mánadagur 28. desember 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 247 - 28. desember 2009
nøvn
Fimm ættarlið
Á myndini eru f.v.: Ada Petersen (olduromma), Petur Petersen (langabbi), Jógvan William Petersen (abbi), (Petur
Drangberg Petersen (pápi) og Jógvan Drangberg Petersen (sonur). Oldurabbin Jógvan Petersen var blivin sjúkur um hetta
mundi. Lítli Jógvan varð føddur 15 september 2009, sum oldurabbin andaðist 23 oktober 2009. Av tí at abbin (Jógvan
William Petersen) sigldi í Danmark og ikki var heima hesa tíðina, eydnaðist ikki at fáa ættarliðsmynd við oldurabbanum
saman við oldurommuni Adu Petersen
Á myndini eru f.v.:
Margretha Marteinsdóttir
(olduromma), Ingibjørg
Drangberg (langomma)
Yvonna Drangberg
(omma), Petur Drangberg
Petersen (pápi) og Jógvan
Drangberg Petersen
(sonur).
Tøkk
Hjartaliga takka vit tí stóra skara, ið hendan
góðveðursdag í adventini fylgdi kæra manni
mínum og góða pápa, verpápa, abba
og langabba okkara
Torstein Christiansen
sum eftir eina langa sjúkralegu stillisliga
legði árarnar inn eftir ein langan og strævnan
arbeiðsdag, ið var at enda komin.
Tøkk til Jákup Reinert, prest, fyri góð orð í kirkjuni
og tær avbera vøkru røddir frá sangarunum.
Takk til gravarar, klokkara, tey ið komu við køkum,
fyri blómur og kransar og vitjan á ymiskan hátt.
Tøkk til tykkum á Áargarði, at tit vóru góð við hann
ta tíðina hann var hjá tykkum.
Elisabeth og aðrar, sum gjørdu til ervið niðri á Keldu.
Ein serlig tøkk til allar abbasynirnar, sum stóðu við
kistuna, meðan sungið varð »Gleðilig jól«, áðrenn
teir bóru hana út. Ein jólafriður fylti kirkjuna
hesa løtuna.
Tøkk øll somul.
Gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári.
Familjunnar vegna
Sólrun
Sunbjørg, Linjohn, Birthe og Agnas
við familjum
»Eg veit væl, at eina tín frelsarahond
kann føra um havið mítt far
til vitarnir lýsa á kendari strond
og havnina eyga mítt sær«
Sosialurin skrivar hósdagin 6. desember 1984 um
trolaran Heinaberg sum koppaði, tá hann fór á sjógv
á Skála Skipasmiðju týskvøldið 4. desember. Fimm
mans vóru umborð, tá óhappið hendi, men teir fingu
ongan skaða. Trolarin varð bygdur til P/f Heinaberg
á Strondum.
Fyri 25 árum síðan:
Heinaberg
koppaði
á Skála
Internet