Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 247 - 28. desember 2009 19 tíðindi Ársins Lag átti The Dreams, sum seina­ stu árini hava tikið stórt fet á altjóða palli num, og í dag teljast millum best um tóktu tón leika­ bólk ar nir í Føroyum og í Danmark. Teir vóru tíverri ikki til staðar veg na konsert ferð, men familja teir tók ímóti virðislønini. Ársins nýggi bólkur gjørdist Onion­ tree, sum seinastu vikurnar hevur ligið ovast á 15 teimum bestu við lagnum The machine. Teir hava fyri stuttum givið teirra fyrstu fløgu út, og hava ætlanir, um at út­ geva enn eina fløgu í komandi ári. Besti Bólkur gjørdist Páll Finnur Páll. Við teirra provokerandi, fólksligu og fúlu tekstum teljast teir ímillum bestu LIVE bólkarnir í Føroyum, og í gjár varð tað staðfest, at teir eru besti bólkurin í Føroyum. Ársins Útgávu átti Guðrið Hansdóttir. Fløgan "The Sky is Opening" hevur verið ógvuliga væl umtókt millum føroyingar, og í næstum skal Guðrið til Amerika, har hon skal fram­ føra á størsta festivalinum har. Ársins Herðaklapp verður á hvørjum ári latið onkrum, sum hevur havt ser­ stakan týdning fyri føroyska tónleika­ heimin. Miðlahúsið lat í gjár Ársins Herðaklapp til Frændur, sum seinastu 25 árini hava staðið á odda fyri fólks­ liga tónleikin. wards 2009 Umframt virðislønarhandanir vóru eisini nógvar ymiskar fram førslur. Analog Norð byrjaði kvøldið við teirra elektro rokk/popp tónum. Síðani trein Marius á pallin. Eisini vóru framførslur frá Bran di Enni og Jógvan Han­ sen, og Páll Finnur Páll endaðu kvøldið við einum braki, tá ið teir framførdu í góðar tveir tímar. Jákup Veyhe var eisini á palli num, við sínum kenda "Meðan vit liggja við Kaj" skemti, og onkrari sketsju, sum var gjørdi til høvið. Vit frætta meira frá Planet Awards tiltakinum í blaðnum í morgin.