týsdagur 11. desember 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Nr. 239 • týsdagur • 11. desember 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Hanna Dalsgaard av
Argjum gjørdist ár-
sins Miss Galaxy Før-
oyar 2001. Hetta
gjørdist greitt eftir at
bara ein av teimum
trimum føroysku
gentunum fullførdu
kappingina. Íslendska
gentan, Sigurlína
Guðjónsdóttir, vann
Miss Galaxy Europe
kappingina
MISS GALAXY
Stefan í Skorini
Fríggjakvøldið var Miss
Galaxy kappingin í høllin á
Hálsi í Havn. Heilt fá fólk
sýndu tiltakinum áhuga við
at møta upp í høllini, og tí
var spenningurin ikki so
stórur, tá luttakararnir langt
um leingi komu fram á
pallin.
Tað endaði við, at Hanna
Dalsgaard av Argjum vann
kappingina millum tær
tríggjar føroysku genturnar.
Hinar báðar vóru Tóra W.
Reinert úr Havn og Sóley
Ísaksdóttir Jacobsen, ið
vann kappingina í fjør.
Hvørgin teirra fullførdi
forðarenningina, og tí var
Hanna Dalsgarð sjálvs-
agdur vinnari.
Kappingin er soleiðis
skrúvað saman, at tað snýr
seg um at síggja gott út og
samstundis at vera væl fyri
kropsliga.
Miss Galaxy varð skipað
soleiðis, at har vóru fimm
útlendskir luttakarar og
tríggir
føroyskir.
Tann
fremsti samanlagt gjørdist
Miss Galaxy Europe og
tann fremsti millum teir
føroysku
luttakararnar
gjørdist so Miss Galaxy
Føroyar.
Kjólar og bikini
Fyrst skuldu genturnar vísa
sínar dygdir í vøkrum
veitslukjólum. Ein og ein
komu tær út á pallin og
vístu seg fyri áskoðarum og
dómarum. Fyrst vóru tað
tær fimm útlendsku gent-
urnar og síðani tær tríggar
føroysku.
Tað tyktist, sum at tær út-
lendsku høvdu roynt hetta
oftari, og tí vóru tær heldur
tryggari í síni framførslu á
pallinum. Tó stóðu tær
føroysku genturnar ikki
langt aftanfyri hinar eftir
mínum tykki.
Síðani skuldu tær vísa
enn meira av kroppinum,
og dómararnir skuldu døma
um, hvussu væl snaraðar
tær vóru. Hesuferð var tað í
bikini. Tað sást greitt, at út-
lendsku genturnar vóru
betri vandar kropsliga.
Tó var torført hjá einum
óvandum hyggjara at taka
dagar ímillum, hvør hevði
lagt seg á odda eftir tvær
tær fyrstu kappingargrein-
arnar. Einki fekst at vita frá
dómarunum.
Síðani var tað forða-
renningin, ið telur mest av
teimum trimum greinun-
um. Her var eingin ivi um,
at tann Sigurlína Guðjóns-
dóttir úr Íslandi var ógvu-
liga væl fyri. Hon fór sum
eitt fok um allar forðingar-
nar og legði beinanvegin
sjógv millum seg og kapp-
ingarneytarnar.
Sóley Ísaksdóttir Jacob-
sen, ið vann kappingina í
fjør, var heldur ikki eiðasør
í fyrra umfari av forða-
renningini. Hon hevði eina
góða tíð, men hon var tó
ikki eins stinn og íslendska
gentan.
Genturnar skuldu tvær
ferðir ígjøgnum forðarenn-
ingina, og síðani vórðu tíð-
irnar lagdar saman. Vinnar-
in varð funnin við at meta
um heildaravrikið í teimum
trimum greinunum, har tær
skulu síggja gott út og
samstundis vera væl fyri
kropsliga. Tó var tað úrs-
litið av forðarenningini, ið
taldi mest, tá vinnarin
skuldi finnast.
Áskoðararnir mundu ikki
vera bilsnir av, at tann ís-
lendska gentan vann kapp-
ingina. Hon var rættiliga
sannførandi á forðarenn-
ingini, og tí mundi tað vera
upplagt, at hon fór at vinna.
Bara ein fullførdi
Av teimum trimum før-
oysku gentunum var tað
bara ein, sum kom ígjøgn-
um forðarenningina. Tóra
W. Reinert gavst eftir fyrru
renningina, tí hon fekk ein
ringan skaða í ryggin. Hon
kundi sostatt ikki halda á
vegna skaðan, og tað var
væl skiljandi.
