu, fóru við út á bygdirnar. ­ Soleiðis var eg eisini onkrar túrar kring landið. Erhard sigur, at honum dámdi væl at arbeiða á bryggjuni í Havn, og meginpartin av tíðini, hann lossaði fyri Skipafelag Føroya, koyrdi hann truck. Út í Havnadal Sum árini gingu, hevði Erhard hug at royna okkurt nýtt, og tað var tá, hann kom í starv á brennistøðini í Havnardali. ­ Mortan Carlsen var tá formaður á brennistøðini, og eg hevði fregnast í býráð­ num, um teir kanska mangl­ aðu fólk har úti. Eg fekk starv í Havnardali fyri um­ leið 35 árum síðan, og síðan tá havi eg øll árini arbeitt við ruskbrenning og øðrum, ið hoyrir til hetta arbeiði. Hann sigur, at teir høvdu tveir ovnar í Havnardali. ­ Alt ruskið varð vippað á gólvið og skumpað niður í ovnarnar. Viðhvørt høvdu vit eisini ein traktor, sum vit brúktu til at skumpa ruskið við. Um ov nógv rusk var farið í ovnin, noyddust vit at taka eitt sindur frá aftur. Erhard sigur, at teir vóru einir átta mans, sum arbeiddu á brennistøðini í Havnardali, og teir arbeiddu í vaktum. ­ Eldur var í ovnunum tað mesta av samdøgrinum, men onkuntíð, tá vit komu til arbeiðis morgunin eftir, var øskukalt og eingin eldur. So hvørt, sum ruskið varð brent, var tað skumpað úr ovnunum koyrt oman á dungan, og tað var ikki so sjáldan, at alt ikki var sløknað, so tað kundu rúka úr dunganum. Brenningin í Havnardali var ikki filtrerað, sum hon er í dag. Roykurin stóð upp úr skorsteinunum, og viðhvørt var so nógvur roykur, at teir, ið arbeiddu har úti, høvdu ilt við at síggja hvønn annan. Erhard sigur, at onkuntíð, tá toka lá yvir Havnadali og nógv var at brenna, fyltu teir ovnarnar á tremur, áðrenn seinna vaktin fór til hús. ­ Tá sást roykurin ikki kort­ ini, sigur hann brosandi. Alt varð tyrvt Longu, tá Erhard arbeiddi á brennistøðini í Havnardali, høvdu teir maskinu til at kroysta jarn við, men tá var ikki tað nógva tikið úr akførunum, áðrenn tey vórðu kroyst, eins og gjørt verður í dag. ­ Vit tóku akkumlátorar­ nar úr bilunum, og síðan vórðu teir kroystir og tyrvdir saman við øðrum, sum varð skrottað. Vit høvdu eina góða maskinu at slætta vrakini við. Hendan stóð beint við. Hon hevði stórar tenn, og lítið var eftir av bilum ella øðrum jarnlutum, tá teir høvdu verið í maskinuni. Erhard sigur, at jarn og alt, sum skuldi tyrvast, varð koyrt oman á tyrvingar­ plássið, og síðan syrgdu teir sjálvir fyri, at mold varð løgd omanyvir. Hann sigur, at tá menn skipaðu fyritøku, sum tók sær av skrottaðum bilum og onkur fór at keypa gamalt jarn til útflutnings, minkaði nøgdin av jarni nógv, sum kom út í Havnardal, og av somu orsøk bleiv eisini munandi minni at kroysta og tyrva. ­ Í dag er bøur yvir gamla tyrvingarplássinum, og hornabóndin plagdi at siga, at besta kjøtið, hann hevði fingið, var av seyði, ið hevði gingið á bønum omaná øllum ruskinum, leggur hann aftrat. Nógvur roykur Tá tosað verður um brenn­ ing í Havnardali, ber illa til at koma uttan um, at tað manna millum varð hildið at vera eitt stað, har rottur trivust ógvuliga væl á tyrvingarplássinum. Erhard sigur, at teir tó Tað er heilt ótrúligt sum fólk koyra nógv burtur