Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. desember 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 28. desember 2009 – Nr. 247 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 23 Tað var millum menn­ inar hjá Kyndli og VÍF, at spenningurin skuldi finnast. Í hinum hálv­ finalunum stóð samlaða úrs litið ikki til at broyta Stjørnan og VÍF hjá kvinnum og Neistin hjá monnum. Tað eru tey trý liðini, sum saman við mansliðnum hjá Kyndli standa fyri undirhaldinum, tá finaludagurin í hondbólti verður á skránni í februar mánaði. Menninir hjá Neistanum høvdu í sínum lagi vunnið við 12 málum á H71 í fyrru uppgerðini, og tí var tað so sum so við intensitetinum í seinnu hálvfinaluni. Her var Neistin eisini á odda stóran part av dystinum, men tað eydnaðist H71 at toga ein tepran sigur til høldar. Men tað í sjálvum sær broytti ikki upp á samlaða roknistykkið. Tað gjørdist tað heldur ikk hjá Kyndilskvinnum, sum vunnu sína seinnu hálvifnalu móti VÍF við 25-22. Her hevði VÍF vunnið stórt í fyrru uppgerðini, og tí kundu tær taka tapið hampuliga róligt. Og endaliga staðfesti Stjørnan sítt finalupláss, tá tær vunnu tepurt á Tjaldri í seinnu hálvfinaluni teirra millum. Stjørnan vann stórsigur í Runavík undan jólum, og tí var talan at kalla um avgreiðsluspurning, hóast talan samstundis var um dyst millum tey bæði fremstu kvinnuliðini í landinum. Kemur rætta tilboðið undir røttu umstøðunum, verður Allan Simonsen kanska aftur at síggja sum fótbóltsvenjari. Fyrrverandi føroyski lands liðs venj- arin er ein av bestu fót bólts spælar- unum, sum Danmark nakran tíð hevur fostrað. Men sum venjari vann hann sær ongan tíð nakra stóra yrkisleið. Hann fekk sekkin í Vejle, hevði átta góð ár í Føroyum, og í Luxemburg fekk hann eisini sekkin. Hetta var í 2004, og síðani hevur nú 57 ára gamli Allan Simonsen búð uttan fyri Barcelona, har hann hevur tikist við ymiskt, sum als ikki hevur við fótbólt at gera. Men í samrøðu við BT sigur Allan Simnosen, at hann als ikki hevur útilokað fótbóltin úr lívi sínum. - Trupulleikin í dag er, at fótbólturin er vorðin eitt sirkus. Menn við nógvum pengum halda, at úrslitini koma, bara tú gevur nóg nógvar pengar. Og koma hesi ikki alt fyri eitt, fær venjarin sekkin. - Um eg fekk tað rætta tilboðið undir røttu fortreytunum, har eg kundi fingið trý ella kanska fimm ár til at byggja eitt lið upp, so vildi eg fegin vent aftur til fótbóltin, sigur Allan Simonsen millum annað í viðtalinum við BT. Jólagáva til B36 Tollaksmessudag kundi B36 á heimasíðu sínari staðfesta, at felagið hevur gjørt avtalu við Dmitrij Jankovic, sum soleiðis verður partur av Vodafone- hópinum hjá felagnum. Dmitrij var ein týðandi partur av liðnum hjá B36 í 2008, men í fjør hevur hann spælt fótbólt í Serbia. Við hesum hevur B36 fingið fatur í einum sterkum verjuskipara, og tí er ikki løgið, at fjepparar hjá árstalsfelagnum fegnaðust um jólagávuna, hóast hendan kom ein dag ov tíðliga. Nykänen aftur handtikin Í 80’unum var Matti Nykänen kanska størsta stjørnan av øllum í finnlandi. Frá 1982 til 1989 vann hann seks HM-heiti og hópin av World Cup-kappingum í skíðlopi, men síðani hevur lagnan ikki verið serliga blíð. Fleiri ferðir er hann dømdur fyri harðskap móti konu síni, og nú er hann ákærdur fyri morðroynd móti unnustu síni. Nykänen hevur seinnu árini havt stórar rúsdrekkatrupulleikar, og tvær ferðir hevur hann sitið í fongsli. Eingin kollvelting Fakta um hálv­ finalurnar Kvinnur Kyndil-VÍF 25-22 (11-12) (VÍF víðari við samanlagt 53-46) Stjørnan-Tjaldur 30-29 (Stjørnan víðari við samanlagt 61-49) Menn Kyndil-VÍF 26-27 (13-10) (Kyndil víðari við samanlagt 52-49) H71-Neistin 33-31 (15-16) (Neistin víðari við samanlagt 71-61) Størsta ítróttarnavnið í Danmark í 2009 gjørdist Caroline Wozniacki. BT hevur staðið fyri eini atkvøðu greiðs- lu, og har vann Wozniacki 539 av 540 møguligum stigum. Nummar tvey á listanum gjørdist Lotte Friis, sum í heyst vann sær støðu sum ein av heimsins bestu langteinarum hjá kvinnum. Nicklas Bendtner gjørdist nummar trý. Nicklas Bendtner var í fjør best lønta ítróttarnavnið hjá Danmark. BT skriv ar, at Bendtner hevur eina árs- inntøku upp á 27,5 milliónir krónur. – Sjálvandi er tað deiligt at hava nógv ar pengar. Tað gevur jú eitt ávíst frælsi. Men upphæddirnar í sjálv um sær eru einki mál hjá mær. Tá hava tey, sum standa mær nær, nógv størri týdning, sigur Bendtner við BT. Næst á listanum vóru Christ- ian Poulsen og Caroline Wozniacki. Svenski Zlatan Ibrahimovic sigst hava tikið av, tá venjari hansara spur di hann, um hann hevði hug at ved da. Avbjóðingin hjá Zlatan verð- ur at skora 40 mál ella meira hetta kappingarárið. Higar til hevur Zlatan skotið 12 mál, so 38 afturat skulu í meskar nar, tað sum eftir er av kapp- ing ar árinum, um hann skal vinna hend an dystin móti Joesp Guardiola. Tað verður ikki sagt, hvat stendur upp á spæl, men er vinningurin ov stór ur, kann Guardiola jú altíð seta Zlatan á beinkin nakrar dystir. Anja Andersen hevur vunnið tað, sum vinnast kann innan kvinnu- hond bólt. Bæði sum spælari og venjari. Nú hevur helst fremsta hond bólts frúgvin í danskari søgu sett sær nýggj mál. – Eg vil fegin venja eitt manslið, og eisini har vinna Champions League við einum donskum felag. Tað skuldi verið møgu ligt, um tað er eitt felag við fíggjarligari styrki, soleiðis at tað ber til at heinta tveir-tríggjar útlendskar profilar, sigur Anja Andersen við BT. Wozniacki best í Danmark Bendtner tjenar mest Zlatan veddar við venjarar Anja vil venja menn Allan hugsar enn um fótbóltin Kvinnurnar hjá Stjørnuni eru stórfavorittar undan kvinnufinaluni, har tær skulu spæla móti VÍF jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk