Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-12-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 11. desember 2001 21 Neistin líkist alt meira einum bronsu- vinnara. Sunnudagin var eingin ivi, tá Sólj- an varð send til hús við greiðum tapi HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Neistin var stórfavorittur, tá tær sunnudagin tóku ímóti Sóljuni. Ikki endiliga tí at avrikini hjá liðnum hava verið so sannførandi sein- astu dystirnar, men tær hava so ikki tveitt nøkur óneyðug stig á vegnum, og tá Sóljan so eisini mátti vera Herthu Simonsen fyriuttan, tóktist tað mest sum greitt, at dysturin longu var avgjørdur. Ivaleyst Tað var heldur ongan tíð nakar stórvegis ivi um, hvønn veg dysturin skuldi koppa. Neistin legði alt fyri eitt sjógv ímillum seg og mót- støðuna, har litaviski stór- skjúttin, Asta Petrauskiene, var mest sum einsamøll um at hótta neistamálið. Í seinna hálvleiki var gongdin ikki sórt øðrvísi, og við sigrinum heldur Neistin framvegis fast um bronsuplássið. Takið á hetta varð enntá betrað um vikuskiftið, tá VB púrasta óvæntað mátti lúta fyri Kyndli,. og eru nú fýra stig niður til fjórða plássið á stigatalvuni. Møguleiki er eisini at økja um hetta undan jóla- steðginum, tí í seinasta um- farinum í grundspælinum fær Neistin vitjan av VB, og hesin dysturin fer kanska at geva eina ábending um, hvussu stríðið um bronsuna fer at laga seg. Dysturin í tølum Neistin-Sóljan 22-12 (10-5) Málskjúttar: Neistin: Mildrid Jacobsen 5, Annika Thomsen 5, Susan Brockie 3(2), Birita Wardum 3, Inga Danberg 2, Súna Mørk 1(1), Rakul Augustinussen 1(1), Gunnleyg Berg 1 Sóljan: Asta Petrauskiene 9(2), Johanna í Horni 1, Heidi Maria Akselsen 1, Sólja Jóanisdóttir 1 Brotskøst: Neistin 6, Sóljan 2 Útvísingar: Sóljan 3 Dómarar úr Tjaldur: Trúgvi Mortensen & Kári Hansen Heimselitan savnað í Moskva Nógvur talvaktivitetur er í løtuni í talvlandinum mikla. Fide-HM verður telvað, meðan Kasparov og Kramnik júst eru lidnir við dystirnar teirra millum, har Kasparov prógvaði, at enn hevur hann munin TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Botvinnik Memorial í Moskva bleiv ein sannur gysari. Heimsins bestu telvarnir Garry Kasparov og Vladimir Kramnik, leiktu fyrst 2-2 í vanligum langtalvi, har øll talvini endaðu við javnleiki. Bert eitt talv varð yvir 25 leikir, har Kasparov fyrst hevði fyrimun, men síðani mátti stríðast í fimm tímar fyri javnleikin. Í kvik- talvunum (30 min. til talvið hvør) bleiv úrslitið somuleiðis javnt, 3-3. Kasparov vann fyrsta talvið og hareftir blivu fýra tey næstu talvini javnleikir. Kramnik bjargaði tó hendan dyst við at vinna við svørtum í seinasta kviktalvinum. Enn ein dystur væntaði, nevnliga tey tíggju snartalvini sum blivu telvd sunnu- dagin. Framanundan varð av serkønum spátt at 26 ára gamli Kramnik helst hevði betur møguleikar at koppa 12 ára eldra mótstøðumanni sínum í snartalvunum, men hesin spádómur helt als ikki. Kaspa- rov var nógv orkuríkari, og vann uppi- borið heili 6,5-3,5. Hann telvaði óvanliga gott. Sostatt