Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 11. desember 2001 17 Føroyameistararnir, Dráttur, høvdu eitt gott vikuskifti hesaferð. Tær spældu tveir dystir og vunnu teir báðar - móti ávikavist Fleyr og ÍF FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Fyri Drátt var hetta eitt drúgt vikuskifti. Men tað mundi kortini ikki kennast so drúgt, tí sjálvt um liðið spældi tveir dystir ístaðin fyri ein, sum er vanligt, so vunnu tær báðar. Leygardagin vitjaði Fleyr á Giljanesi, og tað endaði við einum tryggum 3-0 sigri til Drátt. Hvørki av liðunum hevði stórspæli frammi, og ser- liga hjá Fleyr gekk illa í hond. Tær spældu snøgt sagt ein av sínum vána-lig- astu dystum á árinum. Dráttur hevur eisini spælt betri dystir enn tann leygar- dagin, men tað sum hevur størst týdning, er at vinna. So má spælið koma í aðru røð. ÍF lá eisini eftirá Sunnudagin var tað so ÍF, sum stóð á skránni, og hetta bleiv ein nógv javnari dystur enn tann dagin fyri. Dráttur vann 3-2, eftir at liðini skiftust um at vinna settini. Men serliga í fimta setti kom verulig ferð á spælið hjá Drátti, og eftir hesar báðar sigrarnar hava tær drigið seg upp eftir stigatalvuni. Hjá ÍF kom sigurin illa við. Í byrjanini vóru tað tær, sum góvu TB størstu mótstøðuna, men nú sær út til, at bæði Mjølnir og Dráttur hava yvirhálað tær á formkurvuni. Tað skilst, at venjingin hjá ÍF ikki hevur verið heilt so góð síðstu vikuna, sum hon annars hevur verið, tí leikarar hava verið upptiknir av arbeiði, umframt at tann nógv umrødda kæran sjálvandi setir síni spor. Eftir at ÍF hevði vunnið tvey tey fyrstu settini, harav tað seinni sannførandi, vendi alt á høvdið, og so vann Mjølnir dystin 3-2 Flogbóltur Emil Lisberg Jacobsen Mjølnir hevur fingið vind í seglini, og tí varð roknað við, at tær fóru at gera skjótt av við ÍF á Kambsdali leygardagin. Men so varð ikki. Mjølnir vann dystin 3-2, men tað var eftir at ÍF hevði vunnið tvey tey fyrstu settini og av álvara hótti við at seta eina tjúkka striku í rokningina hjá Mjølni. Í fyrsta setti gekk javnt á, men serliga í øðrum setti lá væl fyri hjá ÍF, sum als ikki vísti virðing fyri góðu úrslitunum, sum Mjølnir hevur havt í seinastuni, og í roynd og veru fekk klaksvíksliðið ein rættiligan avsmurning í hesum settinum. Men so vendi. ÍF-leikararnir vóru móðir eftir eina strævna viku, og tað var eisini sum um tær eftir tað sannførandi avrikið í øðrum setti kendu seg ov tryggar í sigrinum. Men av royndum áttu tær at vita, at tú ikki skalt geva Mjølni somikið sum ein lítlafingur. Vera Larsen og Sólva Eystberg vóru ikki við Mjølni hesuferð, men kort- ini eydnaðist tað at venda dystinum somikið, at tær vunnu hann, tá avtornaði. Og tað má sigast at vera ein sterk ávaring til TB um, at kappingin so langt frá er liðug enn. Dráttur-Fleyr 3-0 (25-12, 25-17, 25-16) & Dráttur-ÍF 3-2 (25-12, 23-25, 25-22, 21-25, 15-7) Tveir dystir og tveir sigrar ÍF-Mjølnir 2-3 ÍF rætti Mjølni lítlafingur Dráttur fekk rættiliga glið á um vikuskiftið, tá tær vunnu tveir dystir móti ávíkavist Fleyr og ÍF