Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 239 - 11. desember 2001 Nr. 239 - 11. desember 2001 13 Jenis av Rana løgtingslimur og lækni Áheitan á Sjúkrahús- leiðsluna, Almanna & Heilsumálastýrið og Lands- stýrismannin í Almanna & Heilsumálum í sambandi við støðuna á Landssjúkra- húsinum. Harmuligt er aftur at vera vitni til ófrið á heilsu- økinum, eitt øki, har friður man verða millum fremstu mál fyri at røkka enda- málinum- heilsu, trivnaði og trygd sjúklinganna- og teirra, ið har starvast. Fram um alt eigur avgerð sjúkrasystranna um at siga seg úr starvi at síggjast sum eitt róp um hjálp. Leggið til merkis, at talan er ikki um starvsfólk við stuttum royndum, tvørturímóti hava vit við sjúkrasystrar at gera, sum útfrá drúgvum arbeiðsroyndum innan heilsuverkið mugu metast at vera fremstu serfrøðingar vit eiga á økinum. Tí áttu ávarðingar og umbøn teirra um batar at verða tikin ímóti við takksemi. Og ístaðin fyri drál, avísan og beinleiðis niðurgerðan, eiga tær stóra tøkk uppi- borna, og í tøttum sam- starvi átti hetta mál at verða loyst- stillisliga og inn- anhýsis. At 18 av 23 sjúkra- systrum siga seg úr starvi, summar av teimum eftir drúgvar starvsroyndir, enn- tá í ringastu kreppuárum, er hagtal, ið talar tíðuligari enn orð. At sjúkradagatal sjúkra- systranna er 32 pr. ársverk átti fyri langari tíð síðani, og uttan at sjúkrasystranar skuldu havt fyri neyðini at boða frá, at fingið leiðsluna at sett grundleggjandi kanningar í verk av arbeiðs- umstøðunum. At kr. 532.000 vórðu brúktar seinasta ár at løna tímaløntum sjúkrasystrum, er eitt hagtal við rann- sakandi boðskapi um ar- beiðsviðurskifti sjúkra- systranna. Hinvegin siga hagtøl frá donskum sjúkrahúsi lítið og einki, so leingi leiðslan ikki upplýsir neyvt hvør deildin er, sammett verður við, tí neyvan megnar tú at finna deild við so tyngjandi og ymiskt samansettum sjúk- lingabólki, sum tann deild- irnar á sjúkrahúsum okkara rúma. Til kunningar kann nevnast, at vit hava við eina deild at gera, har tungir røktarsjúklingar javnan liggja, har viðgerðin av krabbameinssjúkum er miðsavnað, har allar maga- og tarmsjúkur verða við- gjørdar og har viðgerðin av innløgdu sukursjúkusjúk- lingum fer frem. Har- afturat kemur so viðgerð av øðrum akutt innløgdum sjúklingum. Hagtøl, sum sammeta við støðuna fyri árum síðani, eru heldur ikki eftirfarandi, tí meðan sjúklingurin sein- ast í 80`unum t.d. hevði møguleika at koma seg heilt undir innleggjan, verður hesin í dag útskriv- aður, so skjótt ráðiligt verð- ur mett. Hetta førir sjálv- sagt við sær, at røktar- tyngdin av teimum inn- løgdu er nógv størri nú enn tá. Men samanumtikið átti, sum nevnt, tann veruleikin, at 18 dugnalig starvsfólk siga seg úr starvi, tí tær ikki orka meira, at verið nóg greið boð í sjálvum sær til leiðsluna um ótolandi arbeiðsviðurskifti! Inniliga áheitan undir- ritaða, sum løgtingslimur og við innliti í arbeiðsøki sjúktasystranna, er at leiðslan virðir serkunnleika sjúkrasytranna, við m.a. at seta tvey starvsfólk beinan- vegin og játta tey neyðugu tól, sum tørva. At hetta møguliga viðførðir krøv frá øðrum deildum er møgu- ligt, men skuldi so verið, og eru tey krøvini