Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 11. desember 2001 19 Eftir ein sigur í tveir mánaðir, fekk Kyndil sunnudagin næsta sigurin innan tveir dagar, og fluttu seg harvið eitt fet longur úr botninum HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Eftir skipanini skuldi dyst- urin millum Kyndil og StÍF ikki leikast fyrr enn kom- andi vikuskifti. Steypa- dysturin móti VB hevur tó gjørt eina flyting neyðuga, og tí varð dysturin ístaðin settur at verða sunnudagin. Hildu fram og steðgaðu Kyndil kom mest sum beint frá einum stórsigri á VB, og fyrstu løtuna á Strondum hildu tær bara áfram, har sum tær sleptu móti VB. Heimaliðið fekk mest sum greitt at vita, at nú var leikluturin sum botnlið liðugur, og allan fyrra hálvleik helt Kyndil á við at økja um leiðsluna. Steðgurin skuldi tó vísa seg at koma væl við hjá heimaliðnum. Frá at vera seks mál aftanfyri, vunnu tær seg nú tvey mál fram- um, áðrenn Kyndil aftur fekk nakað av glið á sítt spæl. Geistirnir vunnu seg fram um eina ferð afturat, men trygt var tað ikki. Heimaliðið royndi at svara aftur, og tó at Kyndil bert tveir minuttir undan leik- loki var fýra mál framm- anfyri, so megnaði heima- liðið nærum at vinna seg aftur. Tað gjørdist tó ikki meira enn næstan, og tó at sigurin var tepur, so merkti hann, at Kyndil fyri fyrstu ferð í ár eru veruliga leysar úr botninum. Tær hava tó tveir dystir meira enn hini liðini í deildini, og tí kunnu antin StÍF ella Sóljan taka seg innaftur, tá júst hesi bæði liðini hittast komandi hósdag. Dysturin í tølum: StÍF-Kyndil 23-24 (10-16): Málskjúttar: StÍF: Ileana Manolescu 9, Anna Berg Danielsen 4, Alina Olaru 4, Poula D. Olsen 3, Anna Maria Berthelsen 3 Kyndil: Lotte Sørensen 11(7), Annika Ljósstein 3, Ann Hansen 3, Anja Johannesen 3, Ann-Mari Wang 2, Palma Petersen 2 Brotskøst: Kyndil 7 Útvísingar: Kyndil 4 Dómarar úr KÍF: Jákup Dam & Vagnur Johanne- sen. Kyndil fekk annan sigurin á rað, tá tær sunnudagin vitjaðu á Skála Savnsmynd Eftir eina eitt ára langa oyðimarkar- gongd fingu Kyndils- kvinnurnar aftur glið á, tá tær á heimavølli vundu burtur úr VB HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Í leikskránni til dystin varð tosa um eina grøna kreppu, og við hesum varð sjálv- andi sipað til støðuna hjá Kyndli, har bæði kvinnur og menn hava verið í botni í ár. Nakað sum er full- komuliga óhoyrt hjá sigurs- vanda felagnum. Hóast tað kanska svíður mest, at menninir liggja niðastir, so er einki at ivast í, at undan kappingini vóru vónirnar kanska størri til kvinnurnar. Hóast liðið kanska ikki er heilt so sterkt, sum tað var í gull- árunum, og hóast liðið ikki eigur útlendskar profilar at bjóða VÍF og Stjørnuni av, so varð roknað við, at talan fór so ikki verða um botn- stríð. Til tess eiga leikarar sum Lotte Sørensen, Annika Ljósstein og Ann Hansen at borga fyri meira enn botnstríði. Stigatalvan sigur tó eina aðra søgu, og skuldi metast eftir henni, so var eingin ivi um, at VB kom til Havnar eftir tveimum stigum. Tað var helst eisini hesum, sum gestirnir roknaðu við, men longu eftir fyrstu 10 mi- nuttirnar, vóru tær vorðnar nakað væl klókari. Kyndil byrjaði nevnliga við buldur og brak. Í verj- uni góvu tær ikki nakað frá sær. Fríða Petersen byrjaði beinan vegin at taka broddin av VB-skotunum, og eina ferð fyri og aðra eftir kundu tær senda bólt- arnar inn um Timea Varga í VB-málinum. Ivaleyst var bragdliga byrjanin hjá heimaliðnum ein