týsdagur 29. desember 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 248 - 29. desember 2009
Eiga at vera har
Hóast fleiri danskir hermenn eru falnir í krígnum í Afghanistan, eru
tað støðugt fleiri danir, sum taka undir við, at Danm,ark hevur
hermenn har. Ein kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske
Tidende, vísir, at 50 prosent av teimum spurdu taka undir við, at
danskir hermenn eru í Afghanistan. 33 prosent vilja hava hermenninar
heim alt fyri eitt. Afghanistan-serfrøðingurin Peter Dahl Thruelsen
sigur við blaðið, at hann er ovfarin av, at so nógvir danir taka undir
við, at landið hevur hermenn í Afghanistan. Hann heldur hetta vísa, at
danir hava vant seg við støðuna.
Mong fingu jólahjálp
Næstan 1.500 íslendskar familjur fingu sokallaða jólahjálp
frá teirri serligu hjálpartænastuni nú upp undir jól.
Morgunblaðið skrivar, at munandi fleiri familjur fingu hjálp
í ár enn í fjør, og at íslendska hjálpartænastan fekk stuðul frá
hjálparfelagsskapum í USA, Kanada og Niðurlondum.
Hjálpartænastan sigur, at í ár vóru tað serliga nógvar ungar
familjur, sum høvdu tørv á hjálp til at halda jól, og at í fleiri
førum var talan um yngri fólk, sum høvdu mist arbeiðið.
Mong teirra høvdu ongantíð søkt um jólahjálp fyrr.
- Tað eru framvegis
skip, sum geva monn-
um góðar inntøkur,
men miðalinntøkan
hjá fiskimonnum er
minkað heilt nógv
seinastu árini, segði
Jan Højgaard á lands-
fundi í Fiski manna-
felagnum í morgun
Landsfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Í dag halda trý feløg, sum
um boða fiskimenn og sjó-
fólk, landsfund og aðal-
fund ir í Havn.
Landsfundurin hjá Fiski-
mannafelagnum
er
í
Norður landahúsinum,
og
aðal fund urin hjá Føroya
Skip ara- og Navigatørfelag
er á Hotel Tórshavn.
Klokkan 15 seinnapartin
fóru Føroyskir Fiskimenn
Uttanlands á aðalfund í
Norð urlandahúsinum.
Vanaligir prísir
Jan Højgaard, formaður í
Fiski mannafelagnum,
segði á landsfundinum í
morgun, at árið 2009 hevur
verið merkt av vánaligum
fiska prísum fyri tosk og
hýsu, umframt at onnur
fiskasløg eisini hava ligið
lágt í prísi.
Hann vísti á, at tað serliga
er línuflotin, sum hevur
kent sviðan av prísfallinum.
Í aðrar mátar hevur heims-
kreppan, sum formaðurin
tók til, merkt gongdina hjá
øðr um skipabólkum, eitt nú
garnaskipum og langfara-
skip um.
Jan Højgaard segði, at
nóta skipini og ídnaðar skip-
ini hava havt munandi
minni
svartkjaftakvotu,
eins og prísurin fyri makrel-
in hev ur verið fallandi.
- Rækjuflotin hevur selt
fyri heldur minni enn árið
fyri, men hinvegin hevur
olj an verið bíligari.
Færri sjófólk
Formaðurin vísti á lands-
fund inum á, at hjá samlaða
trolaraflotanum hevur tað
gingið rætta vegin, sum
hann tók til.
- Tað hevur verið so hepp-
ið, at upsaprísurin hevur
hild ið sær, eins og fiski-
skap urin var góður fyrra
hálvár í ár.
Jan Højgaard segði, at
tað framvegis eru skip, sum
geva monnum góðar inn-
tøk ur, men miðalinntøkan
hjá fiskimonnum er minkað
heilt nógv seinastu árini.
- Talið av sjófólki er eisini
minkað nógv síðan í níti ár-
unum, segði formaðurin í
Fiski mannafelagnum
á
lands fundi í morgun.
Inntøkan hjá fiskimonnum nógv minkað
Stjórnin í Fiskimannafelagnum telir sjey limir, sum umboða allar sýslurnar í Føroyum
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, á røðarapallinum
í Norðurlandahúsinum í morgun
Henrik Old, sum hevur latið seg stilla upp móti sitandi
formanni, var eisini á landsfundi í Fiskimannafelagnum
í morgun