mánadagur 28. desember 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 28. desember 2009 – Nr. 247 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25
Burtur við innkøstum
Arsene Wenger, manager hjá Arsenal, heldur, at innspark eigur
at avloysa innkast á einum fótbóltsvølli. Partvíst heldur hann,
at hetta hevði sett meira ferð á spælið, og partvíst heldur
hann, at nøkur lið hava fyrimun av hesum. Eitt nú Stoke, sum í
Rory Delap hevur helst vandamestu innkøstini í heiminum. –
Hjá Rory Delap er eitt innkast tað sama, sum tá onnur skulu
sparka bóltin inn. So tað hevði verið meira fair, um vit bara
nýttu innspark, sigur Wenger.
Tottenham vil styrkja seg
Tottenham er í løtuni á fimta plássi í ensku Premier League, og
nú ætlar felagið sær at styrkja um hópin, soleiðis at stóru
milliónaupphæddirnar í Champions League kunnu røkkast.
Fyrst og fremst tykjast tað vera royndar kreftir, sum standa á
ynskilistanum hjá Harry Redknapp. Hann sigst hava Craig
Bellamy úr Manchester City, Ruud van Niistelroy úr Real Madrid,
Matthew Upson úr West Ham og David James úr Portsmouth á
ynskilistanum.
Chelsea má vera fýra spæl
ar ar fyriuttan í januar mán
aði. Og í botninum missir
Ports mouth ikki færri enn
seks spælarar
Strævna jólaskráin og ein ofta
ófanta ligur januar mánaður eiga
ofta sín avgjørda lut, tá endaliga
støð an í Premier League verður
gjørd upp í mai mánaði.
Samstundis sum ensku feløgini
so leiðis gera seg til reiðar til eitt sera
avgerandi tíðarskeið, mugu fleiri av
somu feløgum ásanna, at hetta
verð ur uttan nakrar av stóru pro fil
unum hjá liðnum. Ikki vegna skaðar
ella leikbann, men tí African Nations
verður spælt um hetta mundið.
Oddalið størsta partin av hesum
kapp ing ar árinum
hevur
verið
Chelsea. Ikki minst takkað verið
nøkr um av afrikonsku profilunum
hjá liðnum.
Og hóast hópurin er bæði breiður
og sterkur, so er eingin ivi um, at tað
kann verða tungt, tá liðið skal spæla
fleiri dystir uttan menn sum Didier
Drogba, Michael Essien, John Obi
Mikel og Salomon Kalou.
Argastu kappingarneytarnir hjá
Chelsea eru Manchester United og
Arse nal, og har sleppa ensku meist
ar nir heilt undan afrikanskari frá
veru, meðan Arsenal má vera Alex
Song og Emmanuel Eboue fyriuttan.
Í botninum er Portsmout liðið,
sum er ringast fyri av øllum. Ikki
bara á stigatalvuni, har liðið enn er
nið ast, men eisini við African
Nations, har ikki færri enn seks av
spælarunum hjá felagnum skulu
royna seg. Hesir eru Kevin Prince
Boa teng, Nadir Belhadj, Hassan Ye b
da, John Utaka, Nwankwo Kanu og
Aruna Dindane.
Eingin ivi
Í fleiri ár hevur verið tosað um, at
fótbóltskalendarin,
sum
verður
nýtt ur í UEFA, og sum fastlæsir nakr
ar ávísar landsdystarterminir, eisini
skal fevna um landsdystir í Afrika.
Um so verður, er sjálvandi eitt mál
fyri seg. Men so leingi sum hetta ikki
er gjørt, er eingin ivi um, at
spælararnir vilja spæla fyri land sítt.
Tað er í øllum førum niðurstøðan
hjá Didier Drogba, sum av BBC varð
spurdur, um tað ikki var keðiligt at
fara úr Chelsea til Afrika júst nú.
Vit spælarar skulu taka lut í Afri
can Nations. Hetta tí tað er ein risa
upp gáva at lyfta heimspartin. So
hetta er nakað, sum feløgini mugu
liva við, sigur Drogba við BBC.
Og her og nú tykist tað heldur
ikki, sum gremja ymsu venjararnir
seg tað heilt stóra. Tað er tó eingin
ivi um, at verða úrslitini ikki til vildar
hjá teimum feløgum, sum hava
spæla rar í Afrika, fer tosið skjótt at
ganga. Bæði í botni og toppi standa
milliónaupphæddir upp á spæl, og
tá er ikki ráð til mistøk av nøkrum
slag.
African Nations kann
avgera Premier League
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Didier Drogba úr Chelsea er
ein av teimum 31 spælarunum
í Premier League, sum verða
burturstaddir størsta partin av
januar mánaði
Mynd: Polfoto/AP