sannur skelkur fyri VB, og hesin mundi ikki gerast minni av, at toppskjúttin hjá liðnum, Gabriela Feketa tíðliga í dystinum noyddist út við skaða. Ivaleyst vilja tær úr Vági siga, at missurin av Gabri- ellu var ein dyggur smeitur, og at hetta kostaði teimum dýrt í dystinum, og helst vilja tær eisini siga, at tað var møðsamt at spæla tveir dystir á rað, tá ferðast skuldi um Suðuroyarfjørð fyri at røkka báðum, men hvørki av hesum kann tó nýtast sum umbering fyri tapið leygardagin. Kyndil var snøgt sagt betra liðið, og serstakliga fyrstu løtuna av dystinum og so í seinna hálvleiki sýndu tær, hví liðið fyri fáum árum síðani var hitt besta í landinum. Ikki minst var tað Lotte Sørensen, sum við bæði vøkrum fríspælingum og tryggum skoringum sýndi klassa, men eisini Annika Ljósstein var sera sjónlig, eins og Rakul N. Joensen prógvaði, at hóast hon hevur havt frí í nærum tvey ár, so hevur hon als ikki gloymt, hvussu hondbóltur eigur at spælast. Sum sagt, so var sigurin fult uppiborin, og hóast tvey stig sjálvsagt eru at fegnast um, so munnu Kyndilskvinnurnar frøast enn meira um, at tað loksins eydnaðist teimum at vinna á einum liði, sum er ovari enn tær á stiga- talvuni. Í hesum kappingarár- inum hava tær fleiri ferðir verið nær við, men mest sum hvørja ferð tær hava fingið eitt sindur av mót- gongd, er so alt dottið niður fyri aftur. Tí var tørvurin á eini »succes-uppliving« al- stórur, og hesa fingu tær so leygardagin. Sum tað fram- gongur aðra staðni á síðuni, fingu tær enn eina slíka dagin eftir, og so er spurn- ingurin, hvussu Kyndil fær bygt víðari á hetta. Næst á skránni stendur fjórðings- finalan í steypakappingini móti júst VB, og longu her kann Kyndil prógva, at talan ikki bert var um eitt upplop, men at tær nú aftur skulu takast í álvara. Hinvegin skerst heldur ikki burtur, at tað kemur illa við hjá liðnum, at tær nú fara í vetrarfrí í lands- kappingini. Tá gongdin er positiv, ræður um at byggja víðari sum skjótast, men tað sleppa tær so ikki á hes- um sinni. Hinvegin munnu dystarleysu vikurnar fyri framman tykjast nakað lættari, nú leikararnir kunnu gleða seg til kom- andi uppgávurnar. Hjá VB er gongdin júst hin øvugta. Síðani kapp- ingarbyrjan hevur pílurin fyri tað mesta peiggjað niðureftir. Tær byrjaðu væl, tó at talan gjørdist um tep- urt tap fyri VÍF, og vórðu tær tá nevndar fyri FM- evni. Tað eru tær so avgjørt ikki longur, og við verandi gongd verða tær so heldur ikki evni til heiðursmerki av nøkrum slag, og tað samsvarar so avgjørt ikki við vónirnar, sum tær høvdu undan kappingini. Dysturin í tølum Kyndil-VB 29-18 (13-8) Málskjúttar: Kyndil: Lotte Sørensen 8(3), Annika Ljósstein 4, Ann Hansen 4, Anja Jo- hannesen 4, Rakul N. Joensen 4, Ann Mari Wang 3, Palma Petersen 2 VB: Regina Radó 7(3), Margret Augustinussen 3, Jensia Petersen 2, Gurið Mortensen 2, Gabriella Fekete 1, Durita Rouch 1, Rannvá Augustinussen 1 Brotskøst: Kyndil 3, VB 4 Útvísingar: Kyndil 3, VB 3 Dómarar úr StÍF: Pole Hansen & Jústines Justin- ussen. Fingu dystin at koyra mest sum uttan steðg. Kyndil-VB 29-18 (13-8): So kom Kyndil ígongd StÍF-Kyndil 23-24 (10-16): Tvær ferðir á rað Annika Ljósstein og liðfelagarnir í Kyndli fingu endiliga ein sigur at fegnast um, og nú tykist Kyndil at vera ávegis úr botninum Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 239 - 11. desember 2001 Hetta líkist niður- støðuni, eftir at einasti veruligi avbjóðarin hjá VÍF, Stjørnan, mátti lúta fyri meistarunum á heimavølli sunnu- dagin HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Í teirri løtu at Jacklin Dur- huus sendi bóltin í mesk- arnar til 14-19, tóktist tað greitt. Hvussu nógv Stjørn- an so enn ynskti at koppa meistarunum úr VÍF, so skuldi hetta ikki eydnast teimum, og við týdningar- mikla sigrinum hevur VÍF í hvussu so er aðra hondina á FM-steypinum, sum tær eisini vunnu sær í fjør. Andlitsbrøgdini eftir júst hetta málið søgdu mest sum alt. Vestmannakvinnurnar dansaðu og sungu við »Skip to my lou« sum varð spældur til júst hetta málið, meðan tær hjá Stjørnuni drýptu høvdini. Tær høvdu verið annar parturin av eini oddauppgerð, og høvdu sum so eisini verið við til at skapt ein góðan hondbólts- dyst, men tá alt kom til alt, so vóru tær ikki meira enn næstbest. Týdningurin darvaði Undan hesum, og sum so eisini fram til dystarenda, so hevði talan tó verið um ein dyst millum tvey lið, sum bæði vildu prógva, at tey eru tey bestu í land- inum. Tað var sólarklárt frá fyrsta bríksli, at her vildi hvørgin parturin geva seg. Í verjupartinum varð nógv lagt fyri, og tá týdningurin av dystinum tóktist at nerva leikararnar á báðum liðum, gekst sera striltið við at koma fram til veruliga møguleikar. Ikki fyrr enn 6 minuttir og 11 sekund vóru leikt, fekk VÍF lagt seg framum. Ein skuldi kanska hildið, at fyrsta málið varð tað, sum fór at seta meira ferð á dystin, men soleiðis gjørd- ist tó ikki. VÍF helt seg kanska nevið frammanfyri, men tað var framvegis galdandi, at týdningurin av dystinum tóktist ov stórur. Fjáltur var á at kalla øllum leikarunum, og tí kom spælið ongan tíð upp á tað støðið, sum bæði liðini annars eru før fyri. Ein lítla løtu hóttu vest- mannakvinnurnar við at toga seg avstað, men Stjørnan svaraði straks aftur, og var tað ikki fyri misnýtta brotskastið hjá Adrijanu beint fyri hálv- leik, so hevði verið javnt í hálvleikinum. Verjuskiftið eydnaðist Var lítil munur á fyrra um- farið, so gjørdist gongdin heldur sjónligari í seinna. Her eydnaðist tað rættuliga skjótt hjá VÍF at toga seg frá, og eina løtu sóu vit eisini hitt veruliga VÍF. Har verjan koyrir við fullari ferð. Bóltar verða fangaðir og kontraálopini send avstað. Ein av orsøkunum til hetta m u n d i vera, at VÍF nú aftur nýtti eittara í verjuni. Tær byrjaðu annars við flatari 6-0, og hetta tóktist ikki at rigga eins væl. Við Nico- letu sum eittara fingu tær fyrst og fremst skermað av fyri Simonu Dziugyte, og av tí sama gjørdist hótt- anin frá heimaliðnum nógv minni. Stjørnan royndi at svara aftur, og kundi við eitt sindur av hepni skapt spenning í aftur, men tær megnaðu ikki at gagnnýta yvirtals- støðu, og tá so Jacklin skoraði málið, sum hendan greinin byrjar við, tóktist alt avgjørt. Og tó at Stjørn- an fór at royna við bæði mansverju og við at spæla ein móti einum, so hjálpti hetta millum lítið og einki. VÍF vann dystin, og hildu harvið fast um oddasessin, sum tær ikki hava slept seinasta góða árið. Málverjarnir Umframta tað í sjálvum sær var áhugavert, at talan var um oddadyst, so varð eisini sæð fram til fleiri spenn- andi tvídystir í dystinum. Ein av hesum var dyst- urin millum málverjarnar báðar. Agne Masenaite og Manuela Stan. Tað skal verða sagt alt fyri eitt, at tær áttu báðar stóran heiður av dystinum, har tær veru- liga prógvaðu seg sum tær bestu í landinum, men tað skerst tó ikki burtur, at tað var Manuela, sum vann hendan tvídystin. Tá