eins væl grundaði, sum krøv teirra á B6, er jú laga manni at gera eina góða gerð einaferð enn. Uppgávan, at fáa til vega neyðugu fíggingina, verður politikkaranna og átti hendan ikki at verið trupul at loyst- í ríkastu tíð Føroyar vita um. Óli Jacobsen Løgtingsins umboðsmaður hevur sum kunnugt ongar heimildir. Hann kann taka støðu til eina málsviðgerð og so at geva viðkomandi, sum hevur ábyrgdina, eina átalu, um hann ikki heldur at rætt er farið fram. Tí er tað ein avgjørd fortreyt fyri skipanina við umboðs- manni, at eitt tilmæli ella ein átala frá honum verður tikin til eftirtektar. Á henda hátt kann skapast ein siðvenja sum so við ov við skal gera almennu umsit- ingina verda hjá borgarum at hava álit á. Tað er júst soleiðis skipanin virkar í Danmark og øðrum lond- um. Danski umboðsmaður- in fortaldi á einum fundi í vár, at tað kom neyvan fyri, at hansara tilmæli ikki vóru tikin til eftirtektar, og tískil virkar skipanin har ætlan. Skipanin virkar fyri Jan Christiansen.... Tí er tað sera umráðandi, hvussu tær fyrstu niður- støðurnar hjá umboðs- manninum verða móttiknar, tí hetta vil leggja støðið framyvir, og vil tískil vera avgerandi fyri virðið av stovninum. Higartil eru komnar tvær niðurstøður við átalum. Onnur var innan komm- unala økið, og hin innan al- mennan stovn, sum í hesum førinum var viðvíkjandi almennu fjølmiðlarnar. Her er tað serstakliga týdning- armikið, at borgarin kann vita sær, at hann veruliga kann hava álit á hesum stovnum og teirra tíðinda- tænastu. Átalan á kommunala øki- num hevur virkað eftir ætl- an. Hon var tikin upp av fjølmiðlum. Borgmeistarin tók átaluna til eftirtektar og lovaði at taka neyðug stig at fáa átalaðu viðurskiftini í rættlag. Tískil er vón um eina betri skipan framyvir á hesum økinum, so tað kanska enntá kann sleppast undan fleiri átalum. ...men ikki fyri Jógvan Jespersen. Jógvan Jespersen, útvarps- og tá settur sjónvarpsstjóri, fekk eisini eina átalu. Hann hevði avvíst eini kæru um ein ávísan tíðindaflutning, men hann hevði ikki fylgt fyrisitingarlógina um, at ein slík avvísing skal grundgevast. Men henda átalan hevur fingið minst møguliga um- røðu, eisini av teimum stovnum sum átalan við- víkir. Sjónvarpið hevur als ikki nevnt málið. Útvarpið hevur havt ein stuttan samandrátt av tí. Men her er gjørt minst møguligt burturúr. Málið hevur bert verið nevnt eina ferð, har nógv mál av minni týdningi kunnu verða endurtikin í tíðindasending eftir send- ing upp til 3 ferðir sama dag. Málið varð ikki av útvarpinum mett at hava slíkan týdning, at tað fekk eina yvirskrivt. Tískil hava tíðindi um eina átalu til útvarpsstjórin frá umboðs- manninum ikki verið mett at hava størri tíðindavirði enn dagsins toskaprísur av Toftum. Viðmerking frá kærara útihýst. Afturat hesum kann nevn- ast, at ein viðmerking frá kæraran, sum varð send út- varpinum aftaná nevndu tíðindi, als ikki var tikin upp, hóast gudarnir skulu vita, at tað annars ikki finst mark fyri, hvat útvarpið tekur upp av innsendum tilfari. Men ein viðmerking hjá einum borgara, sum ikki hevði fingið lógásettar sømdir frá stjóranum í úvarpinum, hevur ikki tíð- indavirði. Tá er munur á umrøðuna av 50 ára føðing- ardegnum hjá formann- inum í Pedagogfelagnum! Men hvat sigur Jógvan Jespersen? Men tann avgerandi spurn- ingurin í hesum máli er: Hvat sigur Jógvan Jesper- sen? Í hesum førum er í hvussu er ikki talan um ein “kverulant”, men um hægsta myndugleika á øki- num, sum er settur av sjálvum Føroya Løgtingi at hava eftirlit við m.