mánadagur 28. desember 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Nr. 247 - 28. desember 2009
Málið um meir virðis
gjaldið av skrá set ing
ar gjaldinum á nýggj
um akførum hevur
ver ið fyri Føroya
Rætti týsdagin, og
dóm ur er fallin. Bil
eig ar ar skulu hava
mvg’ið afturgoldið,
var niðurstøðan
MVG-Málið
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Føroya
Rættur
kom
týsdagin til ta niðurstøðu,
at innkrevjingin av meir
virðis gjaldinum av skrá
seting ar gjaldinum
av
nýggj um akførum í tíðar
skeið num frá 1. mai 1999
til 28.apríl 2005, var uttan
heimild, og at teir bileigarar,
sum hava stevnt eftir hesum
endurgjaldi, hava rætt til at
fáa MVG’ið goldið aftur.
Rættiliga nógv fólk valdu
at stevna TAKS og bila
sølunum, eftir at hetta mál
kom undan kavi í 2005, og
av tí at talan vildi verða um
so nógv mál, og tey flestu
líktust, vóru fýra mál tikin
burturúr rúgvuni, sum skul
di roynast sum prinsippmál.
Tað vóru tveir kendir
per sónar, hvørs mál skuldu
royn ast í rættinum, nevni
liga Bjørn á Heygum, ad vo
katur og Rodmund Niel sen,
táverandi løg tings maður.
Úrskururin var, at teir
fingu
viðhald
í
øllum
ákæru m, og sostatt eiga teir
bileigarar – og bert teir –
sum hava stevnt bilasøluni
eftir at fáa hetta endur
goldið, at fáa peningin
aftur.
Bilasølurnar skulu
gjalda fyrst
Ein av úrskurunum hjá Før
oya Rætti var, at í teimum
førum har tað ber til, eru
tað bilasølurnar, ið skulu
gjalda keyparunum pen
ingin aftur, og síðani skulu
bilasølurnar krevja pen ing
in aftur frá TAKS. Men í
tei m um førum, har bila
sølan ikki er til longur, er
tað bert TAKS, ið stendur
eftir, og er niðurstøðan at í
teimum førum eigur TAKS
at gjalda peningin aftur til
keyparan.
Bert tey sum stevndu
Men tað eru ikki øll, ið fáa
peningin afturgoldnan. Í
roynd og veru er talan bert
um ein evaraskalítlan brot
part av fólkunum, ið fáa
nak að sum helst aftur
goldið.
Bert tey, ið hava stevnt
áðr enn
fyrningarfreistin,
sum er 5 ár, var úti, fáa
hava rætt til endurgjald, og
sum skilst er talan bert um í
mesta lagi 100 av kanska
3000 til 4000 bileigarum,
sum hava gjørt tað.
Bert tey, ið hava keypt bil í
tíðarskeiðnum frá 29. des
em ber 2004 til 27.apríl 2005,
kunnu sostatt enn stevna eftir
hesum
endur gjaldi.
Hjá
restini er fyrn ing ar freistin
farin, og einki gerst fyri at
steðga tí, heldur ikki skriv
ella munnligir fyri spurningar
til bilasølur ella TAKS.
Kæra møguliga
dómin
TAKS hevur boðað frá, at
TAKS hevur enn ikki tikið
støðu til, um dómurin hjá
Føroya Rætti verður tikin til
eftirtektar, ella um dómurin
verður skotin inn fyri Eystara
Landsrætt.
TAKS
tekur
støðu til spurningin um,
hvørt dómurin verður skotin
inn fyri Eystara landsrætt
fyrst í komandi ári.
Søkt verður eftir granskara at
arbeiða við framleiðslu av plantu-
og djóraæti. Í samband við yngul-
framleiðslu av marinum fiska-
sløgum framleiðir Fiskaaling
djóraæti í stórum sjógvhyljum á
royndarstøðini í Nesvík. Í løtuni
verður arbeitt við fáa betur innlit
í framleiðsluna. Í hesum sambandi
verður søkt eftir granskara at
taka lut í hesum arbeiði.
Førleikar
·
tú hevur viðkomandi
útbúgving, universitetsút-
búgving í lívfrøði ella líknandi
·
tú hevur góð samstarvsevni
·
tú ert nýhugsin og ágrýtin
·
tú dugur at samskifta
á enskum
Í verkætlanini verður arbeitt tætt
saman við granskarum á Fiska-
aling og á Havstovuni. Høvuðs-
aktiviteturin verður at standa fyri
ætiframleiðslu í Nesvík, taka sýni
og kanna hesi. Í samband við
sýnini inngongur m.a. at eyð-
merkja plantu- og djóraæti.
Neyðug upplæring verður veitt til
hetta arbeiði. Góður møguleiki er
fyri framhaldandi granskingar-
starvi. Meiri fæst at vita um
starvið við at venda sær til
Øystein Patursson á tlf 214787
ella Ingolf Joensen á tlf 214747.
Umsókn við avritum og møgulig-
um ummælum, skal sendast til:
P/F Fiskaaling
Við Áir
FO-430 Hvalvík
ella
fiskaaling@fiskaaling.fo
Umsóknin skal vera komin fram
í seinasta lagi 11. januar 2010.
Starvið verður sett skjótast
gjørligt.
P/F Fiskaaling søkir granskara
P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. Fiska-
aling hevur virksemi við Áir, í Nesvík og í Skopun. Samlaða starvsfólkatalið er umleið
20, herav fleiri granskarar. Virksemi fevnir um at granska, menna og ráðgeva innan
aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni, herundir verkætlanir inn-
an matvørugóðsku, aliumhvørvi, fóður, vatn, framleiðsluhættir, nýggj aliøkir, aling á
harðbalnum økjum v.m. Meiri fæst at vita á www.fiskaaling.fo
P/F Fiskaaling Við Áir www.fiskaaling.fo
s o z o p r e p r e s s
Bileigarar
skulu hava
MVGið aftur
Teir bilaeigarar, ið hava stevnt,
skulu hava endurgoldið MVG´ið
av skrásetingargjaldinum
Savnsmynd