tørvurin var størstur á klassabjargingum, var hon hvørja ferð før fyri at toga hesar fram. Ikki minst var hetta neyðugt eitt skifti í fyrra hálvleiki. Stjørnan hevði vunnið seg upp á 7-7, og meðan VÍF hevði ein leikara útvístan, hótti Stjørnan við at fara avstað. Tríggjar feðrir í slag vóru tær leysar við Manuelu, men hvørja ferð fekk hon vart fyri. Hetta var kanska besta løtan hjá heima- liðnum í dystinum, og hevði tað her eydnast at rykt, kundi talan verðið um ein heilt annan dyst, men soleiðis skuldi tað bara ikki verða. Ioana vann á Simonu Ein annar tvídystur var tann millum báðar máldrotning- arnar í føroyskum kvinnu- hondbólti. Verandi topp- skjúttin, Simona Dziugyte móti trífalda toppskjúttan- um, Ioana Rápa. Á hagtalssíðuni eydnað- ist tað hesa ferð Ioanu at vinna á litavanum, men tað var ikki bert her, at stóri rumenin hjá VÍF stóð seg betri. Yvir høvur tóktist spælið hjá Ioanu at vera nógv meira gjøgnum hugs- að enn tað hjá Simonu, og ikki minst kom hetta til sjóndar, tá Nicoleta fór út at skerma. Tá kom tað fleiri ferðir fyri, at Simona í treiskni royndi at taka alt í egnar hendur, men alt ov ofta miseydnaðist hetta, soleiðis at talan ístaðin gjørdist um VÍF álop. Áhugaverd nøvn At hetta so eisini hongur saman við, at Ioana hevði eitt nógv betri lið kring seg, er nakað heilt annað, og sjálvandi eisini tað, sum hevði størstan týdning fyri útfallið av dystinum. VÍF hevur nevnliga besta liðið í landinum í dag. Eingin ivi um tað. Við trimum sera stinnum útlendskum profilum aft- urat nøkrum av bestu før- oysku leikarunum, eru gulu kvinnurnar nú væl ávegis til næsta gullmerkið á rað, og eydnast teimum at halda fast um fólkið, er lítið at ivast í, at talan fer at gerast um fleiri enn hesi bæði. At enda kann leggjast afturat, at dysturin eisini var eitt hóskandi høvi hjá nýggja landsliðsvenjaran- um, Jónleif Sólsker, at kunna seg um, hvørjar leikarar hann skal taka út til komandi venjingarnar. Bæði Stjørnan og VÍF eru nevnliga eisini annað enn bert tær útlendsku, og einki er at ivast í, at venjarin her fekk fest sær fleiri áhuga- verd nøvn á blokkin. Í øllum førum skal tað vera løgið, um t.d. Sóley, Jacklin, Nicolina, Fríða, Joan, Anna Kristina og Una ikki allar teljast millum tær, sum verða bidnar at møta, tá landsliðið hin 29. de- sember fer undir drúgva fyrireikingararbeiðið til EM-undankappingina, sum er á skránni um tvey ár. Dysturin í tølum Stjørnan-VÍF 19-24 (9-10) Málskjúttar: Stjørnan: Simona Dziugyte 6, Joan M. Joensen 6, An- drijana Milodanovic 3(1) Bára Skaale 2, Beinta Klakstein 1, Una Olsen 1 VÍF: Ioana Rápa 7(1), Aólwy Mikkelsen 4(1), Jacklin Durhuus 4, Nico- leta Radu 4, Fríða Marj- unardóttir 3, Nikolina Eyð- bjørnsdóttir 1, Randi Kúrberg 1 Brotskøst: Stjørnan 3, VÍF 4 Útvísingar: Stjørnan 2, VÍF 3 Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Krist- ian Johansen. Var 13’stigin galdandi, skuldi talan í minsta lagi verið um 11 tal. Stjørnan-VÍF 19-24 (9-10): Meistararnir verja gullið Eina løtu í fyrra hálvleiki hótti Stjørnan veruliga gestirnar, men Manuela Stan í VÍF málinum nýtti júst hesa løtuna til at prógva, at hon er í serflokki, tá tosað verður um málverjar Mynd: Álvur Haraldsen Við sigrinum á Stjørnuni er VÍF veruliga farið í útbrot, og hóast kappingin enn ikki er hálvrunnin, so tykjast meistararnir longu nú at vera til reiðar at lofta gullkrónunum Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18