ø, hon- um, sum hevur sett fingurin á hansara embætisførslu. Tí hevur tað serligan týdning at vita, um Jógvan tekur átaluna til eftirtektar. Og um hann vil taka stig til, at umrødda kæra verður avgreidd samb. galdandi lóggávu. Ella um hann vil taka stig til at fáa meira skipaði viðurskifti á hesum øki framyvir? At fáa hesar spurningar svaraðar er avgerandi fyri, um virksemið hjá umboðs- manninum yvirhøvur skal hava nakra meining. Ikki minst tá hetta er fyrsta mál hjá almennum stovni vil reaktiónin geva eina ábend- ing um, hvussu aðrir al- mennir stovnar fara at fyri- halda seg til líknandi mál. Men Jógvan hevur valt at tiga! Hóast tað skuldi verið sera nærliggjandi hjá útvarpinum at fingið eina viðmerking frá sínum egnum stjóra til eina slíka átalu, so hevur ikki verið kvett í tvey. Og tað er heldur ikki á annan hátt komin minsta ábending um, at stjórin tekur átaluna til eftirtektar. Er tað nakað, so er tað øvugt. Tað sum ræður um er at fáa málið aftur við borðinum so friðarliga sum til ber! Tíðindafólk hava altíð rætt! Hetta er eisini í samsvar við tann holdning, sum Jógvan áður hevur víst, tá hann hevur havt høvi til tess. Útvarpið hevur sum út- gangsstøði altíð rætt. Og tí mugu tey, sum hava eina aðra hugsan, hava órætt. Og hetta kann sjálvt løg- tingsins umboðsmaður ikki broyta uppá. Tískil er heilt greitt, at Jógvan hevur als ikki áhuga fyri nøkrari sum helst viðgerð av tíðind- tænastuna hjá útvarpinum, hóast eitt slíkt kjak skuldi verið náttúrligt í einum sokallaðum fólkaræðislig- um samfelag. Og júst hetta málið er eitt gott dømi av mongum um, at ein slík viðgerð hevði verið til- trongd. Tað sama er galdandi fyri hinar fjølmiðlarnar, sum heldur ikki hava nevnt hetta mál. »Dimmalætting« gav átaluni til býráðið eina gjølla viðgerð og hevur tískil medvirkað til, at henda átalan kemur at virka eftir ætlan á tí økinum. Men í hesum málinum man »skeggið vera ov nær høkuni«! Hetta vísir hvussu óheftir teir »óheftu« fjølmiðlarnir eru av hvørjum øðrum! Serføroysk skipan. Hetta málið gevur einsa- malt eina góða mynd av føroysku tíðindatænastuni. Og tað váttar allan tann iva, sum borgararnir kunnu hava um dygdina av teim- um tíðindum, teir fáa ser- vera dag um dag. Málið lýsir eisini før- oysku politisku/umsitingar- ligu skipanina. Uttan mun til um ein borgari hevur rætt ella órætt, og uttan mun til um ein lóg sigur eitt ella tað mótsatta, so verður úrslitið fullkomiliga tað sama! Og tað sama er tískil eisini galdandi uttan mun til hvat Løgtingsins Um- boðsmaður sigur. Dok. Hvussu gjøgnumførdur sensururin í útvarpinum er, fekst eitt gott dømi um tann morgunin, tá FF- blaðið var komið út og morgunsendingin greiddi frá bløðunum. Útvarps- maðurin las upp tekstin um átaluna hjá umboðsmann- inum niður til seinastu reglu, tað sum stóð við feit- um: Átalan skal tigast í hel. Hetta