Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-12-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 248 - 29. desember 2009 Sjálvstýri gevur varsemi At Grønland hevur fingið sjálvstýri eggjar teimum grønlendsku politikarunum til at vísa búskaparligt varsemi. Tað sigur politiski viðmerkjarin Jakob Janussen við kringvarpið KNR. Hann heldur, at tað týdningarmesta við sjálvstýrisskipanini er, at grønlendingar kunnu yvirtaka málsøki frá dønum, um teir kunnu fíggja tey. Tað eggjar politikarunum til at reka ein meiri veruleikakendan politikk og ber størri búskaparliga ábrygd í sær. Jakob Janussen leggur afturat, at skipanin við sjálvstýri hevur gjørt Grønland og Danmark til tveir meiri javnbjóðis partar. Fýrverk festi í Løgreglan í norska býnum Sundal noyddist í gjárkvøldið at biðja næstan 250 fólk fara úr húsunum, eftir at eldur var komin í eitt spælistað. Eldurin kyknaði, tá fólk skutu fýrverk í sambandi við eina konsert hjá bólkinum Clockwork Symphonys. Ein talsmaður fyri løgregluna í Sundal segði við tíðindastovuna NTB í morgun, at eldurin var sløktur, áðrenn sløkkiliðið kom á staðið. Hóast fyrireikararnir megnaðu at sløkkja eldin, og hóast eingin fekk skaða, fer løgreglan at reisa sak ímóti konsertfyrireikarunum fyri ósketni í sambandi við fýrverk, skrivar NTB. Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Leygardag 17.00-17.55 Ballet/Jazz 8-10 ár Gunnvør 17.00-17.55 Ballet 5-7 ár Gunnvør 11.00-11.55 mammuvenjing Saranja 15.00-15.55 Mix Ymiskar 18.00-18.55 Kondi/Styrki Tórhalla 18.00-18.55 Bodytrim Tórhalla 18.00-18.55 Aerobic Elsa Maria 19.00-19.55 Boxercise Saranja 19.00-19.55 Step/Styrki Kirstin 19.00-19.55 Cirkulvenjing Jónina 19.00-19.55 Bodytrim Anja 20.00-20.55 Cirkulvenjing Jónina 20.00-20.45 Pilates Kirstin 20.00-20.45 Pilates Kirstin 20.50-22.30 kickboxing Petur 20.50-22.30 kickboxing Petur Mánadag Týsdag Mikudag Hósdag Leygardag 17.15-18.10 Spinn&Trimm Óluva 17.15-18.10 Spinn&Trimm Ann 17.15-18.10 Spinn&Trimm Tórhalla 17.15-18.10 Spinn&Trimm Óluva 11.00-11.55 Spinn Ymiskar 18.30-19.25 Spinn Jónina 18.30-19.00 Intro Anja 18.45-19.15 Quick Spinn Jónina 18.30-19.25 Spinn Ann Síðan flakavirkið á Kósini læt uppaftur fyri einum mánaði síðan, hevur nógv arbeiði verið á virkinum Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Týsdagurin 24. november var ein stórur dagur í Klaks­ vík, tá flakavirkið á Kósini læt uppaftur eftir at hava verið stongt í eitt heilt ár. Síðan upplatingina fyri ein um mánaða síðan, hevur nógv virksemið verið á virk inum, og fólk hava verið til arbeiðis at kalla hvønn yrka dag. Virkið hevur keypt upsa frá partrolarunum, Safir og Smaragd, snelluskipunum Havs brún og Karlamagnusi, og eisini hevur Vest menn­ ingur landað einar tvær last ir í Klaksvík í hesum tíðar skeiði. Virkið hevur eisini keypt fisk frá øðrum skipum og bátum, og eins og áður á Kós ini, hevur nýggja virkis­ leiðslan lagt seg eftir at keypa og virka øll fiska­ sløg. Virkisleiðslan ynskir, at Kósin framhaldandi skal vera eitt fleksibult virki, ið skal kunna arbeiða bæði frystar fiskavørur, sam stund­ is sum virkið eisini hev ur eina saltfiskafram leiðslu. Í hesum tíðarskeiði, síðan virkið læt uppaftur, hevur virkisleiðslan eisini sæð, hvørjar ábøtur eru neyðugar, og nú um ársskiftið, tá eing­ in framleiðslan er kortini, verður ymiskt gjørt, sum skal betra um framleiðslu­ gongdina. Nú flakavirkið á Kósini hevur verið í gongd í ein mán aða, eru vónirnar hjá virkis leiðsluni um skila­ góð an rakstur ikki verri enn tær vóru, tá fyrstu fiskarnir fóru ígjøgnum maskinurnar hin 24. november. Hendan mánaðin hava tey umleið 70 fólkini, sum sein astu tíðina hava havt sítt dagliga arbeiði á Kósa­ virkinum, virkað eini 600 tons av ráfiski. Bjørt útlit á Kósini í Klaksvík Nú flakavirkið á Kósini hevur verið í gongd í ein mánaða, eru vónirnar hjá virkisleiðsluni um skilagóðan rakstur ikki verri enn tær vóru, tá fyrstu fiskarnir fóru ígjøgnum maskinurnar hin 24. November Mynd: Vilmund Jacobsen