mánadagur 28. desember 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 28. desember 2009
Tríggjar ferðir var reyða
kort ið á lofti, tá Kyndil við
hørð um arbeiði vann seg
víðari til steypafinaluna
Menn vóru tendraðir, tá seinna hálv
finalan millum Kyndil og VÍF stóð á
skránni.
Frá fyrsta bríksli var greitt, at tað
var stríðsviljin, sum skuldi bera verk
ið. Skipaða hondbóltsspælinum var
tað so sum so við, og fyrstu tígg ju
minuttirnar gekk sera striltið at
spæla seg veruliga opnar møgu leik
ar.
Tað gjørdist tó Kyndil, sum slapp
bet ur avstað, og sum fyrri hálvleikur
leið, tóktist alt bara ganga ein veg.
Ikki minst eftir at VÍF í fýra minuttir
ikki megnaði at gera sær dælt av
yvir talsstøðu.
Stóri dramatikkurin byrjaði tó, tá
fyrri hálvleikur var um at halla.
Tá fingu fyrst Høgni Klein og síða
ni Bárður Johannesen reyða kortið
frá dómaraparinum. Í báðum førum
var kjaftaslit ein av orsøkunum á
veg num í savnanini av trimum
út vís ing um, og hóast hetta undir
strikar tendringina, sum var til dyst
in, so geva útvísingar av hesum slag
eisini orsøk til sjálvrannsakan.
Tordu ikki
Og so var tað, at VÍF veruliga setti
seg á dystin. Leiðslan, sum Kyndil
hevði í steðginum, varð skjótt
uppetin, og eftir 13 minuttum stóð
1619 á talvuni. VÍF var nú bara eitt
mál frá at javna leiðsluna, sum Kynd
il hevði frá fyrra dystinum, og tað
var ikki nógv, sum bendi á, at Kyndil
skul di reisa seg.
Men tað gjørdu teir grønu nú
kortini. Um tá var effektin av einum
time out, ella kanska heldur bíliga
reyða kortið, sum Regin Joensen
fekk, skal vera ósagt. Ella kanska var
trupul leikin hjá VÍF, at teir nú byrjaðu
at hugsa um at halda, heldur enn at
vinna.
Í øllum førum tók Kyndi lsær nú
um reiggj. Tummas Pauli Hanusar
son prógvaði fleiri ferðir, at skot
styrk in neyvan er minni, enn hon er
hjá beiggjanum. Hans Áki Dal
Christian sen var tryggur av veing in
um, og á strikuni fekk eingin fatur í
Janus Einari Sørensen. Samstundis
megn aði Jógvan Isaksen ikki at
halda fast í stórspælinum, sum
hann í løtum hevði víst í málinum,
og so gjørdist tað ov lítið hjá VÍF.
Teir megnaðu at vinna dystin við
2726, men tað tóktist nú ikki nerva
teir grønu tað minsta pettið.
Triðja árið á rað er Kyndil í
steypafinaluni í hondbólti, og hesa
ferð við endurtøku av finalu dyst in
um frá í fjør, tá Neistin vann við ein
um máli.
Hart at hyggja at
Eftir tríggjar útvísingar noyddist
Bárður Johannesen hjá Kyndli at
vera áskoðari seinastu 37 min ut t ir
nar av hálvfinaluni móti VÍF.
Hetta var kanska eisini úrslit av
tendringini, sum var til dystin, hó ast
Bárður ikki einvíst vildi ásan na hetta.
Heldur ikki, hóast hann longu eftir
18 minuttum fekk tvær útvísingar í
einum, tá hann brúkti seg ov nógv
um fyrs tu útvísing sína.
Tað var nú mest, tí eg ikki var
samd ur í útvísingini.
Men tú mátti so hyggja at all an
seinna hálvleik. Hvussu kend ist tað?
Tað var ræðuliga hart. Men eg
hevði alla tíðina álit á, at hinir skul du
klára tað, og tíbetur gekk tað eisini.
