Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 247 - 28. desember 2009 Tað er ein misskiljing, at tú fert undir hægri lesnað fyri at fáa arbeiði So, tú liggur í eini sjúkra­ hússong við blóðblettum frá undanfarna ánara, títt sjúkrakerald piloterað hægri enn skeiva tornið í Pisa, við einum saltdroppi, ið átti verið skift fyri fimm tímum síðani, alt meðan ein mannfólkariðil í hvít­ um kitlum roynir at halda Magnusi Tausen niðri av tí at hann gloymdi sítt egna flogbóltsforboð um ikki at taka í hondina á nøkrum. Tú ringir við klokkuni fyri 7326undu ferð, og har er hon, loksins, í hennara føroyska búna og bachelor­ prógvi undir arminum. “Sjúkrasystur”, rópar tú, sum tú kikkar eftir ondini, “tú kundi væl ikki...” “Hemoglobin?”, sigur hon. “Hvat?”, sigur tú. “Á, eg gitti bara, at svarið var hemoglobin, ella Hb, ja, Hgb, faktiskt, altso stytt, tú veitst, tí sovritt veit eg nú... HYGG!” “Men hvat, var tað ikki rætt, ella hvat? Nei­nei, svara ikki, gev mær ein s), p) og k)­møguleika, og so skal eg nokk gita rætt. Lovi tað. Men hygg nú her, nei, ikki har, stoddari... HER!, eg havi prógv frá Fróðskap­ arsetri Føroya, einum uni­ versiteti, og har fingu vit allar prógv via multiple choice.” Sjúkrasystrar, ádú, ádú: reglan er, at hvørja ferð, tú skrivar okkurt evarska krit­ iskt um tær, mást tú fyrst greiða frá, hvussu frálíkar og einglasamar tær eru, og hvussu forbistrað tað er, at tær ikki fáa meiri í løn; kanska ikki so nógv sum uppblástir læknar, men í minsta lagi eins nógv og hasi fjølmiðlafólkini, ið halda seg ráðgeva fyritøkum og politikarum. Og tað eru tær eisini, bæði lekrar og fittar, og í einum fullkomnum heimi áttu tær eisini at fingið betri betalning. Gott, og nú, tá ið eg havi sagt hatta, kunna vit nú, hvat Reagan hevði sagt, ‘cut to the chase’? Tað hevur ikki ein mola upp á seg, um sjúkrasystrar hava akademiskt prógv ella ikki. Í fyrsta lagi, akademisk prógv eru nú eitt sindur Hannah Montana undir øllum umstøðum, oftani útvegað av lítið andvekj­ andi fólki á ivasomum universitetum. Undirvísarir meiri áhugaðir at rippa pengar og fremja myrkursins gerningar á sínar studentar við avoldað­ um metodum, heldur enn at veita teimum eitt andligt totalupplivilsi. Undirvís­ arir, til dømis, ið totalt menningartarnað og fjákut annaðhvørt ikki skilja ella vilja skilja mótaðu og skikkaða spásøgnina hjá Francis Fukuyama um hvussu liberalisman so vissuliga er hin endaliga samfelagsskipanin, men heldur halda á við síni troyttandi prædiku um hvussu kommunisman er misforstaðin... buu­huu! Í øðrum lagi, sjálvt um akademisk prógv hava eitt intellektuelt virði, eiga sjúkrasystrar ikki spilla sína tíð uppá at fáa sær eitt slíkt. Ikki av tí at sjúkra­ systrar eru óhoyrt býttar, men av tí at sjúkrarøkt ikki er tað slagið av yrki. Sjúkrarøkt er, ella burdi verið, eitt arbeiði fyri fólk, sum vilja eitt djúptøkið samband við sjúklingin. Fólk, sum vilja húgla um hasi, ið eru í ringum standi. Fyri fólk, sum ikki eru ov hástór at skifta á seingini og síggja til, at sjúklingurin ikki er tystur. Fyri fólk so ósjálvsøkin, at tey ikki leggja so nógv í, at tey óivað eru undirlønt ella ikki sleppa at valsa runt í hvítum kitlum við ein av hasum setiborðunum, sum læknar hava. Fólk, ið ikki fáa gerandisligt vaml av at fáast við sjúkar, ræðslus­ lignar, gronutar ella ráð­ leysar sjúklingar. Hví? Tí tað er presiss hetta, sjúkrarøkt snýr seg um; og hví sjúkrarøkt er ein so glæsilig professjón: eitt kall, har tørvurin hjá øðrum verður settur framum tín egna. Í 2003 kom mentamála­ ráðsins allar­sjúkrasystrar­ skula­hava­bachelorprógv politikkurin. Hetta er jú púrt skilaloysi, og bara so javnaðarsligt. At leggja dentin á “aka­ demisku aspektini” í sjúkra­ røkt, heldur enn praktiskar førleikar og djúpgongdan menniskjaleika, umboðar eitt slag av “dumbing up”. Og at savna tankarnar um meiri fløkjaslig og ástøði­ lig viðurskifti, hvat eitt akademiskt skeið mótsett yrkisvenjing, hevði kravt, kann