vísti Kasparov enn einaferð at hann hevur munin í toppinum av heims- elituni. Svimja í pengum Nevnast eigur at virðislønirnar til hendan tvídyst vóru ómetaligar stórar. T. d ognaðu Kasparov og Kramnik sær umleið eina millión (125.000 dollarar) hvør fyri tey fýra langtalvini. Aftrat hesum fingu teir eisini báðir væl omanfyri milliónina fyri kviktalvini og snartalvini. Sanniliga eru stórpengar í heimselituni. Hálvfinalur í Fide-HM Sum væntað hevur indarin Viswanathan Anand telvað seg til hálvfinaluna í heimsmeistarskapinun í Moskva hjá talv- samgonguni Fide. Anand hittir Vassily Ivanchuk úr Ukraina. Hin hálvfinalan er millum Peter Svidler úr Russlandi og Ruslan Ponomariov. Til felags hava hesir seinast nevndu verið í Føroyum og telvað, Svidler í 1997 í Visa-Nordic kappingini (vann kappingina í harðari kapping við Ivan Sokolov), og Ponomariov so seint sum í fjør í stórligu 3rd Tórshavn Inter- national (býtti fyrstapláss við Alexander Grischuk). Ponomariov hevur ment seg øgiligt og kann væl møguligt leika seg í finaluna. Eitt talv er leikt í báðum hálv- finalunum, har bæði eru endaði jøvn. Fýra talv skulu telvast. Finalan verður leikt miðskeiðis í januar mánaða. Danska liðkappingin Útisetatelvarnir í Keypmannahavn vunnu ein tepran 4,5-3,5 sigur á botnliðnum Lyngby-Virum sunnudagin. Trý umfør eru nú leikt og føroyska liðið hevur 13 stig og liggur á einum triðja plássi í donsku 2. deild. K41 úr Valby liggja trygt fremstir við 16 stigum og Helsingør við sínum 14,5 stigum eru á øðrum plássi. Hetta varð seinasta umfar áðrenn jól, og eftir jól skulu fýra umfør telvast aftrat. John Arni, Nilssen, Rógvi W. Ras- mussen og Carl Eli N. Samuelsen vunnu síni talv, meðan Heini Olsen, Hlidar Tór Hreinsson og Heini Danielsen leiktu javnt. Tíverri taptu Flóvin Tór Næs og Eyðun Nolsøe síni talv. Úrslitið er heldur skuffandi, tí liðið úr Lyngby lá í botninum og tá rating viðvíkur var føroyska liðið væl sterkari. Bogi Ziska væntaði á liðnum, og orsøkin er tann at hann flytur heimaftur til klettarnar í næstum. Einkultúrslitini higartil: John A. Nilssen 1 av 2 Heini Olsen 2/3 Flóvin T. Næs 2/3 Eyðun Nolsøe 1/3 Hlidar T. Hreinsson 1/3 Bogi Ziska 1/2 Rógvi W. Rasmussen 2/3 Carl E. N. Samuelsen 2/3 Heini Danielsen 1/2 Tað var nærum mid- nátt fríggjakvøldið, áðrenn VB hevði tryggjað sær sigurin ímóti StÍF HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Seint fríggjakvøldið av- greiddu VB og StÍF útsetta dystin sínámillum. Up- prunaliga skuldi dysturin verið leiktur seinasta viku- skiftið, men orsakað av sølustevnu varð hesin tó fluttur. Gjørt varð av, at hetta skuldi avgreiðast fríggja- kvøldið, men nevyan hevði nakar roknað við, at talan skuldi gerast um eina somikið drúgva uppliving hjá pørtunum. Seinkaður dystur Støðan var nevnliga tann, at Smyril var nakað seinkaður á veg suður, og tí mátti sjálvandi bíðast nakað, áðrenn farast kundi ígongd við dystin. Somikið langt var útliðið, at tá VB at enda hevði vunnið ein tepran trý-mála sigur, hevði klokkan nær- um sligið midnátt. Sum