mánadagur 28. desember 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 247 - 28. desember 2009
Gjørdu landgongd
Í Ný Sælandi eru 126 grindahvalir deyðir, eftir at
teir gjørdu landgongd av sínum eintingum. Nýsæl
endsku fjølmiðlarnir skriva, at 105 hvalir vórðu
funnir á einari strond á Farewell Split har norðuri á
South Island. Tá fólk komu á staðið, vóru 39 av
hvalunum framvegis á lívi, men tá tað ikki bar til at
bjarga teimum, vórðu teir skotnir. Í Colville Bay á
North Island gjørdu 63 grindahvalir landgongd. Tað
eydnaðist at fáa 42 teirra útaftur á lívi, men hinir 21
doyðu, skriva nýsælendsku fjølmiðlarnir.
Senda fólk heimaftur
Tað hevur vakt ans og elvt til øsing, at myndugleikarnir í
Teilandi eru farnir undir at senda flóttafólk úr Laos
heimaftur, hóast tey hava verið í Teilandi í fleiri ár. Reuters
skrivar, at í nátt fóru 5.000 teilendskir hermenn undir at
savna og flyta umleið 4.000 laotisk flóttafólk aftur til Laos,
og at í morgun fóru teir fyrstu 16 lastbilarnir við umleið 400
flóttafólkum ímóti markinum. Mannarættindafelagsskapir
stúra fyri, at flóttafólkini fáa eina ringa móttøku í Laos, tí
tey eru av Hmongfólkinum, sum hjálpti amerikanska
herinum undir Vietnamkrígnum.
ikki høvdu teir stóru trupul
leikarnar av rottum, men at
tað meiri vóru fólk, sum
koyrdu út í Havnardal, tá
tað var vorðið friður, sum
sóu rottur har úti.
Men sjálvandi sóu teir
onkra rottu av og á.
Umstøðurnar í Havnar
dali kunnu ikki samanberast
við nýggju umstøðurnar, ið
arbeiðsmenninir fingu við
nýggju
brennistøðini
á
Sandvíkarhjalla.
Munurin var serliga, at
meiri skuldi gerast við
hendrunum har úti umframt
nógvi roykurin, ið stóðst av
brenningini. Skuldi tú koma
til hús uttan at lukta ov illa
av royki, noyddist tú at
goyma skiftiklæðini í einum
plastikposa. Klæðini lukt
aðu altíð av royki, og eisini
var tað nógv betri, tá vit
komu niðan á Sandvíkar
hjalla og sluppu undan
øllum roykinum, tí her er
brenningin filtrerað. Vit
høvdu brúsurúm í Havn
ardali, men á Sandvíkar
hjalla eru umstøðurnar so
nógv betri, og alt er nógv
reinari, sigur hann.
Nógv fer burtur
Erhard Mortensen heldur,
at Tinghúsið, sum selir
endurnýtsluting og Sand
víkarhjalla, skuldi verið
komið fyri nógvum árum
síðan.
Eitt slíkur møguleiki er
ikki minst góður hjá fólki
sum seta búgv og kanska
ikki hava ráð til tey dýru
tingini til íbúðina ella húsini.
Hann sigur, at tað er heilt
ófatiligt, sum fólk koyra
nógv burtur, og mangan
hevur hann øtast, tá fólk
komu við góðum og mest
sum nýggjum tingum, ið
tey ikki høvdu brúk fyri.
Tú skuldi næstan trúð,
at vit liva í einum miljónabýi
og ikki í einum lítlum landi,
soleiðis
sum
nógv
fer
burtur, og ofta eru tað
vanlig fólk, sum koma við
tingum, ið saktans kunnu
brúkast av øðrum.
Erhard heldur soleiðis, at
Tinghúsið er eitt sera gott
høvi hjá fólki at keypa sær
ymisk fyri lítið og lætt.
Við móttøkuna hava vit
bingju, sum vísir til endur
nýtslu, og har koma fólk
við nógvum, sum tey ikki
brúka meiri. Eg haldi bara,
at Tinghúsið skuldi verið
uppaftur størri, leggur hann
aftrat.
Eftir 35 ár
Hóast hann fyllir sjeyti ár
nýggjársaftan, er Erhard
framvegis
í
starvi
á
brennistøðini, men tá tú ert
farin um pensjónsaldur,
fært tú bara eitt hálvt ár í
senn – og noyðist at søkja
um framhald.
Mær hevur dámt hetta
arbeiði heilt ótrúliga væl,
og eg havi havt góðar starvs
felagar, bæði í Havnardali
og á Sandvíkarhjalla. Hetta
er so eisini ein orsøkin til,
at árini eru vorðin so mong.
Mítt arbeiði í dag er við
jarnpressuna, har eg kroysti
akfør og annað jarn, sum
síðan verður stáplað upp og
sent av landinum.