væntandi minka um pliktanina til grundliggj­ andi sjúkrarøkt. Hetta er ógvuliga óhepp­ ið, serliga í eini tíð, tá ið slík mannarøkt er undir­ mett av øllum undantikið teimum, ið fáa hana. Ja, eg haldi ikki, tað er at taka ov dýran til at siga, at viðurgjaldið og virðingin fyri sjúkrarøktanina hækk­ ar í mun til fráleikan til songarstokkin. Bølnaðurin í akademisk­ um prógvum, tveitt upp í loft sum konfetti í veitsl­ um, er enn eitt úrslit av politiskum rættleika. Í rættiliga nógv ár hevur eitt slag av ultra­feministiskari rætttrúgv havt fastatøkur á sjúkrarøkt, ið roknar egin­ liga aðaltáttin í røktini—at taka sær av pasjentsins mest grundliggjandi tørvi—sum vanæruligt fyri kvinnur. Í Onglandi hava tey nú eina nýuppfunna málisku, ‘too posh to wash’, ið nokkso gott fangar hasa fisufornemmu universitetslærdu sjúkra­ systruna. Uppfatanin, at sjúkra­ systrar bert vóru ternur hjá læknunum, ið aloftast vóru mannfólk, førdi tíverri við sær eina leysliga akadem­ iska atgongu til sjúkrarøkt so at geva systrunum eina sosiala og mentaða tign samsvarandi við hana hjá medisinska yrkinum, og akademia yvirhøvur. Óivað halda nøkur, at sjúkrarøktin verður betrað við at hava sjúkrasystrar við prógvi frá Fróðskapar­ setrinum. Men tað verður hon ikki. Førleikin í sjúkra­ røktini hoyrir ungefer líka nógv heima á Fróðskapar­ setrinum sum føroyskir økofrikar í Bella­sentrinum. Jú, arbeiðsrelateraðir førleikar eru av mektigum týdningi. Og jú, tað er ongin ivi um, at tú mást venjast fyri at gera ávís arbeiði. Men hetta hevur altso barasta einki við universitetið at gera. Og óansæð hvat Helena Dam á Neystabø, hennara embætisfólk og setursfólk meina, tá verður universi­ tetið, og tað serliga í Skand­ inavia, brúkt á ein heilt annan hátt enn fyrr. Tað er næstan so, at hesi nú halda, ella royna at fáa okkum onnur at halda, at fyri at fáa arbeiði, tá mást tú fara á universitet til tess at útvega henda neyðuga førleika. Heldur enn at uppskriva yrkið, avtignar tú í grund­ ini førleikarnar og arbeiðið hjá sjúkrasystrum. Tó, og týdningarmest, tú avtignar tað, universitetini av røtt­ um eru til fyri, og á sinni í veruleikanum eisini snúðu seg um. Um bachelor í sjúkrarøkt hevði verið ein bikkja, skuldi hon verið tikin av lívi. Og pedagogar og lærarir við, tí heldur ikki teir hoyra heima á einum universiteti. Fyri tað kunna teir væl akademiserast eitt vet ella seks, men teir hava framvegis einki at gera á Setrinum. Og tá ið ráðharrin á økinum sigur, at “lærarar skula lofta teimum trupul­ leikum, sum børn eru fyri” (sum grundgeving fyri at geva lærarum akademiskt prógv), hevur viðkomandi fullvegis misskilt sjálva kjarnuna við einum uni­ veriteti. Meira um hana, ikki frøkun Neystabø, nei, men kjarnuna, seinni. ... men lat meg kortini avdúka, longu nú, at kjarn­ an við einum universiteti er so ikki at fostra Magnus Tausen og kompaní at verða superpedagogar og faktiskir foreldrasubstituttar. Onkur heldur kanska, at eg mangli perspektiv, so­ leiðis sum eg velji systrar­ nar burturúr; at hetta eitt sindur svarar til at fara eftir vingulskøltinum Barack Obama fyri eina dupult­ parkering uttanfyri Hvítu Húsini. Ja, ella bara, at eg eri ein ómøguligur fani. Og tó. Tí sjúkrarøktin, sum eyðsæð er ein partur av umsorganarfakinum, eigur at fáa at vita, at hon er vorðin gabbað. Tú veitst, sjúkrasystrar­ nar hava í umvegis talu fing­ ið fortalt: “Nú, góða, far avstað við tær og fá tær aka­ demiskt prógv, og so fært tú eina rætta útbúgving”! Men hon fær ikki nakra útbúgving. Hon fær akkur­ át tað sama, sum hon fekk áðrenn. Munurin er bara, at hon fær at vita, at tað er ein útbúgving. Og tað er bara so óluksáliga niður­ látandi mótvegis sjúkra­ systrum, og eg haldi ikki, at tær áttu at fallið fyri tí. Men tað eru ikki einans systrarnar ella Helena, men universitetini sjálvi, ella universitetsfólkini—hasi, ið hava rátt í teimum sein­ astu tvey til trý tíggjuára­ skeiðini—ið vit eiga at lasta fyri standin á lærdum háskúlum. Og aftur, serliga teimum í Skandinavia, ella Norðurlondum. Tað er nevniliga ein mis­ skiljing, bæði millum undir­ vísarar og lesandi, at tú fert undir hægri lesnað fyri at fáa arbeiði. Seriøst, um hin fremsta orsøkin til at tú ert endaður á universitetinum, er tí, at tú vilt betra um tínar møguleikar at fáa arbeiði, tá ert tú endaður á skeivum stað. Universitetið átti at verið ein ørandi hugsanartoygg­ ing. Eitt medvitsvíðkandi upplivilsi. Útbreiðslan av vitan fyri vitans skuld. Eg veit, tað er vorðið modernað millum politisk­ ar flokkar—og uppá ein sovorðnan heimaríkan máta—at tyrpast í miðjuni, og haðani skjóta upp, at tað er ikki tann sosiali ella búskaparligi knútur, uni­ versitetið ikki kann loysa. Og so hava tey eisini eina skyldu at gera studentarnar “brúkiligar” á arbeiðs­ marknaðinum; geva teim­ um neyðugan førleika so at fáa arbeiði. Men tað er ikki hetta, universitetini eru har fyri! Í roynd og veru eigur tú at fara á universitet mest­ sum sjálvt um tú ikki fært arbeiði. Um tú hevur hug at fara á universitetið, og um tú fert við universitetin­ um á handa instrumentala mátan, sum var tað eitt hissini lærupláss, hvat ov nógvir undirvísarir gera (eisini á Setrinum), tá missur tú tað besta av tí, universitetið kann og, av røttum, eigur at bjóða tær. Øvut av hvat nógv halda, snýr universitetið seg ikki um treytaleyst lýdni. Uni­ versitetið eigur í ongum føri vera ein klókari og heldur torførari endurtøka av miðnáminum, har tú partú skalt gera, sum lærarin og hansara útvaldu fakbøkur siga. Nøkur, harímillum eg, góðtaka ikki fyrilestrarhald­ arar, ið hugmóðiga boða tær frá, at tað er mín vegur, ella alfaravegur. Teir, og teirra jabørn, halda univeri­ tetið vera eitt reiðskapsfak í stil við tað, sum besniss­ aðu systrarnar, men nú í hvítum buksum, fáast við. Hesi gloyma, at kjarnin við universitetinum er at verða konfronteraður við eini røð av hugskotum, at fáa loyvi at ivast um alt, at viga hvørt argument, at læra at venda ranguna út á galdandi sannleikum, eisini vísindaligum, og ikki bert verða biðin um at laga seg eftir undirvísara ella vana­ bundnari hugsan og dog­ matiskum metoduarbeiði, men vera ein góður drong­ ur. Um ikki, um tú ikki aktar, tá verður tú skúgv­ aður til viks, istaðin fyri, eins og akademia fyriskriv­ ar, at verða bjóðaður av. Oftani leggja undirvísarir fyrilestrar til rættis og tosa lúkst frá frammanundan uppfunnari vitan, heldur enn at vera, um ikki upp­ runaligir, tá endurnýggj­ andi. Tessvegna eru tað tey fittu—hasi, ið gera tað, og bert tað, sum undirvísarin sigur, og aðramáta halda hol—ið klára seg best á universitetinum. Tað vil siga, ikki neyðturviliga fáa mest burturúr, tá ið tey fara at halda á við at vera ja­ børn innan góðtiknu smog­ una, men best karakter. Vit hava jú óteljandi dømi um hvussu tað sakt­ ans ber til at hava lokið akademiskt prógv við havrættarligum, samfelags­ ligum ella løgfrøðisligum innliti, og samtíðis vera ein intellektuel brugda. John Stuart Mill, upp­ lýsingarmaðurin og herkempan fyri frælsi, segði tað betur enn nakar annar: “Of the three major threats to liberty, the tyranny of custom and tradition is the worst”. Hvussu enn vit koma til kunnleika, tá er tað fram­ vegis kunnleikin, ið er av týdningi. Nei, tað er tíð at fara undir ein hugskotsbar­ daga at verja skúlaspeki per se, og at verja universitetini ímóti støkkandi og minni­ virðiskennandi sjúkrasystr­ um. Tað er tíð at pota intellektualitetin, tað and­ liga totalupplivilsið, inn aftur í kunnleikan, og her­ við fría universitetið frá at vera undirgivið praktiskum og populerum endamálum. So, góða sjúkrasystur, far nú ikki longri út, enn tú grynnir, tí annars endar tú bara sum ein akademiskur falsari ella, eins og Lenin vísti á, ein “brúkiligur idiotur”! Lat bardagan byrja. Sjúkrasystur: um akademiskt prógv hevur so nógv at siga fyri tína sjálvsvirðing, hví blívur tú so ikki lækni? meining@meyl.fo AggA NiclAseN viðmerkingar