vera man kom hetta serstakliga illa við hjá VB. Longu dagin eftir skuldu tær spæla útidyst móti Kyndli, og hetta viðførdi, at náttarsvøvnurin neyvan gjørdist til meira enn einar fimm tímar, áðrenn leiðin gekk til Havnar. Tað kann til stuttleikar nevnast, at eftir dystin mill- um fyrstudeildarliðini spældu somu feløg dyst í aðru deild. Hesin varð ikki liðugur, fyrr enn klokkan var eitt, so talan gjørdist um eina veruliga hond- bóltsnátt í Vági fríggja- kvøldið. Dysturin í tølum Eingin dómaraseðil komin Talvið hesa vikuna John Arni Nilssen — Thorbjørn Rosenlund 2. deild DK (3), 09.12.2001 1.d4 g6 2.e4 Bg7 3.c3 b6 (óvanlig byrjan hjá svørtum) 4.Rif3 Bb7 5.Bd3 c5 6.0-0 cxd4 7.cxd4 Ric6 8.Be2 Rif6 9.d5! (kroystur svørtu støðuna) 9_Ria5 (danska orðavendingin sigur tað gott: En springer på randen er altid på spanden) 10.Ric3 0-0? 11.e5 (sjálvandi!) Rig4 12.b4 Rixe5 13.Rixe5 Bxe5 14.Bb2 Rc8 DIAGRAM15.Ria4! (riddarin verður fangaður) 15...Fc7 16.bxa5 Bxh2+ 17.Kh1 Be5 18.axb6 axb6 19.Bxe5 Fxe5 20.Rixb6 (talvið er avgjørt, men danin er treiskur) 20...Rc3 21.Rixd7 Fe4 22.Bf3 Fh4+ 23.Kg1 Rd8 24.Rib6 Ba6 25.Re1 Bd3 26.Rc1 Ra3 27.Fd2 Fd4 28.Ric4 Ra4 29.Rie5 svartur gavst 1-0 Neistin-Sóljan 22-12 (10-5): Ivaleysur Neistasigur VB-StÍF 27-24: VB vann á náttartíð Í dystinum móti Kramnik prógvaði Kasparov aftur, at hann hevur munin í altjóða talvoddinum 21 20 Nr. 239 - 11. desember 2001 Neistin staðfesti støðuna sum besta lið í høvuðsstaðnum, men ein rokmikil dystur móti hoyvík- ingum skuldi til, áðr- enn stigini vóru fing- in til høldar HONDBÓLTUR - MENN Jákup Mørk Eftir dystin móti grann- unum úr Neistanum stend- ur tað mest sum fast, at vónirnar hjá H71 um eitt pláss í oddinum eru burtur, og at talan ístaðin verður um eitt stríð um bronus- merkini. Mett eftir stigatalvuni hava hoyvíkingarnir annars verið liðið, sum hevur havt størstan møguleika at gera nakað við oddin, men munurin tykist longu nú somikið stórur, at hetta bert verður ein spurningur millum Neistin og VÍF. Spennandi dystur Tað var tó ikki soleiðis, at hoyvíkingar als einki kundu gera við Neistan sunnudagin. Teir høvdu so avgjørt sínar møguleikar, og til tíðir vóru tað eisini teir, sum sýndu betra spælið í einum ógvuliga hart spældum dysti. Í málum var munurin tó ongan tíð stórur. Liðini bæði skiftust um at vera á odda, og sum vera man, so helt hetta alla tíðina nervina í dystinum. Gongdin í seinna hálv- leiki var ikki ólík teirri í fyrra umfarinum. Munurin var lítil, men nú tóktist tað tó sum um, at Neistin hevði fingið eina lítla yvirvág. Serstakliga syrgdu mongu skoringarnar frá John Petersen fyri, at bláu grann- arnir hildu seg framman- fyri, men hinvegin vóru hvørki Bjarni ella Halgir sørir hjá gestunum. Dramatikkurin náddi hæddarpunktinum, tá einir fimm minuttir vóru eftir at leika. Eftir samanbrest millum Halger og Hans Áka gjørdu dómararnir av, at báðir skuldu rekast av vølli, og hetta hóvaði hvørki áskoðarum ella venjarum hjá pørtunum báðum. Í løtunum eftir hetta var tað tó Neistin, sum dugdi betri at