Meistaradeild, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 TB 7 6 - 1 19 6 13 12 2 Mjølnir 7 4 - 3 15 13 2 8 3 Dráttur 7 4 - 3 15 13 2 8 4 ÍF 7 2 - 5 13 17 -4 4 5 Fleyr 6 1 - 5 4 17 -13 2 Meistaradeild, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 Fram 7 6 - 1 19 10 9 12 2 SÍ 7 5 - 2 17 9 8 10 3 Fleyr 7 4 - 3 15 13 2 8 4 Mjølnir 7 3 - 4 14 15 -1 6 5 ÍF 8 0 - 8 6 24 -18 0 Flogbóltsstøður ÍF hevði leingi takið á Mjølni leygardagin, men tá royndu klaksvíksgenturnar brádliga fingu ein møguleika, tóku tær alt fyri eitt av Mynd: Álvur Haraldsen 17 16 Nr. 239 - 11. desember 2001 Nakað óvæntað tapti SÍ í egnari holu móti Fleyr, sum tí varð- veitir sambandið við oddaliðini. Í Fleyr hava teir ikki mist trúnna uppá, at tað ber til at vinna kappingina FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Við einum góðum liðavriki eydnaðist tað Fleyr at vinna 3-1 í Sørvági móti SÍ, sum sostatt tapti á heimavølli fyri fyrstu ferð í ár. At Fleyr vann, var eitt sindur óvæntað, men sig- urin var uppiborin. Stríðs- viljin var góður, og at sigurin hevði stóran týdn- ing fyri havnarliðið, er einki at ivast í. Eftir at jugoslaviski venjarin fór avstað aftur, hevur Jan Hentze staðið fyri venjingini, og hann er sum vera man væl nøgdur við úrslitið í Sørvági. - Tað var sjálvandi gott at vinna, og tað hevði eisini týdning fyri okkum, tí annars høvdu vit mist takið í kappingini. Sum nú er, er munurin framvegis lítil millum okkum og Fram og SÍ, og vinna vit eisini móti Fram næsta vikuskiftið, sær tað enn betri út, sigur Jan Hentze. Hann sigur, at Fleyr spældi væl leygardagin, og ikki minst fingu teir nógvar bóltar upp av gólvinum. - Tað er eitt sindur óvan- ligt fyri okkum at fáa so nógvar bóltar upp aftur, tá vit spæla í eini lítlari høll. Burtursæð frá tveimum dystum um árið móti SÍ og Fram, so spæla og venja vit í eini stórari høll, har tað er betri pláss og lættari at síggja bóltarnar koma. Men hesin parturin av spælinum riggaði ómetaliga væl hjá okkum í Sørvági, sigur Jan Hentze. Liðið var eisini aftur í sterkastu uppstilling, tí Johannes Eidesgaard var komin aftur á miðjuna. Tað førdi so við sær, at Klæmint Isaksen, sum spældi á hansara plássi seinast móti Mjølni, kundi fara aftur á hevaraplássið. Tummas Óli Mortensen spældi hevari seinast, men Klæmint er størri og er tí eisini sterkari í blokkinum, umframt at Johannes spældi væl á miðjuni. Eingin kæra hesaferð Øll tey fýra settini í dystinum vóru rættiliga jøvn. Fleyr vann tvey tey fyrstu 25-21, áðrenn SÍ tók tað fjórða 26-24. Í hesum fjórða settinum tók ein støða seg upp, sum minti um hana í kvinnu- dystinum millum Fleyr og ÍF herfyri - ein støða sum elvdi til at Fleyr kærdi. Leikandi venjarin hjá SÍ, Borko Ilic, fekk ein alboga í andlitið og noyddist at fara út eina løtu. Hetta ørkymlaði SÍ-liðið so- mikið, at teir stillaðu skeivt uppaftur. Endin varð, at teir mistu tvey stig uppá hetta, so støðan frá at vera 13-13 bleiv 13-11 til Fleyr. Men sørvingar dugdu at brúka hetta somikið posi- tivt, at teir bara gjørdust enn