sum var ein týðandi partur av lýsingini av mál- inum, var als ikki lisið upp, hóast upplestur av hesum 5 orðunum hevði tikið eini 2 sekund. Men hetta hósk- andi nevniliga ikki við taktikkin hjá útvarpinum í hesum máli, nevniliga at ákæran skuldi tigast í hel! Júst hetta sigur meira enn fleri greinir. VIÐMERKINGAR Leiðslan eigur at virða serkunnleika sjúkrasytranna Umboðsmaðurin: Átalan sum hvarv! Hóast fyrsti fundurin hjá bygdaráðnum í Mikladali ikki var lýstur, soleiðis sum hann átti at vera, so vóru avgerðirnar á hesum fundi lógligar og kunnu ikki broyt- ast av landsmyndug- leikunum TRØLLANES-TRÆTAN Eyðun Klakstein Anfinn Kallsberg hevur nú svarað fyrispurningi, sum Vilhelm Johannesen setti honum um skúlaviðurskift- ini á Trøllanesi. Løgmaður staðfestir í sínum svari, at avgerðin um at niðurleggja skúlan á Trøllanesi var í tráð við lógina, og avgerðin kann ikki broytast av landsmynd- ugleikunum. Vilhelm Johannesen, sum er tingmaður fyri Javn- aðarflokkin, vildi hava at vita frá løgmanni, um eitt nývalt bygdaráð á fyrsta fundi sínum kann gera ann- að enn at skipa seg og lýsa komandi fundir. Tá nýggja bygdaráðið í Mikladali hevði fyrsta fund sín, tók tað nógv umrøddu avgerðina um, at skúlin á Trøllanesi ikki skuldi takast í brúk aftur, soleiðis sum undanfarna bygdaráð hevði samtykt. Lóglig avgerð Anfinn Kallsberg sigur í svari sínum, at áðrenn nýggja bygdaráðið tekur við í nýggja árinum, kann tað bara viðgera mál, sum hava við val av formanni og líknandi at gera. Tá kunnu veruligar avgerðir ikki tak- ast. Men tá bygdaráðið hevur tikið við og hevur fyrsta vanliga fundin, hevur bygdaráðið heimild til at taka allar viðkomandi av- gerðir um mál í kommun- uni. Tulkingin hjá løgmanni er tí, at fyrsti fundurin hjá nýggjum bygdaráði er at sammeta við allar aðrar fundir, og tí kann slík av- gerð, sum tann um skúlan á Trøllanesi, takast á hesum fyrsta fundi. Tað er eingin treyt, at bygdaráðið bara skipar seg á hesum fundi og lýsir komandi fundir. – Fundurin 9. januar má sostatt javnmetast við aðrar vanligar fundir, soleiðis at skilja, at kommunustýrið kundi viðgera øll mál, har kommunustýrið annars er málsførur myndugleiki, sigur løgmaður í svarinum til Vilhelm Johannesen. Vantandi kunning eingin forðing N o r ð oy a t i n g m a ð u r i n spurdi eisini Anfinn Kalls- berg, um løgmaður kann ógilda avgerðir, sum stríða ímóti eini ávísari grein í kommunulógini, sum mill- um annað snýr seg um lýs- ing av fundum hjá einum bygdaráði. Orsøkin til hendan spurn- ing er, at fyrsti fundurin hjá Mikladals bygdaráðið, sum varð hildin 9. január í ár, ikki varð lýstur, soleiðis sum hann átti at verða. Og tað var á hesum fundi, at avgerðin um skúlan á Trøllanesi varð tikin. Sjálv avgerðin var haldur ikki fráboðað, sum hon skuldi verið. Løgmaður sigur í sínum svari, at eitt kommunustýr- ið skal halda lógina og lýsa, nær fundir verða hildnir. Eisini skulu avgerðir verða almennar. Men hóast bygdaráðið ikki fylgir lóg- ini og lýsir fundin á rætta hátt, so er fundurin lógligur fyri tað, sigur løgmaður. – Løgmansskrivstovan er av teirri fatan, at um kommunustýrið er viðtøku- ført, verður fundurin ikki ólógligur orsaka av, at