halda høvdið kalt, og tí kundu teir eisini tryggja sær sigurin. Bæði móti VÍF Við tveimum dystum eftir í grundspælinum tryggjaði Neistin sær eisini, at teir í øllum førum halda fast um annað plássið í deidini, tá farið verður í stutta vetr- arsteðgin. Spurningurin er, hvørt teir kunnu vinna seg longur upp, og hetta fæst at vita, tá teir um eina viku skulu til Vestmanna at royna seg. Tað vikuskiftið hava hoy- víkingar frí, men beint undan jólum kunnu teir tó gera ein vørr, tá VÍF kemur á vitjan. Ein dystur, har bæði hoyvíkingar og neista- menn uttan iva fara at halda við teimum hvítu. Dysturin í tølum Neistin-H71 33-29 (13-12) Málskjúttar: Neistin: John Petersen 12, Heini Joensen 8(4), Jacob Jónsson 4(1), Áki Mørk 3, Kári Mortensen 2, Elmar Ósá 2, Hans Áki Dal- Christiansen 2 H71: Bjarni Wardum 9(1), Olaf Vestergaard 7, Halgir Dahl Olesen 7, Finnur Hansson 3, Kristjan Peturs- son 2, Hallur Danielsen 1 Brotskøst: Neistin 6, H71 3 Útvísingar: Neistin 3, H71 7 Diskvalifikatiónir: Neistin 1, H71 1 (Í báðum førum beinleiðis reytt) Dómarar úr Tjaldur: Kári Hansen & Trúgvi Morten- sen. Tjaldur var væl við fyrru helvt at dyst- inum móti føroya- meistarunum, men í seinna hálvleiki settu gestirnir alt upp á pláss HONDBÓLTUR – MENN Jákup Mørk VÍF komu ósigraðir inn til Runavíkar, og í so máta var støðan hin sama, tá teir seinni sunnudagin løgdu leiðina heim aftur til Vest- manna. Skræddu í seinna Tað var annars væntandi, at Tjaldur kundi geva VÍF góða mótstøðu, og fyrra hálvleik av dystinum var heldur ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakran tryggan sigur til heimaliðið. Tvørtur ímóti gekk tað sera javnt á hesa løtuna. VÍF fekk ta betru byrj- anina, men Tjaldur slepti tó ongan tíð takinum, og seinna korterið fóru teir veruliga at gera um seg. Samstundis steðgaði VÍF meira ella minni á, og frá at vera fimm mál aftanfyri, vann Tjaldur seg upp á javnt. Í seinna hálvleiki var tað tó skjótt, at VÍF fekk alt í rættlag aftur. Við fullari ferð søktu teir á heimaliðið, og tá Tjaldur so eisini fekk nakrar útvísingar at stríðast við, kom veruligt glopp ímillum liðini á máltalvuni. Hesin fjórðingurin av dystinum avgjørdi mest sum tað heila, og seinasta korterið ella so kundi VÍF taka sær av løttum, tá vertirnir høvdu slept allari vón um at fáa nakað burtur úr dystinum. Líta frameftir Fyri bæði liðini var annars talan um seinastu upphit- ingina, áðrenn tey komandi vikuskifti skulu spæla sera týdningarmiklar dystir í Vestmanna, tó at hesir hava ávirkan í hvør sínum enda av stigatalvuni. Tá fer Tjaldur nevnliga á vitjan hja KÍF, og fyrst og fremst fer hesin dysturin at snúgva seg um, hvør part- urin kann leggja størri fjar- støðu til Kyndil í botn- stríðnum. VÍF fer at fáa vitjan av Neistanum, og her verður talan um veruligan odda- dyst. Enn hevur hvørgin parturin tapt í ár, men helst vilja vestmenningarnir syrgja fyri, at teir vera einsamallir um hendan leiklutin eftir dystin. Dysturin í tølum Tjaldur-VÍF 23-31 (15-15) Málskjúttar: TJaldur: Dragisa Stojovic 8, Sverri Justinussen 7, Svein í Heiðunum 4, Zoran Sarcevic 2(1), Ken Bærendsen 1, Jens Martin Knudsen 1 VÍF: Áki Olsen 8(1), Sámal Joensen 7(1), Agnar Joensen 4, Ingi Olsen 4, Rógvi Nielsen 4, Johnny Joensen 3, Ragnar Zachariasen 1 Brotskøst: Tjaldur 2, VÍF 3 Útvísingar: TJaldur 4, VÍF 2 Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum Støður uttanlands Danska superligan v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Brøndby 19 13 - 4 - 2 45 11 34 43 2 FCK (M) 19 9 - 6 - 4 29 17 12 33 3 AB 19 8 - 8 - 3 31 20 11 32 4 Esbjerg 19 9 - 3 - 7 29 27 2 30 5 AaB 18 9 - 3 - 6 28 27 1 30 6 FCM 19 6 - 8 - 5 26 18 8 26 7 OB 18 6 - 7 - 5 27 27 0 25 8 Viborg 19 5 - 8 - 6 23 24 -1 23 9 AGF 19 4 - 5 - 10 25 33 -8 17 10 Silkeborg 19 4 - 4 - 11 18 29 -11 16 11 Vejle 19 4 - 4 - 11 22 49 -27 16 12 Lyngby 19 2 - 8 - 9 18 39 -21 14 Føroyskir leikarar: Johan Byrial Hansen (OB), Christian Høgni Jacobsen (Esbjerg), Todi Jónsson (FCK) Hollendska toto-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Excelsoir + 17 12 - 3 - 2 37 12 25 39 2 Emmen 17 10 - 4 - 3 31 18 13 34 3 RBC Roo’daal 17 9 - 5 - 3 39 20 19 32 4 BV Veendam 17 9 - 5 - 3 33 23 10 32 5 FC Zwolle 17 9 - 5 - 3 30 21 9 32 6 Cambuur/L. 17 9 - 4 - 4 27 15 12 31 7 ADO Den Haag 17 8 - 6 - 3 26 26 0 30 8 Haarlem 17 7 - 5 - 5 22 21 1 26 9 FC Volendam 17 7 - 3 - 7 30 24 6 24 10 Dordrecht ‘90 17 6 - 5 - 6 33 26 7 23 11 Storm/Telstar 17 5 - 5 - 7 23 21 2 20 12 G.A. Eagles 17 4 - 6 - 7 27 37 -10 18 13 VVV 17 5 - 1 - 11 30 37 -7 16 14 MVV 17 4 - 4 - 9 20 30 -10 16 15 Helmond Sp. 17 3 - 7 - 7 14 27 -13 16 16 Heracles A. 17 4 - 3 - 10 21 28 -7 15 17 Eindhoven 17 2 - 3 - 12 20 47 -27 9 18 Top/Oss 17 2 - 2 - 13 12 52 -40 8 Perioduvinnarnari eru merktir »+« Føroyskir leikarar: Súni Olsen (FC Zwolle) Enska 3. deild v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Plymouth 21 13 - 6 - 2 31 11 20 45 2 Mansfield 21 12 - 5 - 4 35 22 13 41 3 Hull C. 21 11 - 7 - 3 36 20 16 40 4 Luton 21 12 - 3 - 6 42 28 14 39 5 Rochdale 21 11 - 6 - 4 32 21 11 39 6 Shrewsbury 21 10 - 4 - 7 31 24 7 34 7 Scunthorpe 21 8 - 8 - 5 36 23 13 32 8 R&D 21 7 - 9 - 5 23 20 3 30 9 Kidderm. 20 8 - 5 - 7 19 18 1 29 10 Cheltenham 21 7 - 8 - 6 30 30 0 29 11 Darlington 21 8 - 5 - 8 27 30 -3 29 12 Hartlepool 22 8 - 4 - 10 26 20 6 28 13 Leyton O. 21 7 - 6 - 8 28 31 -3 27 14 Exeter 21 7 - 6 - 8 23 34 -11 27 15 Lincoln C. 21 5 - 9 - 7 22 23 -1 24 16 Southend 21 7 - 3 - 11 23 26 -3 24 17 Swansea 21 6 - 5 - 10 26 34 -8 23 18 Oxford Utd. 21 5 - 7 - 9 20 25 -5 22 19 Macclesfield 21 5 - 7 - 9 19 28 -9 22 20 York 21 6 - 4 - 11 25 37 -12 22 21 Bristol R. 21 5 - 6 - 10 15 25 -10 21 22 Torquay 21 6 - 3 - 12 16 31 -15 21 23 Carlisle 21 4 - 7 - 10 18 27 -9 19 24 Halifax 21 4 - 7 - 10 15 30 -15 19 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (Hull C.) Neistin-H71 33-29 (13-12): Dramatikkur í grannauppgerð Tað eydnaðist Neistanum at stríða seg til ein tepran sigur, tá teir sunnudagin spældu grannauppgerð móti H71 savnsmynd Tjaldur-VÍF 23-31 (15-15): Gjørdu bart í seinna C M Y K 20