mánadagur 28. desember 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 247 - 28. desember 2009
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
28. desember.
Barnadagur. Hildin til
minnis um tey sakleysu
børnini, sum Heródes
læt myrða (Matt. 2, 16-
19).
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn
í álmanakkanum, 2. broytta
útgáva 2008)
Tað munnu vera fá menn-
iskju, sum hava havt so stór-
an týdning fyri eina bygd
og eitt land, sum Karen og
Curt hava havt fyri Skopun
og fyri Føroya land.
Sjálvur eri eg uppvaksin
í
hvítusunnusamkomuni
»Betania«. Hesa samkomu
vóru tey bæði við til at
stovna í 50-unum og vóru
eisini forstandarapar upp
gjøgnum 60-ini og 70-ini.
»Zion«, samkomuhúsið á
Sandi, var eisini frukt av
teirra arbeiði saman við
fólki úr oynni, sum løgdust
afturat.
Meg minnist, at tey vóru
forstandarar fyri »Filadel-
fia« samkomuna í Tórshavn
miðskeiðis í 70-unum.
Eg skal ikki her koma út
í æsir við árstølum, men
vil nevna eitt sindur um
tað, sum eg havi sæð og
hoyrt til tey bæði.
Tað var gott at koma til
teirra møtir. Karen kom
við sínum góða og lívs-
fríska vitnisburði um Jesus
og samanbar ofta okkara
andaliga lív við sínar
plantur, sum hon passaði
við stórum hegni (hon
hevði sokallaðar grønar
fingrar). Um planturnar
ikki fingu nering, høvdu
tær hug at hanga og mis-
trívast, og soleiðis var eis-
ini við okkum í orðinum,
og væl lá fyri hjá Curt at
fáa okkum at skilja. Hann
nýtti ofta myndatalu, sum
Jesus sjálvur gjørdi. Meg
minnist, at tá hann vildi
greiða frá, hvussu vit vóru
goymd í Guði, goymdi
hann eitt 25 oyra inni í nev-
anum, so kundi ongin
síggja tað. Soleiðis vóru
vit goymd í Guði, tá vit
litu á Hann.
Tey sungu saman til møt-
ini, Karen spældi eisini
gittara og Curt spældi man-
dolin. Tað var ein fragd at
hoyra tey.
Í »Betania« var mangan
trongt at sita, tá sunnudags-
skúli var og ungdómsmøt-
ini. Har vóru eisini hildin
bønarmøtir, bíbliutímar og
bindimøtir.
Eisini
var
sólstrálan og »hobbytiltøk«.
Jú, nógv var gjørt um hetta
eina at lyfta Jesus-navnið
upp. Nú mundi eg gloymt
at nevna jólafestirnar, sum
tey skipaðu fyri saman við
Onnu Hansen og Kristensu
Gåsland. Hesar festir savn-
aðu sera nógv fólk, tær
vórðu hildnar ikki bara í
Skopun men eisini í Skála-
vík og á Sandi.
Tað var ivaleyst ikki so
lætt at koma í Sandoynna
sum pinsa-missionerpar tá
í tíðini. Men tey dugdu
sera væl at fella til í bygdini
og vóru við í arbeiðslívinum
í Skopun og aðrastaðni
við.
Tey plagdu at siga, tá tey
komu frá túrum niðri í Dan-
mark, at nú var gott at
»koma heim« til Skopunar
aftur. Vit kendu eisini, at
tey áttu at vera her!
Jú, skopuningar, sandoy-
ingar og føroyingar sum
heild hava nógv at takka
hesum megnarpari fyri.
Sagt verður mangan, at tú
fær onki við tær úr hesum
lívi uttan tær sálir tú hevur
vunnið fyri Harran.
So tey bæði, Karen og
Curt, hava nógv at gleða
seg til at møta øllum teim-
um sálum aftur, sum tey
hava vunnið.
Og so vil eg persónliga
takka teimum fyri alt.
Pól Hentze
Til minnis um
Karen og Curt Nielsen
Gullbrúdleyp
12. jan. hava hjúnini Magdalena og Jákup Martin Joensen í
Oyndarfirði gullbrúlleyp. Dagurin verður hildin í skúlanum í Oyndarfirði tann
16. jan. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des. hava Guðny Krossteig Mortensen og Eyðfinnur Mortensen,
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin fyri innbornum á Hotel Føroyum.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 29. des. halda vit silvurbrúdleyp. Vælkomst verður í Skálanum í
Klaksvík frá kl. 16. Julianna og Olivur Thomsen.
70 ára føðingardagur
Erhard Mortensen, 70 ár. Vælkomin í føðingardag! Hósdagin 31. desember fylli
eg 70 ár. Føðingardagurin verður hildin í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu millum
klokkan 11-17, og eru øll hjartaliga vælkomin. Eg gleði meg at síggja tykkum.
80 ára føðingardagur
30. des. verður Asta Larsen Tvøroyri 80 ár. Dagurin verður hildin saman við
familjuni.
85 ára føðingardagur
Sunnudagin 3. jan. verður Steingrim Joensen, Argjaboðagøta 32, Argir, 85 ár.
Dagurin verður hildin í AB-húsinum við fótbóltsvøllin á Argjum sunnudagin 3.
jan frá kl. 13-17. Øll eru hjartaliga vælkomin.
merkisdagar
Tøkk
Øllum tykkum, ið gleddi meg á níti ára
degnum, takki eg hjartaliga. Ein heilsan fer
til kvartettina í Betesda fyri frálíkan sang,
og øll tit, ið hjálptu til at fáa ein ógloymandi
dag, stóra tøkk.
Tykkum verður ynskt eini gleðilig jól og eitt
av Harranum vælsignað nýggjár.
Bestu heilsanir
Fredrik Jacobsen, Klaksvík
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum,
sum við vitjan, gávum, blómum og
uppringingum, gjørdu okkum 67 og 70 ára
dagin ógloymandi.
Vit vilja eisini á hendan hátt ynskja øllum
eini gleðilig jól og eitt av Harranum
vælsignað nýggjár, við tøkk fyri tað farna.
Heilsan
Kristina og Petur Mortensen