mánadagur 28. desember 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 247 - 28. desember 2009
tíðindi
Jóladagarnar ringja
ofta fleiri fólk til
politiið bara fyri at
hava onkran at práta
við
Jól
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Um jóltíðir kimar telefonin
stútt hjá politinum.
Tað er ikki bara um hálku
óhapp, húsaófrið og annað.
Summi ringja bara fyri
at práta. Tey hava kanska
ongan annan at tosa við,
sigur vakthavandi á politi
støðini í Havn.
Tey, sum hava vakt hjá
politinum á jólum, eru ofta
noydd til at kvetta hesi
telefonprát av, tí boð eru
eftir teimum til aðrar upp
gávur.
Men vit royna eftir føri
muni at práta við tey. Jólini
eru so kensluborin tíð, og
nógvir tankar mala í høvd
unum hjá fólki, sigur vakt
havandi.
Fáa sær prát við politiið
KAVI
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað er so sjáldan, at vit
verða vælsignað við hvítum
jólum, men soleiðis var
hesaferð. Í góðveðrinum
um jólini hava nógv havn
arfólk leitað sær niðan á
Lambafelli við gamla enda
á Oyggjarvegnum. Hetta er
gamal siður hjá havnarfólki
– og tað er næstan altíð gott
at skreiða har.
Millum teirra, sum stutt
leikaðu sær á Lambafelli í
gjár var eisini Kaj Leo
Johannesen, sum var har
saman við børnunum.
Hóast tað hevur verið
lýggjari, so sigur hann
framvegis frá kulda, so vit
kunnu roknað við kava
restina av árinum – í øllum
førum uppi á Lambafelli,
har temperatururin lættliga
er tvey stig lægri enn niðri í
Havn.
So hilla vit og skreiða…
Løgmaður við fullari ferð á sletu uppi á Lambafelli í gjár
P/F Vinnan broytir
navn til P/F Varðin
og P/F Varðin
broytir navn til P/F
Hvamm.
FISKIVINNA
Tíðindaskriv
P/F Varðin
P/F Varðin varð stovnað
í 1986, tá felagið fór í
gongd við at byggja Trónd
í Gøtu, sum kom í januar
1987. Síðani eru trý skip
komin afturat í reiðaríið.
Við støddini hevur eisini
verið neyðugt at broyta
bygnaðin
í
felagnum.
Móðurfelagið, P/F Vinnan,
varð stovnað í 2002.
Dótturfeløgini, sum hoyra
til móðurfelagið í dag,
eru: P/F Varðin, sum eigur
Trónd í Gøtu, P/F Kross
brekka, sum eigur Finn
Fríða, S/Pf Gulenni, sum
eigur Saksaberg og P/F
Driftin, sum eigur Jupiter.
Men síðani 2002 er
navnið ‘vinna’ vorðið alt
meira nýtt í fjøllmiðlunum
og tosað verður um vinn
una, vinnulív, byggivinnu,
svartkjaftavinnu, alivinnu
og Vinnuna í Gøtu alt í
einum.
Tí fær P/F Vinnan nú
navnið P/F Varðin, sum er
upprunanavnið í felagnum.
Hetta er eitt navn, sum vit
frammanundan eru von
við, og sum er eitt vakurt
navn
við
dámligum
týdningi. Búmerki verður
tað sama.
P/F Varðin broytir navn
ið til P/F Hvamm. Hvamm
er eitt staðarnavn í Gøtu.
Hvamm er beint sunnan
fyri Tyril.
Navnið Hvamm hevur
áður verið nýtt sum reiðarí
navn í Gøtu. Tað var Eiv
ind Hansen sáli, saman
við øðrum, sum átti Bár
una. Báran royndi eftir
sild við gørnum.
Vinnan og Varðin
broyta navn
TíðINdASKrIV
1. januar verður eitt spenn
andi nýtt nýggjarstiltak í
Badmintonhøllini í Havn.
Tiltakið kallast »Nýtt 2010«
og verður skotið í gongd
klokkan 01 beint aftan á, at
síðsta rakettin er farin í
luftina.
Fyriskiparinir fyri hesum
tiltakið
eru
Ebenezer,
Evangeliuhúsið, Frelsunar
herurin, Filadelfia, Hebron,
Lívdin, Meinigheitshúsið í
havn, Kirkju og missións
húsið á Argjum og Oasan.
Tiltakið var fyrstu fer
síðsta ár og tað eydnaðist
sera væl og tey ungu vóru
ótrúliga væl nøgd við og
ynsktu, at hetta skuldi vera
eitt afturvendandi tiltak og
tí hava vit avgjørt, at hava
tað aftur í ár.
Har
verður
nógv
á
skránni, m.a. café alla nátt
ina, lovsangsløta, undirhald
við og sangframførðslir.
Café’in borðreiðir við fesk
ari súpan, kaffi og køkum
alt ókeypis.
Har verður eisini eitt
bønarrúm, har man kann
fáa forbøn ella eitt prát ella
bara vera einsamallur í frið
eina løtu. Alt í alt verður
tað eitt sera spennandi tiltak
har nógv er á skránni, siga
fyrireikararnir.
Tvørkirkjuligt tiltak
í Havn nýggjársnátt