Hann sigur, at nú verður
øll olja, bensin og allar
veskur tappaðar úr akførum,
áðrenn tey verða kroyst,
eins og dekk og øll battaríir
verða tikin úr vrakinum.
Tað tekur einar 23 min
uttir at kroysta eitt vanligt
akfar, sum kemur útaftur úr
maskinuni sum ein lítil
klumpur. Er talan um størri
akfør, eitt nú bussar, hava
vit ein stóran saks sum sker
akførini sundur, og síðan
verða tey kroyst í stykkjum,
sigur hann.
Onnur ítrív
Men Erhard Jacobsen hevur
ikki
bara
fingist
við
brenning í øll hesi ár. Hann
hevur eisini havt onnur
áhugamál, og í heili 24 ár
arbeiddi hann soleiðis um
kvøldarnar í Havnar Bio,
har hann tók sær av eftirliti
og annars syrgdi fyri, at
fimlar, sum skuldu sendast
til biografar úti um landið,
fóru
avstað.
Filmarnir
skuldu eisini avheintast, tá
teir komu til landið, eins og
teir skuldu sendast avstað
aftur.
Eg var blaðungur, tá eg
byrjaði at arbeiða í Havnar
Bio, og øll hesi ár sá eg
næstan hvønn film, sum
varð sýndur í biografinum.
Vit stóðu jú eisini innanfyri
hurðina og vístu fólki, sum
komu
heldur
seint,
á
plássini, har tey skuldu sita.
Soleiðis lærdi eg eisini at
skilja enska málið betri,
enn eg annars hevði gjørt,
leggur hann aftrat.
Hann sigur, at eitt, sum
var áhugavert við at arbeiða
fyri Havnar Bio, var, at tú
komst at kenna nógv fólk,
sum gingu í biograf.
Eg minnist soleiðis
serliga væl, tá John F.
Kennedy varð myrdur. Vit
stóðu og prátaðu, Poul
Müller, sum rak biografin,
Kjartan Mohr og eg. Kjartan
spurdi tá Poul, um hann
ikki ætlaði sær at lukka
biografin, tá forsetin fór til
gravar – og so varð. Eingin
biografur var í Havnar Bio
hetta kvøld. So, sjálvt í
Føroyum,
vóru
fólk
sorgarbundin um morðið á
John F. Kennedy, sigur
Erhard, sum eisini starvaðist
í Mimir í fleiri ár.
Stuttleikasigling
Hóast Erhard ikki var leingi
sjómaður á ungum árum,
hevur hann í nógv ár havt
stóran áhuga fyri bátum og
bátasigling. Hann hevur
soleiðis í fleiri ár havt
stuttleikabát,
sum
hann
eisini plagar at verða á floti
í, tá líkindi eru, og høvið
býðst.
Eg havi ein góðan bát í
dag, sum er 30 føtur langur
og tríggjar metrar breiður.
Báturin
hevur
nýggja
maskinu, góð uppihaldsog
sovirúm, eins og hentleikar
eru til matgerð.
Erhard og Kirstin, sum
hann býr saman við, hava
soleiðis siglt kring oyggjar
nar um sumrarnar, og tey
hava eisini verið við á fleiri
bátastevnum. Harumframt
hava tey verið við á tveim
um Noregsferðum, men tá
var tað við øðrum báti enn
hesum, sum Erhard hevur í
dag.
Erhard er aktivur limur í
Tórshavnar Bátafelag, og
har hevur hann eisini sitið í
nevnd.
Nú eg fylli sjeyti, kundi
eg næstu árini hugsað mær
at brúkt meiri tíð í bátinum,
men sum er, eri eg framvegis
í starvi á brennistøðini, og
tá er avmarkað, hvussu
nógv avlopstíð er til bátin,
sigur hann.
Erhard
Mortensen
er
sonur Ethel og Eli Morten
sen, sum vóru úr ávikavist
úr
Trongisvági
og
av
Tvøroyri.
Hann eigur tveir brøður,
Hans og Heðin Mortensen,
sum er borgarstjóri í Tórs
havnar Kommunu.
Í sínari tíð fluttu foreldrini
norður til Havnar at búgva
og bygdu sær hús í høvuðs
staðnum.
31.
desember
millum
klokkan 11 og 17 hevur
Erhard Mortensen opið hús
í Posthúskjallaranum í Tórs
gøtu í Havn.
- Tað tekur einar 2-3 minuttir at kroysta
eitt vanligt akfar, sum kemur útaftur úr
maskinuni sum ein lítil klumpur. Er talan um
størri akfør, eitt nú bussar, hava vit ein stóran
saks sum sker akførini sundur, og síðan verða
tey kroyst í stykkjum, sigur Erhard Mortensen
Mynd: Jens Kr. Vang