Fyrrverandi
meistarin
Sóley Jacobsen fekk eina
góða tíð í fyrra umfari av
forðarenningini, men hon
fullførdi ikki seinna umfar.
Miðskeiðis á breytini tók
hon seg aftur og helt ikki
fram. Tað var stórt spell, tí
tað gav dómarunum einki
annað val enn at kjósa
Hannu Dalsgarð vinnara av
Miss Galaxy Føroyar kapp-
ingini 2001.
Kappingin misti nógv, av
at tær báðar valdu at taka
seg úr kappingini, og
spenningurin hvarv.
Í steðginum vóru teir
báðir Sjúrður Skaale og
Jákup Veyhe á pallinum og
undirhildu. Áhoyrararnir
tóku væl ímóti teimum báð-
um skemtarunum, ið ikki
hava latið frætt frá sær í
longri tíð.
Suttligt var at síggja teir
báðar aftur við nýggjum
framførslum.
Sum
heild
eydnaðist
tiltakið ikki serliga væl.
Ógvuliga fá fólk høvdu
leitað sær niðan í høllina á
Hálsi, og tí var eingin
stemningur í høllini, meðan
kappingin fór fram. Kanska
var tað ov kostnaðarmikið
at sleppa inn, ella er hetta
ikki rætta tíðin at hava slíka
kapping. Kappingin var
eisini nógv seinkað, og hon
var ikki liðug fyrr enn ein
tíma ov seint eftir skránni. Í
fjør var høllin full, og
spenningurin var í hæddini.
Onkur helt fyri eftir til-
takið, at tað besta við tí var
skemtið.
Hanna tók heitið frá Sóley
Hanna Dalsgaard gjørdist Miss Galaxy Europe 2001.
Hon vann frammanfyri tvær aðrar føroyskar gentur
MYND: Jonhard Hammer
Sigurlína Guðjónsdóttir vann kappingina samanlagt, og hon er tí Miss Galaxy Europe 2001.
Hon var rættiliga sannførandi á forðarenningini
MYND: Jonhard Hammer
14
Nr. 239 - 11. desember 2001
- Tað er einki annað
enn náttúrligt og
rætt, at føroyingar
taka við týðandi
álitsstørvunum í
oljuvinnuni, sohvørt
oljumenningin fer
fram heldur nýggi
formaðurin í FOÍB,
Ben Arabo, sum
formansstarvið sum
eina stóra og spenn-
andi avbjóðing
FØROYINGAR OG
STØRV Í OLJUVINNU
Jan Müller
Sohvørt oljuvinnan menn-
ist taka føroyingar yvir
fleiri av týðandi størvunum
í vinnuni. Eitt slíkt týðandi
starv er formaðurin í FOÍB,
Føroya Oljuídnaðarbólkur,
(Faroes
Oil
Industry
Group) har tey 13 oljufe-
løgini, sum hava leitiloyvi
við Føroyar, eru limir.
Felagið, sum er tað upp-
runaliga GEM men sum
varð broytt og endurskoðað
herfyri, hevur gjøgnum
árini
havt
útlendskan
formann. Halvor Snarvold,
sum hevur verið við í olju-
menningini
í
Føroyum
síðani fyrst í 90-unum,
hevur verið formaður fyrst í
GEM og síðani í FOÍB, til
fyri nøkrum døgum síðani.
Á fundi í stjórnarnevndini
hjá FOÍB, sum varð hildin í
Keypmannahavn herfyri,
varð Ben Arabo, stjóri í
Amerada Hess í Føroyum
valdur til nýggjan formann.
Á sama fundi varð eisini
valdur nýggjur formaður
fyri jarðtøknibólkin undir
FOÍB. Tað er Steve Smith
úr Shell. Samanbera vit við
viðurskiftini í grannalond-
unum er tað nærmasta vit
koma til eitt líknandi felag
sum FOÍB, tað norska OLF,
Olieindustrien Landsfor-
ening
og
tað
bretska
UKOOA, UK Offshore
Operators Association.
FOÍB umboðar oljufe-
løgini, ið eru loyvishavarar
á føroyskum øki. Hesi eru
Agip,
Amerada
Hess,
Atlantic Petroleum, British
Gas, BP, Dong, Enterprise,
Føroya Kolvetni, Phillips,
Statoil, Veba og Shell.