hann ikki er almannakunngjørd- ur sum partur av ársfundar- ætlanini, ikki er lýstur ítøkiliga ella um um yvirlit yvir mál, ið koma fyri á fundinum, ikki er lýst frammanundan, sigur Anfinn Kallsberg. – Ein tikin avgerð, har kommunustýrið annars er rættur myndugleiki, eigur tí í útgangsstøðinum ikki at verða ógildað, hóast regl- urnar um kunning av borg- arunum ikki eru fylgdar. Broytir einki Um eitt kommunustýrið ikki lýsir ein fund á rættan hátt, so skal tað fáa hesi viðurskifti í rættlag. Løg- mans-skrivstovan hevur møguleikan at áleggja dag- bøtur til hesi viðurskifti eru fingin í rættlag, men av- gerðir, sum eru tiknar á fundum, sum ikki eru lýstir, verða ikki broyttar. Harvið staðfestir løg- maður, at hann ætlar sær einki at gera við tiltiknu av- gerðina hjá Mikladals bygdaráð 9. január, tá skúl- in á Trøllanesi varð stongd- ur, áðrenn hann var latin upp. At borgarar í kommununi ikki fingu almenn boð um hesa avgerð fyrr enn fleiri mánaðir aftaná, er heldur ikki ein orsøk til at strika hesa avgerð. Anfinn Kallsberg sigur eisini í svari sínum til Vil- helm Johannesen, at av- gerðin um at niðurleggja skúlan var tikin í tráð við galdandi lóggávu, soleiðis sum Mentamálastýrið eis- ini hevur sagt. Hóast Mikladals bygda- ráð tók avgerðina um at lata skúlan á Trøllanesi aftur á fyrsta fundi sínum, og hesin fundurin ikki var lýstur sum hann skuldi verið og avgerðin heldur ikki, so var avgerðin lóglig, og løgmað- ur fer einki stig at taka fyri at strika hesa avgerð. Avgerðin var lóglig Jólakonsert í Ósáskúlanum Hóskvøldið verður jólakonsert í Klaks- vík, og millum tey sum syngja er nýtt skúlakór KONSERT Eyðun Klakstein Klaksvík: Hóskvøldið klokkan 19.00 verður jólakonsert í skúlanum við Ósánna. Tey, sum fara at syngja, eru Skúlakórið, 17 sangarar, næmingar á nýggja sangskúlanum í Klaksvík, og næmingar úr Klaksvíkar Tónlista- skúla fara at spæla. Skúlakórið í Klaksvík er nýtt. Fyrstu venjing- arnar vóru í heyst, og ætlanin er nú at fáa hetta kór í fasta legu. Í løtuni eru tað bara gentur, sum syngja í kórinum. Tað eru tey trý Steinvør Fonn, Tóra við Keldu og Hans Michael Christi- ansen, sum taka sær av kórinum. 17 sangarar er kór, sum hevur fleiri ár og eina fløguútgávu aftan- fyri seg. Tey fara at syngja nakrar jólasangir hóskvøldið. Næmingar á nýggja sangskúlanum í Klaks- vík fara at syngja sum kór - bæði fyri seg og saman við 17 sangarum. Harafturat fara nakrir næmingar av Klaksvíkar Tónlistaskúla eisini at spæla. Tað er avmarkað at- gongd til jólakonsertina, og tí verða atgongu- merki seld í forsølu á Norðoya Kunningar- stovu. Tað sleppa bert hundr- að fólk inn til konsert- ina, og um tað vísir seg, at áhugin fyri konsertini er stórur, og øll atgongu- merkini verða seld mikudagin, so er møgu- leiki fyri, at eykakonsert verður hildin seinni hós- kvøldið. Hóast Mikladals bygdaráð tók avgerðina um at lata skúlan á Trøllanesi aftur á fyrsta fundi sínum, og hesin fundurin ikki var lýstur sum hann skuldi verið og avgerðin heldur ikki, so var avgerðin lóglig Anfinn Kallsberg heldur ikki, at nøkur orsøk er til at strika avgerðina hjá Mikladals bygdaráð viðvíkjandi skúlanum á Trøllanesi C M Y K 13 12