Í finaluni spæla tit móti Neista
num. Tit taptu í fjør sera tepurt, og
sjálvur kundi tú tá kanska gjørt títt,
soleiðis at dysturin end aði øðrvísi. Er
tað nakað, sum nú skal hevnast?
Sjálvandi er tað tað. Neistin hev
ur eitt gott lið, men vit hava eisini
vunnið á teimum í ár, og vit skulu
avgjørt út at stríðast fyri okkara
møguleika. Gera vit ikki tað, kann
tað í øllum førum gera tað sama,
staðfesti Bárður Johannesen eftir
dystin.
-mørk
Ikki nóg klárir
Hóast teir vunnu dystin, so vóru
vest menn ingar alt annað enn nøgd
i r um samlaða úrslitið, sum sen di
Kyndil í steypafinaluna. Eitt skif ti var
samlaðu munurin ann ars kom in
niður á eitt mál, og Agnar Joen sen
hjá VÍF ásann aði, at teir ikki vóru nóg
kaldir hesa løtu na.
Sjálvandi skulu vit blíva við at
koyra á. Men har kiksa nøkur ting hjá
okkum. Og hjá teimum eru brád liga
nakrir spælarar, sum taka ábyrgd.
Hans Áki bjóðar av og skor ar úti á
veinginum. Sjálvir bren na vit næsta
álopið, og so fær Jan us Einar klóra
ein bólt til sín, og mun ur in er aftur
niðri á eitt ans máli.
Eftir hetta koma vit ongan tíð
ordi liga avstað aftur, og tá minutt ir
nir ganga, verður tað vón leyst hjá
okkum at enda. So tú kanskt væl
siga, at vit eru ikki nóg klárir alla
tíðina, staðfestir Agn ar Joen sen.
Fleiri høvdu undir dystinum hug
at ilskast um dómararnar, sum
brúktu ikki færri enn 16 út vís ing ar.
Men Agnar vildi als ikki taka und ir
við hesum kóri num.
Eg haldi, at Heri og Dánjal ei ga
rós uppiborið. Sjálvandi eru menn
ó samd ir viðhvørt, men tað er altso
for órutinerað av spælar um sum
Bárði og Høgna at fáa slí k ar út vís
ing ar. Tí tað ræður um at halda
høvd ið kalt í slíkum støðum. Sjálv ur
havi eg so ongan tíð sæð, at ein
dómari hevur broytt útvísingina, fyri
tað um spælarin mótmælir, segði
Agnar Joensen.
Kyndil-VÍF 26-27 (13-10):
Kyndil bardi seg víðari
Fakta um dystin
Kyndil-VÍF 26-27 (13-10)
Kyndil víðari við samanlagt
5249
10 min: 32
20 min: 86
40 min: 1416
50 min: 2021
Málskjúttar
Kyndil: Tummas Pauli
Hanusarson 8(5), Hans Áki Dal
Christiansen 6(3), Josef
Abrahamsen 4, Janus Einar
Sørensen 3(1), Høgni Klein 2,
Bárður Johannesen 1, Rani
Ellingsgaard 1, Ken
Zachariassen 1
VÍF: Sámal Joensen 7(4), Agnar
Joensen 7(3), Rúni Joensen 4,
Bjarti Hansen 3, Áki G. Olsen 3,
Regin Joensen 3
Brotskøst: Kyndil 9, VÍF 7
Útvísingar: Kyndil 11, VÍF 5
Diskvalifikatiónir: Kyndil 2
(báðar 3X2 minuttir), VÍF 1
(beinleiðis reytt)
Dómarar: Heri Petersen &
Dánjal Samuelsen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Hóast liðið varð nógv skert,
tá Høgni Klein og Bárður
Johannesen fingu hvør
sítt reyða kort, so eydn að
ist tað Kyndli at halda fast
um leiðsluna og vinna seg í
steypafinaluna í manshondbólti