Endamálið við FOÍB er at
umrøða mál av felags
áhuga og at vera umboð
fyri samskifti vegna olju-
vinnuna í Føroyum. Eisini
er endamálið at samstarva
um at fáa til vega vitan og
royndir til gagns fyri
oljuvinnuvirksemi á før-
oyskum øki. Vísingaligar
kanningar og greiningar
undir FOÍB halda fram, og
verður seinasta hond løgt á
verkætlaninar fyri 2002 í
løtuni upplýsir Atlantic,
sum hevur ábyrgdina av
umsitingini av FOÍB virk-
seminum.
Ben Arabo, sum er út-
búgvin búskaparfrøðingur
og sum hevur arbeitt hjá
Amerada Hess í Bretlandi
og í Føroyum í fleiri ár, er
ein av teimum ungu før-
oyingunum, sum er komin
sær framat í oljuvinnuni,
sum er við at fáa fótin fyri
seg í Føroyum. Hetta er
sama gongdin, sum man
hevur sæð í t.d. Noregi, har
vælútbúnir norðmenn so-
hvørt oljumenningin fór
fram tóku yvir leiðandi
størvini í vinnuni, sum
útlendingar frammanundan
høvdu umsitið.
Ben Arabo er fegin um
nýggju avbjóðingina og
vísir á, at tað verður eingin
løtt uppgáva at fylla karm-
arnar út eftir Halvor Snar-
vold, sum hevur verið for-
maður í GEM og nú í sein-
astuni eisini í FOÍB øll
árini. – Eg haldi, at Halvor
Snarvold hevur gjørt eitt
ómetaligt gott og stórt
arbeiði, og eg fari at gera
brúk av tí, sum hann hevur
bygt upp øll hesi árini sigur
Ben Arab, sum heldur
nýggju avbjóðingina verða
spennandi, nú oljuleitingin
á landgrunnin júst hevur
traðkað sínar barnaskógvar.
Sjálvur heldur Ben tað
eisini vera røttu leiðina at
ganga, tá føroyingar verða
settir í týðandi og ábyrgdar-
full størv í oljuvinnuni. Tað
er einki meira náttúrligt
enn tað.
Í FOÍB eru fimm ymsir
bólkar. Umhvørvisbólkur-
in, formaður Arne Myhr-
vold, Statoil, Leitingar- og
jarðtøknibólkurin, formað-
ur Steve Smith, Shell,
Verkfrøðið og operationelli
bókurin, formaður John
Thorogood, BP, Trygd og
tilbúgvingarbólkurin,
formaður Paolo Linzi, Agip
og Fíggjar- og lógarbólk-
urin, formaður Ben Arabo,
Amerada Hess.
Upprunin til FOÍB er
GEM, sum byrjaði mið-
skeiðis í 90-unum við tí
endamáli fyrst og fremst at
samskipa øll tiltøk, sum
høvdu við umhvørvið at
gera. Fyri fyrstu ferð í
alheims oljusøguni tóku
oljufeløg og myndugleikar
seg saman í eitt samarbeiði
fleiri ár, áðrenn loyvi vórðu
givin og farið varð at bora.
Hetta samstarvið hevur
havt við sær eina røð av
kanningum av umhvørv-
inum og hevur tað givið eitt
nú føroyskum stovnum,
fyritøkum og einstakling-
um førleika, sum aftur kann
fáa stóran týdning fyri
framtíðina oljutilgongdina.
Tá oljuleitingin byrjaði
varð mett, at GEM lutvíst
hevði gjørt sum arbeiði,
men at tað átti at fylgjast
upp og at nýggjar uppgávur
áttu at takast við í arbeiðið.
Úrslitið var stovnanin av
FOÍB. GEM hevur seinastu
árini brúkt einar 12 mill. kr.
um árið og verður mett, at
fíggjarætlanin hjá FOÍB fer
at liggja um nakað tað
sama. Tað eru loyvishav-
ararnir, sum rinda peningin.
Ben Arabo nýggjur
formaður í FOÍB
Halvor Snarvold, sum hevur
gjørt eitt megnar arbeiði í
GEM øll hesi árini. Hann fer
í eina tíð framvegis at hava
tilknýti til FOÍB
Mynd Jens K Vang
Ben Arabo, sum hevur verið rættiliga nógv frammi í oljuhøpi seinastu tíðina, eftir at Amerada
Hess hevur gjørt eitt týðandi fund á landgrunninum. Eftir er so at vita, um talan er um eitt
lønandi fund. Nú verður Ben Arabo eisini formaður í felagnum hjá øllum teimum 13
oljufeløgunum, sum arbeiða í Føroyum. Her er hann stæddur á Oljuráðstevnuni í
Norðurlandahúsinum herfyri
Mynd Jan Müller
Kortið vísir okkum bygnaðin
í FOÍB
C
M
Y
K
14