mánadagur 28. desember 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 28. desember 2009
13
Eg royni, so vítt møguligt,
ikki at gera viðmerkingar
alment, men nú haldi eg,
meg noyðast at koma við
átalum.
Sum ikki einaferð er tað
umstøður okkara, tá vit og
onnur skulu ferðast til og
frá okkara oyggj, ið tað
snýr seg um.
Um vit nakrantíð fáa
betra um okkara ferða
umstøður, veit eg ikki, men
sjálvandi vóni eg tað.
Men tað, sum ger at eg
nú seti meg at skriva er, at
eg síggi á Sandportalinum,
at vit eru strikað av Føroya
kortinum. Tá haldi eg,
mann kann tala at.
Á Sandportalinum skriv
ar Gerhard Lognberg um
Suðurøkið, sum sambart
honum, ella Sandportalin
um, er Sandoy og Suðuroy.
Skúvoyggin og Dímun
eru eftir hesum ikki til
meir, í hvussu so er ikki
annað enn tveir blettir á
kortinum.
Fyri umleið einum mán
aði síðani ringdi skrivarin
hjá sama manni til mín, og
spurdi um eg vildi vera
við, saman við hinum bygd
arráðsformonnunum í sýsl
uni, at senda eina á heitan,
til avvarðandi politikarar,
um Sandoyartunnilin.
Eg játtaði, men við
merkti kortini, at eg vón
aði, hann eisini hugsaði
hendanvegin, tí eg meini,
at vit eru ein partur av
hasum sambandinum, tí
verður okkara ferðasam
band ikki bøtt, er tað okk
um líka mikið, um Sand
oyingar fáa tunnil ella ei.
Tað er ymiskt við okkara
atløgu viðurskiftum, sum
eg eftirhondini haldi er eitt
sindur ullint, frá ymsum
mynduleikum.
Tá verkætanin, sum nú
hevur verið klár í nøkur ár,
var klár at bjóða út, segði
Landsverk, at hon kostaði
26 milliónir. Tað var í dýr
astu tíðum, tá vit so fingu
eina játtan á 7 milliónir,
segði Landsverk, tað verða
ov lítið til at byrja við.
Havnin kostaði 30 milli
ónir, segði Landsverk tá,
og minst helvtin mátti játt
ast um arbeiðið kundi byrj
ast. Tað seinasta teir hava
sagt fyri Anniku Olsen
landstýriskvinnu er, at
havnin kostar 35 milliónir.
Hvat ið er rætt havi eg
ikki fakligan møguleika at
meta um, men tá Landsverk
sigur verkætlanina kosta kr.
26 milliónir í allar dýrastu
tíðum, og nú ið allir prísir
eru falnir, leggja 910 milli
ónir omaná, so er okkurt,
sum ikki ruggar rætt.
Tað er eisini fitt av peng
um nýttir til verkætlanina
longu nú. Projekteringin er
gjørd, eisini hevur ljóðað,
at grótið, sum skal nýtast,
liggur bæði sprongt og
goldið uppi í Hundsara
botni, so tann írestandi
játtanin kann ikki verða so
ógvuslig.
Tað eru nokk umleið 5
milliónir goldnar higartil,
so tað skuldu eftir tí verið
á leið 21 22 milliónir eftir,
og ikki 35.
So sum hetta hevur ging
ið fyri seg, haldi eg tað
vera rætt, at man ger, sum
nú skal gerast við almenn
ar vegir, latið privat feløg
siga tykkum politikarum,
hvat slíkar verkætlanir
kosta, so fáa tit tann
verðuliga prísin.
Nú eru onkrir politikarar,
Anfinn Kallsberg og
Gerhard Lognberg, farnir
at tosa um, at tað er betur
at sita sum teir sita, og so
royna at ávirka eina kom
andi langtíðar ætlan.
Vónandi hugsa tit tá um
okkum eisini. Minnist til,
at okkara havn er ein verk
ætlan, sum er BYRJAÐ,
hon skal bara gerast liðug.
Annars vil eg ynskja
øllum, kendum og ókend
um eini gleðilig jól.
Suðurøkið?
úr Skúgvi, sum
saman við Dímun
liggur ímillum syðru
og norðaru helvt av
Suðurøkinum
Harry Jensen
Longu áðrenn samgongan
gavst við royndum sínum
at evna til eina fullfíggjaða
fíggjarlóg, varð greitt, at
hon hevði mist førleikan at
stjórna landinum. Tí er
bráneyðugt at politikkarar
tvørturum floksmørk finna
saman at skipa eina bjarg
ingarsamgongu.
Tá alheimskreppan, fyri
góðum hálvum øðrum ári
síðani rakti flestu heimsins
lond vóru Føroyar sera væl
fyri at stýra uttan um teir
brotasjógvar, sum onnur
hóknaðu undan. Í fleiri ár
var almenna skuldin lítil og
eingin, undirskot á fíggjar
lógini ókent, arbeiðsloysi
so gott sum einki, fiski
skapurin nøktandi, avtalur
gjørdar millum land og
kommunur um fíggjarstýr
ing og vit kundu hildi á at
víst á positiv viðurskifti,
sum, um rætt varð farið
fram, treytaðu okkum bjørt
útlit.
Kortini vórðu øll atlit til
ein burðardyggan búskap
slept og heldur enn at
leggja upp fyri búskapar
ligum uppgangstíðum,
varð búskapurin ovur
hitaður og langtíðarmál
slept. Hóast ávarðingar um
hendan grundleggjandi
skeiva politikkin vórðu
givnar væl áðrenn alheims
fíggjarkreppan eisini setti
síni árin á føroyska sam
felagið, valdi landsins
leiðsla at lata standa til.
Broyttu ikki kós hóast
greiðar ávaringar
Ístaðin fyri at laga búskap
in eftir greiðu ávaringun
um, repa seglini og leggja
upp fyri versnaðu útlitun
um, varð hildið fram á
somu kós. Óneyðugir og
altoyðileggjandi skattalætt
ar hildu á at verða veittir,
ovurnýtslur á kontum
landsstýrismanna vórðu
góðkendar, sjálvsagdar
sparingar vórðu ikki gjørd
ar, nýggir inntøkumøgu
leikar ikki troyttir alt við
tí úrsliti, at Føroyar skjótt
kunnu koma at standa fyri
hóttandi krøvum frá teim
um, ið vit noyðast at biðja
um lán fyri at bjarga okk
um undan risaundirskotum
á fíggjarlógum landsins.
Undirskotið, sum í fjør var
góðar kr. 300 mió, táttar í
ár í eina mia., og verður
neyvan minni komandi
tvs. góðar 2 milliardir. kr.
eftir trimum árum!
Andstøðuflokkarnir
hava, saman og hvør sær,
ferð eftir ferð víst á vandan
við verandi kós, tó higartil
úrslitaleyst. Heystið fór,
veturin kom og ístaðin fyri
fíggjarlóg, ið átti at tikið
atlit ikki bert til dagin í
dag, men árini fram, fingu
vit eina visiónsleysa kom
promiloysn uttan framtíðar
atlit ella nútíðarmedvit.
Sparingarnar, ið gjørdar
eru muna lítið og einki, og
farið varð inn á røkur, ið
áttu at verið friðaðar.
Her verður hugsað um
tær røkur, ið hýsa veikastu
samfelagsborgarum okkara.
Neyðugt við tvørpolitisk
ari bjargingarstjórn!
Áheitan Miðfloksins er, at
vit skipa eina virkisføra
bjargingarstjórn við tí
greiða máli at bjarga Føroy
um og føringum undan tí
fíggjarliga og politiska húsa
gangi, sum lættliga kann
gerast veruleiki um verandi
visiónsloysi heldur á.
So skjótt gerandisdagar
byrja aftur í nýgja árinum
eiga samráðingar at verða
tiknar upp við tí fyri eyga
at skipa eina bjargingar
samgongu av politikkarum,
tvørturum floksmørk, ið
hava dirvi at taka tey tøk,
sum flestu innast inni vita
eru neyðug fyri at hóra
undan. Tøk, sum krevja
dirvi at fara inn á røkur,
sum tykast friðaðar av
verandi samgongu, men
sum mugu troytast, skal
samfelagsskútan rættast
uppaftur.
Óivað er onkur, ið er
meira hugaður at skriva út
væl. Meti tó hendan møgu
leikan at vera minimalan, tí
neyvan finnast fleiri
politikkarar við so lítlari
ábyrgdarkenslu, sum slík
uppskot krevur.
Áheitan frá Miðflokkinum um skipan av einari
tvørpolitiskari bjargingarstjórn!
Formaður Miðfloksins
Jenis av rana
viðmerkingar
Sjónvarpið og sex
Er einki mark her í landin
um longur. Eru hesir porno
filmarnir, sum sjónvarpið
sendir inn í stovur okkara
loyvdir. Hvat siga lógirnar
um hesi viðurskifti? Um
fólk høvdu drivið sex úti á
vegnum, hevði politiið
skjótt verið eftir teimum,
tað ivist eg ikki í. Hvussu
ber tað tá til, at sjónvarpið
kann senda slíkt inn í
stovur okkara, uttan at
nakar grípur inn.