meira uppsettir og vunnu settið. Men tað rakk ikki til sigurs, tí fjórða sett endaði 25-20 til Fleyr, sum sostatt fekk tvey týdningarmikil stig, nú grundspælið er farið at líða móti endanum. Fara eftir gullinum Jan Hentze fegnast um, at vánaliga gongdin, sum Fleyr hevði fyrr í kapp- ingini, nú sær út til at vera vend. - Tað er ikki ov nógv sagt, at tað gekk av skrið- uni, og vit taptu tríggjar dystir á rað. Síðani venjarin varð skiftur út, hava vit bara vunnið, men eg veit ikki um venjaraskiftið er grundin til tað... Góða gongdin í seinast- uni hevur eisini givið teimum í Fleyr betri mót uppá restina av kappingini. - Sjálvandi fara vit eftir gullinum, og teir møguleik- arnir eru batnaðir aftaná sigurin leygardagin. Fleiri av okkum eru vorðnir rætti- liga gamlir, men hóast aldurin eru vit ikki mettir enn. Summi siga, at tað hevur størst týdning at vera við, men fyri meg hevur tað altíð gingið út uppá at vinna, og tað ger tað enn. Ert tú ikki við fyri at vinna, kanst tú tað sama halda teg burtur, sigur Jan Hentze, sum altso bara er ein av fleiri veteranum á Fleyrlið- num. Sum væntað vann Mjølnir móti ÍF, men fuglfirðingar taka seg fram fyri so at siga hvønn dyst FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Mjølnir fekk tann kravda sigurin móti ÍF leygar- dagin, men dysturin vísti eisini, at ÍF-liðið hevur tikið seg fram síðani kapp- ingin byrjaði, og at liðið sum einki kann hótta hini, tá tað liggur væl fyri. Mjølnir vann 3-1, og tað var væntað. Men Bartal Eliasen úr ÍF heldur, at tað ikki vantar nógv í, áðrenn ÍF fer at vinna sín fyrsta dyst í kappingini. ÍF hevur í ár fleiri nýggj- ar og blaðungar leikarar á liðnum, og tað tekur sjálv- andi sína tíð at venja teir við flogbólt í meistara- deildini, men tað kemur. ÍF bleiv føroyameistari í fjør, men hevur síðani mist nógv fólk, og í ár er endamálið at leggja lunnar undir eitt nýtt lið, sum kann gera seg galdandi í mong ár fram- yvir. - Móti Mjølni sást, at teir ungu leikararnir enn ikki hava tað sjálvsálitið, sum er neyðugt, men tað sást eisini, at teir mennast. Leygardagin var tað eisini onkur av teimum eldru, sum ikki spældi heilt upp til sítt besta, og tað merktist í spælinum, sigur Bartal Eliasen, sum tó ikki ivast í, at fyrsti sigurin hjá ÍF í kappingini ikki er langt burturi. Og sjálvt um ÍF, sum nú hevur spælt allar sínar dystir í grundspælinum og hevur tapt allar, enn einki stig hevur fingið í kapp- ingini, og tað eru seks stig upp til næsta liðið, so sigur Bartal, at málið er ikki at vera aftast, tá kappingin liðug. Og um liðið heldur fram við menningini, sum tað hevur havt higartil í vetur, kann tað koma aftur um brekku hjá hinum fýra liðunum 700)í deildini at undirmeta ÍF. SÍ-Fleyr 1-3 (21-25, 21-25, 26-24, 20-25): Fleyr feldi SÍ Fleyr vann móti SÍ, og er nú aftur um at blanda seg í oddastríðið í bestu mansdeildini ÍF-Mjølnir 1-3 (26-24, 12-25, 22-25, 21-25) Pliktsigur til Mjølnir Mjølnir vann dystin móti fuglfirðingu m, men hóast stiga- leysir, so eru fuglfirðingar ikki heilt uttan vón C M Y K 16