Hvat sigur mentamála
ráðharrin og mentamála
ráðið til hetta. Hvat sigur
felagið hjá okkum, »Kristi
ligt lurtara og síggjara
felag«. Hví sleppa hesi
menniskju at hóreiggja sær
so framman fyri okkum í
egnu stovum okkara og
gjøgnum OKKARA sjón
varp, til forargilsi fyri
mong av okkum og til
niðurbrótingar av moralin
um í børnunum og teirra
yngru millum okkara.
Hvat ið gongur fyri seg í
tí privata, kunnu vit ikki
gera so nógv við, men tað
má vera eittt krav at public
service, Kringvarpið held
ur seg innan fyri sámulig
mørk. Tað má síggjast, at
almenna sjónvarp okkara
er øðrvísi og ikki fylgir
tilvildarligum lágum
fjølmiðlum, sum gera sær
dælt í heiminum í dag.
Kringvarpið má vera ein
stovnur, sum verjir rætta
mentan og tað, sum vakurt
er, ístaðin fyri at senda so
niðurbrótandi sendingar,
sum teir gera nú.
Tað má setast eitt krav
frá mynduleikunum, til tey
sum stýra Kringvarpinum
at fínkemba sendingarnar
fyri sex og tað, sum hoyrir
tí heilaga hjúnabandinum
til. Slíkt hoyrir ikki heima
á opnum sjónvarpsskermi,
heldur enn tað hoyrir
heima á allfara vegi. Slíkt
hoyrir dýrunum til, ikki
menniskjum. Sjóvarpið
eigur ikki at fáa loyvi til at
halda fram við hesum
sexsendingum, sum nú er
komnar niður á ringasta
slag av slíkum, har menn
iskju bera seg at sum dýr,
til onnur at »hugna« sær
við. Sjónvarpið eigur at
rætta kós og fara frá hesum
lága støði.
Høvdu vit havt eitt Kring
varp, sum klárt var øðrvísi
enn tær mongu sjóvarps og
teldu rásir, sum floyma inn
yvir okkum í dag, so
høvdu børn og ungu
okkara kanska eisini av tí
lært, hvat er ringt og vána
ligt. Sum nú er, fáa tey tað
fatan, at hetta er nakað,
sum er í fínasta í ordan og
fáa ein hugburð til sex,
sum er fullkomuliga við
síðuna av og verða
oyðiløgd.
Tit, sum stýra Kring
varpinum. Kringvarpið er
ikki tykkara, Kringvarpið
er okkara. Vit allir føroy
ingar eiga tað. Tað eigur at
ganga á odda við góðum
sendingum, sum eru upp
byggiligar fyri samfelagið
og varðveita góða mentan,
í staðin fyri, sum nú at taka
eftir tí ringasta, sum kemur
uttanífrá.
Við kvøðu um gott
nýggjár og ynskjum um
eitt betri Kringvarp.
Eins og dýr, ið einki vit hava
2. br. Pæturs 2, 12.
ricHard
danielsen
Nýggjárskvøld skipar dansifelagið Stígum Fast
fyri føroyskum dansi í Dali. Byrjað verður
klokkan 19.
Hetta hevur verið fastur siður í fleiri ár,
men í ár hava dalbinar gjørt meiria burturúr
enn vanligt. Av tí at nýggjárskvøld hesuferð
fellir á fríggjakvøld síggja dalbingar ein
møguleika fyri at fáa fólk aðrastaðni frá leita
sær til Dals, sigur Stígum Fast í tíðindaskrivi.
Bæði blíðskapur og dansistovan í Dali eru til
tikin, so dalbingar vóna at nógv avbygdafólk
leita sær til Dals hetta kvøldið.
Fyri at tað skal verða so lætt sum gjørligt
hevur Stígum Fast skipað fyri at bussar koyra
ókeypis úr Skopun til Dals í samband við túrin
av Gomlurætt klokkan 17. 15, og seinni úr Dali
til Skopunar, í samband við síðsta túr hjá
Teistanum av Skopun.
Dansurin verður í Eiriksgarði, og har verður
umframt góðan føroyskan dans eisini smyrju
breyð og okkurt drekkandi at fáa, sigur
Dansifelagið Stígum Fast millum annað í
tíðindaskrivinum.
Dansa í Dalið
nýggjárskvøld